25. august 2020

Heystkappríðing, felagstúrur og suppa aftaná felagstúrin

 Leygardagin 29. august verður heystkappríðingin hj á Føroya Ríðingarfelag.

Aftaná kappríðingina, verður skipa fyri

31. juli 2020

Tilmelding til kappríðing í Vágunum 15. august

Frá Vága Ríðingarfelag

Leygardagin 15 August verður heystkappríðingin á Flúgvarabedingini. 
Kappast verður í skeið,tølt, trav

24. juli 2020

Ólavsøkukappríðing

Kappríðing verður ólavsøkudag kl.14 á ríðibreytini í Marknagili.
Kappast verður í skeið, tølt, trav, tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvíspor 1. flokkur.

Í skeið og tølt verður kappast á 100 mtr. Í trav, tvíspor ung og tvíspor 2. flokkur verður kappast á 250 mtr og í tvíspor 1. flokkur verður kappast á 500 mtr.
Aftur í ár er møguligt at melda beinleiðis til 2. flokk.

16. juli 2020

Kunning í samband við Ólavsøkuskrúðgonguna

Kunning í samband við Ólavsøkuskrúðgonguna

Føroya Ríðingarfelag hevur fingið pláss til 15 ross til skrúðgonguna.

1. juli 2020

LEYNAVATNSTEVNAN 50 ÁR

Mynd tikin í 80'inum og er úr savninum hjá Hjarvar Poulsen

Árið 1970 var ein varði í søguni hjá Føroya Ríðingarfelag. Hetta árið skipaði felagið á fyrsta sinni fyri kappríðing við Leynavatn og um heystið var nýggja breytin við Marknagil í Havn tikin í nýtslu. Síðani tá, hevur tað so verið kappast á hvørjum árið á hesum báðum breytum.
Leingi var ivamál um kappast bleiv í ár, men nú er so avgjørt at kappingin verður komandi leygardag kl. 15

Breytin við Leynavatn er tó ikki nøkur vanlig kappríðingarbreyt, dystast verður á sandinum og hann broytist frá ár til ár og eisini frá dag til degi. Tí er sera umráðandi hjá reiðfólki at finna sær røttu leiðina heim eftir breytini. Er tú óv langt niðri, er tungt í váta sandinum og  er tú ov langt uppi, kann grúsið vera tungt at koma gjøggnum, samstundis er eisini bogi á breytini, so longri niðan tú kemur, longri er á mál. 

Reiðfólkum hava tó altíð dámt væl at ríða kapp við Leynavatn og er hetta ofta tann kappingin, har flest ross luttaka. Vanligt er eisini at nógv fólk hyggja at kappingini við Leynavatn. Fyrr vóru tað fleiri túsind fólk og hugdu, men aftaná at sjónvarpið og teldurnar komu, so er talið minkð, men enn eru nógv sum hava sum fastan sið, at leita sær á Leynavatn, tá kappríðing er. 

Reiðfólkini ríða sum vant úr Havnardali og norður á Leynavatn kvøldið fyri kappingina, tað verður so tjalda við Leynavatn. Aftaná kappríðingina leygardag, er so bál har grill og felagssangur er á skránni. Nevndin í Føroya Ríðingarfelag sigur at í samband við 50 ára haldið, hava tey fingið Sámal Ravnsfjall og Signar í Homrum at spæla meðan bálið er.

30. juni 2020

Grilling og felagshugni á Leynavatn 2020

Kom við!!!


Tilmelding til Leynavatnskappríðing

So er klárt til tilmelding.

Aftur í ár, er møguligt at melda beinleiðis til í 2. flokki.
Og í ár, er tølt aftur sum FM-grein.

Sama ross kann ikki luttaka í tølt og skeið.




9. maj 2020

Limatroyggjur

Góðu limir

Vit hava gjørt eina seravatalu við Guðrun & Guðrun um eina góða, ullinta og flotta limatroyggju, har búmerkið hjá Føroya Ríðingarfelag verður broderað á aðra ermuna. Troyggjan

30. marts 2020

Mýs

Mýs eru nú sæddar í ymsum fjósum í Havnardali.
Av tí sama, vilja vit biðja tykkum, sum hava kraftfóður

16. marts 2020

Nýggj kunning um koronasmittuvandan

Góðu limir í Føroya Ríðingarfelag


Í samband við, at myndugleikarnir í kvøld hava hert tilmælini um koronasmittuvandan, kemur nevndin hjá Føroya Ríðingarfelag við hesum tilmæ

12. marts 2020

Kunning viðv. corona-virus

Góðu limir í Føroya Ríðingarfelag

ÍSF mælir til, at øll tiltøk tær næstu 2 vikurnar, skulu útse

24. februar 2020

Aðalfundur 5 marts kl.19.00

Frá Føroya Ríðingarfelag

Aðalfundur verður í felagshúsinum hósdagin 5. Marts 2020 kl.19.00

Skrá sambært

26. januar 2020

Skrá fyri 2020

So er skráin løgd f

17. januar 2020

Ríðiskeið í vikusktiftinum 17-19 januar

Av tí at skeið er í ríðihøllini í vikuskiftinum, er ríðihøllin stongd fylgjandi tíðsp