30. juli 2018

Freyr úr Lamba vann ólavsøkukappríðingina

Freyr og Bryndis Hjartardóttir eiga munin á Marengo og Regin Johannessen. Mynd: Brandur í Dali

Hóast sirm og ivaveður vóru fitt av áskoðarum komnir niðan í Marknagil at hyggja eftir kappríðing. Tey fingu eisini eina góða løtu saman og hóast sólin ikki sá, so batnaði veðrið munandi meðan kappast var.

Tey fingu eisini spenning fyri pengarnar, umframt nýggjar vinnarar í fleiri bólkum.
Serliga var tað Tvíspor Vaksin, sum spenningur var um. Hans Pauli Poulsen og Svanna høvdu vunnið báðar tær undanfarnu FM kappingarnar, men seinast var bara ein hundrandapartur av einum sekundi aftur til nummar tvey.

Hesaferð dystaðust nummar tvey og trý frá seinast móti hvørjum øðrum, Tað var Freyr við Bryndis Hjartardóttir á baki, móti Marengo við Regini Johannessen. Hetta eru tvey sera jøvn ross, tey fylgdust eisini sera væl. Tá tey komu um málið átti Freyr tó munin, men bert við 3 hundrandapartum av einum sekundi. Hetta skuldi eisini vísa seg at røkka til at vinna kappingina, tí Svanna, sum rann í seinasta riðlinum megnaði ikki at koma so langt niður í tíð.

So stór frøði á Bryndis Hjartardóttir og Onnu Magnussen úr Lamba ið eigur Freyr. Samstundis var FM kappingin aftur víðopin, Svanna er enn á odda, men bæði Freyr og Marengo hava nú møguleika at vinna FM.

Hjá teimum ungu var eisini nýggjur vinnari. Sílfa og Ása Bárðardóttir úr Havn, vunnu við einari sera góðari tíð. Nummar tvey gjørdist Silja G. Eystberg á Blanku og nummar trý Randarsól Heinesen og Spirit.

Hinar greinarnar vunnu hesi. Skeið: Reigin Johannessen á Gylling - Trav opin flokkur: Marna Anthoniussen á Oskar - Trav: Kristfríð D. Jacobsen á Grettir

Allar tíðirnar síggjast her: Úrslit ólavsøka












27. juli 2018

Ólavsøkuskrúðgongan


Ólavsøkan 2017 Mynd: Ólavur Frederiksen

Føroya Ríðingarfelag byrjaði við siðbundnu skrúðgonguni á sinni og eiga enn tann dag í dag heiðurspláss í skrúðgonguni.
Mint verður á, at øll reiðfólk, ið luttaka í skrúðgonguni skulu nýta hjálm!
Heitt verður eisini á fólk um at lata seg í hvíta skjúrtu og svart slips til skrúðgonguna - Eisini er umráðandi at hava væl vand ross so einki óhapp kemur fyri.
Skrúðgongan er Ólavsøkuaftan kl. 14, møtt verður kl 13:30 við kommunuskúlagarðin. Góða ólavsøku !!
P.s. Um onkur manglar slips við FR búmerkinum ber til at ringja tlf. 556306 (Hallur)

17. juli 2018

Vágafólk byggja ríðihøll

Høllin er næstan liðugt reist, har mangla tveir bogar

Í longri tíð hava fólk hjá Vága Ríðingarfelag, arbeitt á einum økið í Miðvági, har ætlanin er at tað skal koma bæði ríðihøll og felagsfjós til vágafólk.

Vágar eru í ríðihøpi frammaliga, aftaná Suðurstreymoy eru Vágar uttan iva tað økið har mest virksemi er innan ríðing. Við flogvøllin, ella rættari sagt við flúgvarabedingina, hava Vágafólk eisini bæði kappríðingarbreyt og rundbreyt til gongulagskappingar. Vegna flogvøll og vatn ber tó illa til at útbyggja á tí økinum.

Nakað sum reiðfólk í Vágum hava longst eftir, er eina høll, soleiðis at tað eisini ber til at ríða, tá tað er myrkt, ella um tað ikki viðrar. Hendan avmarking hevur gjørt at ríðing hjá vágafólki, næstan burturav hevur verið eitt summarítrív. Eisini hevur hetta verið ein foðring fyri at felagið kann skipa fyri undirvísing og øðrum um veturin.

Men nú er at enda vón fyri framman, nakrar eldsálir í Vága Ríðingarfelag hava gjørt økið klárt og seinastu tíðina eru flestu bogarnir reistir. Ætlanin er eisini at møguleiki skal vera hjá limum felagsins at byggja fjós fast í høllina. Íblásturin til hetta, kemur frá ríðiøkinum í Havnardali, har Tórshavnar Kommuna hevur lagt eitt sera væl umtókt økið til reiðfólk.

Hetta kann eisini gera tað at rossini í Vágum vera miðsavnað, heldur enn at standa spjadd runt í bygdinum, í gomlum neytafjósum, skúrum ella bilhúsum. Á hendan hátt ber vónandi til at skapa eitt veruligt rossaumhvørvið. Nær høllin stendur liðug er tó enn ivasamt, tað er í stóran mun somu menn, sum mynda arbeiði og vandi er sjálvandi fyri at orkan fer at ganga undan.

Vága Ríðingarfelag hevur tilvitað valt at ikki taka óv stóran fíggjarligan váða, og higartil er einki lán tikið í verkætlani. Hetta ber sjálvsagt bara til, tá tað sum í hesum førinum verður gjørt eitt so stórt sjálvboði arbeiði.


11. juli 2018

10. juli 2018

Astrid 75 ár



Í dag er stórur dagur á Gráasteini - Astrid Poulsen fyllir 75 ár. Tey sum eru í hennara aldri kenna hana helst sum bóndadóttrina úr Norðradali sum giftist til Havnar. Vit ið eru eitt sindur yngri, kenna hana sum mamma at vinfólkum og húsmóður á Gráasteini. Men flest havnarfólk, kenna hana kanska best, sum altíð smílandi andlitið í læknaviðtaluni hjá Andór Ellefsen á Frúutrøð.

Astrid er dóttir Viggo og Ingigerd Lútzen, bóndahjún í Norðradali. Tey vóru seks systkin, Lútje, Randi, Gertrud, Ellen, Oyvind og so Astrid. Uppvaksin í Norðradali og partur av teirra uppaling var at ríða til Havnar í skúla og til annað.

Astrid giftist við Hjartvar Poulsen og børnini eru Laila, Bødvar, Edda, Brestir og Beinir. Heim teirra á Gráasteini var samlingsstað hjá bæði ungum og vaksnum, ein kann næstan siga at hetta var býlingshús áðrenn hugtakið býlingshús var uppfunnið. Hjartvar var í nógv ár formaður og nevndarlimur í Føroya Ríðingarfelag og áðrenn felagshúsið í Havnardali kom, var ikki óvanligt at reiðfólk aftaná loknan túr løgdu leiðina oman á Gráastein.

Hjartvar doyði fyri nøkrum árum síðani av sjúku og hevur Astrid eisini verið fyri tí vanlagnu at missa versonin Eirik, sum var nógv heima hjá teimum. Hetta hevur sjálvsagt verið tungt, men familjan hevur stuðla Astrid væl og seinastu árini hevur hon aftur líkst sær sjálvari. Tað er ikki meira enn tvær vikur síðani, at eg møtti henni í hópi umborð á Norrønu, tá var hon farin uttanlandaferð við pensjonistafelagnum í Fuglafirði.

Fyri okkum reiðfólk hevur Astrid havt ómetaligan týdning, hon hevur altíð verið har, altíð hjálpt til. Luttikið nógv í kappingum, tað er bara nøkur fá ár síðani hon kappaðist uppi í Marknagili. - Men serliga er tað hennara mongu smáu tøk ið hava gjørt mun. Ein kaka til eitt tiltak, eina hond til hjálpar til okkurt annað og so víðari. Astrid hevur mær kunnugt ongantíð sagt nei, tá felagið hevur heitt á hana um okkurt og tá felagið ikki hevur spurt, so hevur hon sjálv bjóða seg fram, soleiðis er hon og soleiðis hevur hon altíð verið.

Takk fyri tað Astrid, tú er nakað heilt serstakt !

Vegna Føroya Ríðingarfelag - Brandur í Dali








3. juli 2018

Nýggja útgerðin kom væl við

Einans ein hundrandapartur av einum sekundi var á muni millum rossini

Undan hesum kappingarárinum, gjørdi Ríðisamband Føroya eina stóra íløgu í tíðtakingarútgerð. Gamla útgerðin ið var ogn hjá Føroya Ríðingarfelag hevði tænt fyri seg og hevði elvt til ávísar trupulleikar seinastu árini.

Nýggja útgerðin sum er av merkinum Omega, er altjóða góðkend og er hetta eitt stórt tekniskt frambrot innan føroyska ríðiítrótt.

Hvussu neyv útgerðin er, fekst sjón fyri søgn, tá riðið var kapp í Vágum leygardagin. Seinasti riðilin var so tættir at tað tyktiskt nærum vónleyst at síggja hvat var fremri av rossinum. Men við nýggja tólinum, gekk bert lítil løta, so var greitt hvør átti munin - Hetta hóast tað bert var ein hundrandapartur av einum sekundi millum múlarnar.

Umboð fyri Ríðisambandið siga at tað vilja altíð vera ymsar barnasjúkur og byrjunartrupulleikar, við einari nýggjari skipan, men at tey vænta at hetta fer at gera tað munandi lættari og meira ómaksleyst at taka tíð framyvir. Av tí at útgerðin er munandi neyvari enn tann gamla, skuldi tað eisini fyribyrgt at tað er neyðugt hjá rossinum at ríða umaftir, tey sokallaði "umryttini" sum vóru neyðug tá tvey ross høvdu somu tíð í ymiskum riðlum.

1. juli 2018

13 ára gamla Randarsól skjótari enn øll tey vaksnu

Randarsól Heinesen úr Bø á hestinum Spirit.

Í góðveðrinum í gjár, var kappríðing á flúgvarabedingini í Vágum. Kappingin skuldi vera seinasta leygardag, men var útsett vegna veður. Orsakað av nógva regninum, var breytin tá hál og ikki nóg trygg at ríða kapp á.

Hetta var ein skilagóð avgerð, í gjár skein sólin og hóast tað var eitt fitt lot, so vóru umstøðurnar framúr at ríða kapp.

Ein sum aftaná kappingina, skein um kapp við sólina, var 13 ára gamla Randarsól Heinesen úr Bø. Hon og hesturin hjá henni Spirit, ið kappast í bólkinum Tvíspor ung, gjørdi tað tað stóra bragd, at ikki bara hava skjótasti tíð í Tvíspor ung, tey høvdu eisini betri tíð enn øll tey vaksnu.
So ikki løgið at lagið var gott á ungu bíggjargentuni, sum eisini liggur greitt á odda í FM kappingini hjá teimum ungu.

Hóast tey vaksnu ikki heilt kláraðu at kappast við Randarsól og Spirit, so var tað ein sera spennandi kapping. Seinasti riðilin var millum Marengo við Regin Johannesen á baki, móti føroyameistaranum Svannu við Hans Paula Poulsen á baki. Svanna fekk munandi betri start, men Marengo kom so sterkt aftur móti endanum, at um breytin hevði verð fimm metar longri, so hevði hann helst vunnið. Tað var bara ein hundradapartur av einum sekundi á muni. Svanna vann við tíðini 18,99 og Marengo gjørdist nummar tvey við tíðini 19,00.

Vinnarar í hinum flokkunum vóru hesi,
Skeið Regin Johannesen og Gylling - Tølt Bárður Johannessen og Syrpa - Trav Marna Anthonuissen og Oscar - Tvíspor ll flokkur Hervør Olsen og Fagra.

Allar tíðirnar síggjast á leinku við her Trýst her