19. november 2023

Sera stórur áhugi fyri "Ross og fólk"

 


Seinnapartin í gjár, var bókaframløga fyri nýggji bókini hjá Una Arge, Ross & fólk. 

Framløgan var í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali. Hetta var hóskandi karmur, tí bókin snýr seg um søguna hjá felagnum. Nýútbygda felagshúsið var fult av fólki, hetta kundi týtt á at bókin hevur rakt ein tørv. 

Aftaná at formaðurin, Brandur í Dali hevði bjóða fjøldini vælkomna, so fekk høvundurin Uni Arge orðið. Hann greiddi frá upprunan til bókina, um samstarvið við Hans Vilhelm Lútzen, ið var stigtakari til bókina, søgugongdina og so endaði hann við at lesa nakrar brellbitar úr bókini. 

Fólk fingu síðani høvið at síggja bókina og vóru afturmeldingarnar sera jaligar, lang bíðirøð var at fáa bók við signatur frá rithøvundanum. 

Bókin fæst frá í morgin til keyps hjá MBM Búrøkt, nethandlinum idali.fo, seinni kemur hon eisini í størri bókhandlarnar.  



16. november 2023

Bókin ”Ross og fólk” løgd fram í Havnardali leygardagin

 

F.v. Brandur í Dali, Uni Arge og Hans Vilhelm Lútzen


Leygardagin 18. november kl. 16.00 verður bókin ”Ross og fólk” um 80 ára søguna hjá Føroya Ríðingarfelag løgd fram í felagshølunum í Havnardali. Uni Arge hevur skrivað bókina.

Føroya Ríðingarfelag varð stovnað 25. februar í 1943, men søgan hjá stuttleikaríðingini byrjar áðrenn tað. Hon tók seg upp við dreingjum, sum vóru rossaansarar hjá eitt nú Reginald Østrøm og M. C. Restorff síðst í 19. øld.

Fyrsta kappríðingin var á ólavsøku í 1921. Tá varð riðið á Sundsvegnum, har Tórsbreyt er nú. Flutt varð út á Velbastaðvegin í 1928. Har varð í fyrsta umfari riðið kapp í tvey ár, áðrenn steðgur kom í.

Kappríðingarnar á Velbastaðvegnum vórðu tiknar uppaftur í 1936, og síðan hava kappríðararnir ikki helmað í. Fleiri kappríðingar komu so líðandi aftrat teirri á ólavsøku.

Føroya Ríðingarfelag fekk ríðibreyt í Marknagili í 1970, og á henni hevur verið riðið kapp øll árini síðan. Nú skal nýggj breyt gerast, tí tunnilsarbeiði órógvar breytina í Marknagili.

Føroya Ríðingarfelag gjørdi avtalu við Tórshavnar kommunu um økið í Havnardali í 1977, og fyrstu fjósini komu har í 1981.

Felaghúsið kom í 1994 og er júst útbygt. Høllin hjá felagnum í Havnardali kom í 2007. Har hevur eisini Føroysk Íslandsrossafelag egin fjós og egna høll.

Bókin ”Ross og fólk” lýsir gjølla søguna um rossahald og kappríðing í Føroyum, og frá 1943 eltir hon serliga slóðina hjá Føroya Ríðingarfelag.

Hon er 444 síður og prýdd við einum hópi av forkunnugum myndum av kendum fólkum.

Í sambandi við framløguna í Havnardali leygardagin 18. november kl. 16.00 fer formaðurin, Brandur í Dali, at siga nøkur orð, og síðan greiðir høvundurin frá arbeiðinum við bókini.

Í ritstjórnini hava verið Hans Vilhelm Lützen og Brandur í Dali.




8. november 2023

Arkitektur og góður vinur farin um sýn


 Tað kom ikki óvæntað á, tá eg leygarmorgunin í kaffistovuni hjá ríðifelagnum, fekk deyðsboðini um Gudmund S. Hansen. 

Gudmund hevur verið illa fyri seinastu tíðina og nú hevur hann so fingið frið. Mánadagin fór hann til sítt seinasta hvíldarstað tætt við Sandá. 


Orsøkin til at eg nevni at arkitekturin er farin, er tann at Gudmund hevur havt sera stóran týdning fyri ríðifelagið á tí økinum. Hann hevur teknað øll fjósini, ríðihøllina, húsið, breytir o.a. sum er á økinum hjá felagnum í Havnardali. Nýggj fjós vera vónandi bygd komandi ár og tey vera eisini bygd við tekningum hjá Gudmundi. Tá felagshúsið var útbygt seinasta ár, var Gudmund longu so sjúkur, at vit ikki vildi troytta hann meira. Men dentur var lagdur á í nýggju tekningunum, at tær skuldi gerast í sama sniðið, sum Gudmund hevði teknað upprunaliga húsið. 


Sjálvt um hann var lítillátin, so kemur hetta til allar tíðir, at standa sum ein varði um Gudmund. 


Men Gudmund var sjálvandi so nógv annað enn arkitektur, hann var sum Heri prestur segði í vøkru prædikuni, maður, pápi, verpápi, abbi og eisini langabbi. Eg kann so leggja afturat at eg haldi at hann var eisini lívsnjótari, men uppá sín heilt egna máta. Hann gekk ikki so nógv uppí slips og klædningar, men honum dámdi væl at njóta lívið, m.a. við ferðum og góðum fólki, m.a. var hann fyri nógvum árum síðani, langan ríðitúr í USA, hetta var saman við svogrinum Rólant Reinert, dóttrini Gunrid og øðrum reiðfólkum. Myndin av Gudmundi og Rólant er frá tí túrinum. 


Gudmund var uppvaksin við rossum, pápin Hans var smiður og teir fingist við ross í teirri tíðini. Men tað var helst ikki fyrr enn hann møtti konuni Svanhild, at hann veruliga kom inn í rossaheimin. Svanhild er úr Norðadali og familjan hevði ross og Gudmund hevur øll árini síðani 80’ ini havt fjós í Havnardali, fyrst saman við svogrinum, men seinastu árini var beiggjin Mortan eisini við í fjósinum.  Fjósið høvdu teir líka til fyri fáum árum síðani, tá teir allir valdi at selja bæði ross og fjós. Rossaáhugin er eisini farin víðari í slektini. Børnini Hans Albert og Gunrid hava riðið nógv og hava tey verið nógvar túrar saman.


Tað sum eg tó fari at minnast Gudmund best fyri, er at hann var eitt gott menniskja og ein góður vinur. Hann gav sær tíð at tosa við teg, lurtaði og spurdi hvussu ein hevði tað, familju o.a. Um man vitjaði hann á teknistovuni, so vóru tekningar altíð lagdar til viks og kaffi sett fram. Tú kendi eisini á tær, at hann spurdi tí hann veruliga hevði áhuga, hetta var ikki bara fyri at spyrja. Ein kendi seg væl, tá man var saman við Gudmundi. 


Vil vegna Føroya Ríðingarfelag takka Gudmundi fyri alt og sýna samkenslu til tykkum ið vara av. Serliga Svanhild og børnini Hans Albert og Gunrid, men sjálvsagt eisini til øll hini í stóru familjuni. 


Friður verið við minnið um Gudmund S. Hansen


Brandur 


4. november 2023

Seinasta freist at keypa atgongumerki er týsdagin


 Undirtøkan higartil er sera góð og nú eru færri enn 50 atgongumerkir eftir. Seinasta freist at keypa atgongumerki er týsdagin. 

Atgongumerkið vera keypt við at flyta kr. 545,- á kt. 6460- 1506589 

       Viðmerk atg. og navnið á tí/teimum ið skula hava atgongumerkið - Umráðandi er at tit tryggja tykkum at flyting verður fullfíggja. - Avmarkað atgongd