Leygardagin 28 Januar 2017 er ISTØLT Frederikshavn
aftur á skrá. Ein av høvuðsfyriskiparunum til
næstan útseldu kappingina, er Jóanis í Hoygarðinum.
Íslenski Siggi Oskarsson er millum kendi nøvini sum eru við á ÍSTØLT. |
Ístølt kappingar eru millum stóru hæddarpunktini hjá fólkum við alsk til íslandsross. Hesar kappingar eru bæði show, sølustevna, tónleikur og undirhald á høgum støði. Ein av høvuðsfyriskiparanum Jóanis í Hoygarðinum, sigur at í ár hevur atgongumerkasølan gingið framúr væl, væntast kann at útselt verður fyri jól.
Ístølt er sum tað liggur í navninum ein gongulagskapping á ísi. Rossini eru skødd við broddum, ella píkum so tey klára at halda javnvágina á ísinum. Kappingin í Frederikshavn er sera stór í donskum høpi, m.a. sendur TV2 Nord frá kappingini, danskir fjølmiðlar eru vanliga eisini sera væl umboðaðir til hesa kapping.
Kappingin sum er leygardagin 28 Januar kemur eisini at hava føroyska luttøku, m.a. fer Jens Marni Hansen at undirhalda og Heri Dahl sum er altjóða dómara fer at døma. Jóanis í Hoygarðinum er sera spentir uppá kappingina, hann heldur at hetta átti at vera eitt sera gott høvið hjá rossaáhugaðum føryingum at sæð gongulagskapping á altjóða støðið. Fredirikshavn er í Norðurjyllandi, tætt við bæði Hirtshals og Ålborg, so her er gott samband úr Føroyum, bæði sjó og loftvegis.
Meira info um kapping er á leinkju: ISTØLT FREDERIKSHAVN
Jóanis í Hoygarðinum, Max Adelsbøll og Jan Michel Madsen |
Ingen kommentarer:
Send en kommentar