8. december 2016

Jóanis í Hoygarðinum fyriskipar ISTØLT Frederikshavn


Leygardagin 28 Januar 2017 er ISTØLT Frederikshavn 
aftur á skrá. Ein av høvuðsfyriskiparunum til 
næstan útseldu kappingina, er Jóanis í Hoygarðinum.


Íslenski Siggi Oskarsson er millum kendi nøvini sum eru við á ÍSTØLT.
                         
Ístølt kappingar eru millum stóru hæddarpunktini hjá fólkum við alsk til íslandsross. Hesar kappingar eru bæði show, sølustevna, tónleikur og undirhald á høgum støði. Ein av høvuðsfyriskiparanum Jóanis í Hoygarðinum, sigur at í ár hevur atgongumerkasølan gingið framúr væl, væntast kann at útselt verður fyri jól.

Ístølt er sum tað liggur í navninum ein gongulagskapping á ísi. Rossini eru skødd við broddum, ella píkum so tey klára at halda javnvágina á ísinum. Kappingin í Frederikshavn er sera stór í donskum høpi, m.a. sendur TV2 Nord frá kappingini, danskir fjølmiðlar eru vanliga eisini sera væl umboðaðir til hesa kapping.

Kappingin sum er leygardagin 28 Januar kemur eisini at hava føroyska luttøku, m.a. fer Jens Marni Hansen at undirhalda og Heri Dahl sum er altjóða dómara fer at døma. Jóanis í Hoygarðinum er sera spentir uppá kappingina, hann heldur at hetta átti at vera eitt sera gott høvið hjá rossaáhugaðum føryingum at sæð gongulagskapping á altjóða støðið. Fredirikshavn er í Norðurjyllandi, tætt við bæði Hirtshals og Ålborg, so her er gott samband úr Føroyum, bæði sjó og loftvegis.
Meira info um kapping er á leinkju: ISTØLT FREDERIKSHAVN

Jóanis í Hoygarðinum, Max Adelsbøll og Jan Michel Madsen

27. november 2016

Salka frá Tindsgarði aftur best í Danmark

Salka frá Tindsgarði, her við Jakob Svavar Sigurdson á baki

Føroysk aling fyri íslandsross hevur í vikuskiftinum fingið eina risa viðurkenning.

Tað var mett sum bragd tá føroyskt alda Salka frá Tindsgarði, í fjør fekk hægsta kynbótadóm fyri fýra ára gamlar íslenskar ryssur í Danmark.

Men at tað ikki var av tilvild var prógva nú DI AVL deildi út prísir fyri 2016. Aftur í ár fekk Salka hægsta dóm í sínum flokki, hesaferð í flokkinum, 5 ára gamlar ryssur. Dómurin hækkaði eisini frá 8,07 til 8,27.

Tað er Knút Lútzen ið eigur Salku. Jóanis í Hoygarðinum hevur tamt og vant ryssuna, ið er undan Glotta frá Sveinatungu og Drotning frá Leirubakka.

At ein føroyskt ald ryssa, kann klára seg so væl í altjóða høpi, vísir at tað kann loysa seg at hugsa stórt.

23. november 2016

Arbeiði við nýggja vatnleiðing liðugt !


Aftaná at hava stríðst í nkarar vilkur er hetta tað einasta sum sæst aftur - Men tað sum ikki sæst er at Robbie, Mortan og Símin hava gjørt nýggjan vatnleiðing frá brannpostinum til fordeilingspunktið norðanfyri høllina. Hetta arbeiði ger at høllin nú hevur eitt vatntrýst á 7 bar og fjósini um 4 bar. 
So nú skuldi verið lagamanni at spula og vaska, bæði høll og fjós. 
Takk fyri tit sum hava tikið hetta takið fyri okkum øll 

18. november 2016

Reiðhøllin stongd eina løtu 19/11.


Vegna jólaborðhald er Reiðhøllin stongd leygardagin 19/11 kl 10-14. 

2. november 2016

Ríðisamband Føroya væl nøgt við kappingarárið 2016

Nevndin í Ríðisamband Føroya. F.v. Zacharias R. Jacobsen, næstformaður. Brandur í Dali, formaður og Símun Skaalum, nevndarlimur.

Á regluligum nevndarfundi hjá Ríðisambandinum tók nevndin samanum kappingarárið.
Mett verður at hetta hevur verið eitt ár, har framgongd hevur verið á øllum frontum, bæði innan kappríðingar og gongulagskappingar hevur verið vaksandi luttakaratal og hetta er nakað sum ríðisambandið fegnast um.

1. november 2016

Arbeiði í Reiðhøllini

Orðatak sigur at ein kann ikki gera omelett uttan at bróta eggini. 

Man kann heldur ikki leggja vatn uttan at tað órógvar. 
Felagið er í holt við at leggja nýggjan vatnkaðal, hetta skuldi gjørt at trýstið á vatninum hækkar munanandi. Gott hjá fjósunum men alneyðugt um vit skula hava trýst á brandslangunum í høllini.
Reiðhøllin er stongd frá í dag og til arbeiði at grava vatnkaðal gjøggnum høllina er liðugt.



31. oktober 2016

Evniskvøld


8. oktober 2016

Til minnis um Regin Hansen

Herfyri andaðist ein av okkara kendi limum Regin Hansen.- Fyri at minnast Regin hava vit valt at leggja nakrar av myndinum úr savninum gamlar myndir út. 

Vit lata myndirnar tala fyri seg og vilja við hesum takka Regini fyri hansara lut í felagnum.







10. september 2016

Anna vann gávubrævið


Tá kappingarárið hjá reiðfólkunum endaði við heystkappríðing seinasta vikuskiftið, var sum vant drigið um eitt gávubræv á kr. 5.000,- frá BÚRØKT.
Hepni vinnarin í ár var Anna Magnussen úr lamba. Anna hevur seinastu árini verið millum ídnastu reiðfólkini og er hon við í mestsum hvørjari kapping, ið skipað verður fyri. Tí má tað metast sum sera uppiborið at júst hon vinnur gávubrævið í ár.

BÙRØKT er høvuðsstuðul hjá kappingunum hjá Føroya Ríðingarfelag og er hetta avtala báðir partar hava verið fegnir um. Brandur í Dali formaður í Føroya Ríðingarfelag fegnast um avtaluna við BÚRØKT og sigur at hetta heilt vist er við til at menna kappríðingina enn meira.
Ein liður í hesari menning er at felagið seinni í hesum mánaðinum, hevur evniskvøld um kappríðing og aðrar møguligar kappingar.



7. september 2016

Máni frá Kílhrauni helst skjótasti travari í heiminum.


Máni frá Kilhrauni og Knút Lútzen mynd: Brandur í Dali
Leygardagin hevði Máni frá Kílhrauni sína síðstu kappríðing í trav, Máni er 20 ára gamal og hevur verið í Føroyum síðani hann var 6 ár. Hesi 14 árini hann hevur verið í Føroyum, hevur hann verið føroyameistari heili 13 ár.
Hann hevur sligið sínar egnu banarekordir fleiri ferðir. Hansara besta tíð á 250 m í startboks er 24,4 sek og á 500 m í startboks er 45,1 sek.
Eigarin Knút Lútzen og onnur hava fylgt við og spurt seg fyri men er ikki komin fram á nakað annað ross ið hevur betri tíðir enn besta tíðin hjá Mána. Tað er sjálvandi ringt at vita, um annað ross er skjótari nú tað ikki er so vanligt at kappast einans í trav – men eingin yvi er millum rossafólk at Máni er eitt av skjótastu rossum, tá tað kemur til trav. Tí kann Máni helst kallast, skjótasti travari í heiminum, tá tað kemur til Íslandsross.

4. september 2016

Svanna tók øll á bóli

Óvæntaður vinnari í Tvíspor, og ein gamal kenningur takkaði fyri seg !


Fjalir og Vør dystast mynd: Brandur í Dali


Árliga Heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin á breytini uppi í Marknagili.
34 ross vóru við og var hetta seinasta kappingin í hesum kappingarárinum. Fyrsta kappingin var tølt, hesa grein vann Syrpa við Regin Johannesen á baki, nummar tvey var Máni við Knút Lútzen. Máni megnaði við hesi plasering at vinna FM í tølt.
Skeið vann Sokkur og Jóna Ólavsdóttir, men tey megnaði tó ikki at vinna FM. Tað kappingina vann Viti, tað er tó Jóna Ólavsdóttir sum hevur riðið Vita flestu kappingarnar í ár, so kanska kann sigast at hon fekk bæði í posa og sekk.

Tvíspor opin flokkur vann Tindur og Hans Pauli Poulsen, Fenja við superveteraninum Svenning Reinert á baki, gjørdist nummar tvey. Travkappingina vann ein annar veteranur, Máni hjá Knút Lútzen. Máni hevur vunnið fleiri enn 10 FM og vann hann tað eisini í ár. Sum skilst var hetta seinasta kappingin hjá Mána, tað verður løgið at fara til kappríðing næsta ár uttan hendan úrmæling á breytinum.

Tvíspor ung vann Brá og Ragnheiður Ólafsdóttir, Tvíspor vaksin annan flokk vann Prins við Godtfred Joensen á baki.
Mest óvæntaða úrslitið kom í Tvíspor vaksin fyrsti flokkur. Har var tað Svanna hjá Hans Paula Poulsen ið tók øll á bólið og fekk bestu tíð av øllum hendan dagin, Hans Pauli Poulsen eigur nógvar fyrstu virðislønir, men hetta var so tann fyrsta hjá Svannu.

Øll úrslitini síggjast á leinkju við at trýsta HER
























2. september 2016

Ríða kapp í Marknagili

Leygardagin kl 15:30 verður seinasta FM kappríðingin í ár - dystast verður á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili í Havn.

Markus og Freyr á Heystkappríðingini í fjør
Í morgin vera seinastu kappingarnar avgjørdar í FM stríðnum í kappríðing 2016. Fleiri kappingar eru avgjørdar men í smmum bólkum er enn opið hvør kann gerast FM vinnari.
Størsti spenningurin er í greinini Tølt, har Máni og Syrpa dystast um FM. Máni hevur undan heystkappríðingina 19 stig og Syrpa hevur 16. So her skal ikki nógv til fyri at Syrpa skal koppa Mána. Tvíspor Ung er heldur ikki endaliga avgjørt, men har skal vilja illa til um Brá ikki skal varðveita sítt FM heitið frá 2015.

Skeiðkappingina hevur Viti vunnið, hann er heili 16 stig frammanfyri nummar tvey. Trav er eisini avgjørt, har er tað Máni sum hevur endurvunnið FM, hesin úrmælingurin av einum hesti hevur vunnið FM 12 ferðir og er tað helst eindømi. Tvíspor vaksin er aftur í ár vunnið av Fúsa. Fúsi hevur tó hevur fingið munandi harðari kapping í ár enn undanfarin ár.

Allar paringarnar síggjast við at trýsta á Kappríðingarleinkja

1. september 2016

Broyting í tíðum leygardagin

Vegna jarðarferð hjá Sólveig Patursson, broyta vit tíðina fyri bæði kappríðing og veitslu leygardagin. 
Kappríðingin verður kl 15:30 - Veitslan byrjar kl 19:30
Nevndin

17. august 2016

Somu tíð, men Brá átti munin

So tætt kann tað vera aftaná 250 metrar. Mynd Diana Joensen

Aftaná ólavsøkukappríðingina var sagt at tað helst ikki kundi gerast javnari enn tað sama. Men tað kundi tað. Tað prógvaði kappingin á flúgvarabedingini í Vágum farna vikuskiftið. 
Á ólavsøku var tað Fúsi og Zacharias R Jacobsen ið átti munin á Onnu Magnussen og Freyr, men hesiferð skuldi Fúsi dystast móti Brá hjá Grækaris Joensen. Brá dystast vanliga í Tvíspor ung, men av tí at Ragnheiður Ólafsdóttir sum plagar at ríða Brá, var í Norra og reið NM var Brá flutt upp í Tvíspor vaksin og var tað garvaði reiðmaðurin Ingi S. Rasmussen, sum skuldi ríða Brá. 
Mett var at Brá hevði ein møguleika at koppa Fúsa, hesin møguleiki gjørdist helst ikki minni av at breytin í Vágum er 250 metrar, í mun til tí í Havn sum er 500 metrar.

Fólk vóru eisini sera spent til hendan dystin, óvanliga nógv fólk vóru komin at hyggja at og gjørdist tað eisini júst so spennandi sum vænta. Brá fleyg út úr startboxini og longu aftaná 50 mtr. var hon væl frammanfyri. Nú skuldi hendan leiðslan so verjast seinastu 200 metranar á mál. Tað skuldi tó vísa seg at ikki gerast heilt so einfalt, fleirfaldi føroyameistarin Fúsi vildi ikki geva seg uttan dyst. 
Fyri hvønn metur minkaði munurin og tá tey nærkaðust málinum var mest sum javnt, Brá og Ingi megnaðu tó at halda múlan frammanfyri og vunnu riðil og samstundis Tvíspor vaksin l flokkur. 
Bæði rossini høvdu somu tíð 18,5 sek, men málmyndatólið vísti at Brá átti munin. Freyr og Anna Magnussen kappaðust hesuferð móti Fimi við Beintu G. Davidsen á baki. Freyr vann rímiliga trygt sín riðil við tíðini 19,1 sek. Hetta rakk hesuferð til triðjapláss aftanfyri Brá og Fúsa.

Nú bíða øll í spenningi til 500 metrar á Marknagili tá heystkappríðingin í Havn verður har 3 septembur. Flest reiðfólk munna gleðast um stóru luttøkuna og at síggja so jøvn ross á kappingarbreytinum. 
Øll úrslitini frá heystkappríðingini hjá Vága Ríðingarfelag kunna síggjast á leinkju her: VR heystkappríðing 2016 

Myndir: Diana Joensen