30. maj 2016
29. maj 2016
Systkinabarnið hjá Freddie verður navngivið á Djóradøgum í dag.
Stóra familjutiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag heldur fram í dag - millum kl 14 og 18 hava børn og barnsligar sálir møguleikan at hitta alskyns djórasløg í hugnaliga umhvørvinum hjá ríðifelagnum úti í Havnardali. Nógv fólk vóru á økinum í gjár og fólk eru longu í morgun farin at rigga til, so økið er klárt at taka móti fólkum kl 14 í dag.
Eitt sum er heilt serligt í ár, er at tað hevur verið ein navnakapping um at finna navn til nýggja kálvin hjá fjallaneytinum Lúkku. Sera nógv boð eru komin inn og verður vinnaranavnið avdúkað kl. 18 í dag, tá Djóradagar enda við einari stórari rossaframsýning, Vinningurin er atgongumerkir til Djóradagar 2017 og ein ríðitúrur á tí sera fryntligu ryssuni Evu
Kvígan Lúkka við kálvinum - Tey eru sjálvandi at síggja á Djóradøgum |
25. maj 2016
14. maj 2016
Felagsøkið liðugt asfalterað
Seinastu tíðuna hava menn fra asfaltliðnum hjá býráðnum í Havn stríðst við at leggja asfalt á felagsøkið hjá Føroya Ríðingarfelag. Hetta er liður í avtalu sum bleiv gjørd tá Tórshavnar Kommuna fekk loyvið at brúka felagshúsið til barnagarð afturi í 1998.
Tá bleiv avtalað at kommunan leigaði húsið fyri ein góðan prís fyrstu árini, afturfyri fekk Føroya Ríðingarfelag so lovað at kommunan kom at leggja asfalt á felagsøkið. Fyrstu parturin bleiv gjørdir beinanvegin, tað var rundanum felagshúsið, síðani bleiv bíða nógv ár, men í 2011 bleiv økið framvið gomlu fjósini og frammanfyri reiðhøllina afaltera. So var aftur ein steðgur men nú er so seinasta økið liðugtgjørt, tað er økið millum tey nýggu fjósini.
Fleiri orsøkir eru til at arbeiði hevur bíða so leingi, m.a. tað at avtalan segði at Føroya Ríðingarfelag skuldi sjálvt planera og klárgerða økið til asfaltering.
At so atkomuvegurin til felagsøkið eisini bleiv asfalteraður, nú tá asfaltliðið var á leiðini má metast sum eitt risa framstig og verandi til stóra gleði fyri øll sum ferðast á leiðini, bæði limir í Føroya Ríðingarfelag, Føroyskum Íslandsrossafelag og ikki at gloyma foreldur og starvsfólk í Spíranum, frítíðaskúlin ið nú heldur til í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag.
Formaðurin í Føroya Ríðingarfelag, Brandur í Dali sigur í stuttari viðmerking at felagið er sera nøgt við samstarvið við Tórshavnar Kommunu, Brandur í Dali takkar bæði borgarstjóranum, umsitingini á vaglinum og ikki mist asfaltliðnum sum øll hava gjørt eitt framúr gott arbeiði.

11. maj 2016
10. maj 2016
Avmarkað ferðsla t. 11/5
Tað verður sagt at man kann ikki gera omelett uttan at bróta eggini.... so ein dag noyðast vit at klára okkum uttan hetta vegastrekkið... wink-snýði
Vegurin millum Velbastaðvegin og Føroya Ríðingarfelag verður asfalteraður mikudagin 11/5. Hann verður stongdur frá kl. 9 til kl 16 ella til arbeiði er liðugt.

9. maj 2016
Áminning !!
Hesa vikuna undirvísir Súsanna Sand Ólafsdóttir í høllini mánadag til hósdag.
Hetta merkir ikki at høllin er stongd, men at fólk skula vísa atlit til undirvísingina. T.d. er ikki loyvt at hava leys ross í høllini. Eini góð ráð er at spyrja undirvísara um loyvi um man ivast um hvat man kann gera. Vónandi fáa tey sum eru til undirvísing eina góða uppliving, bæði fólk og ross wink-snýði

5. maj 2016
4. maj 2016
Abonner på:
Opslag (Atom)