30. juli 2014

Sjúrður stóri sigursharrin


Ólavsøkukappríðingin var sum siður er ólavsøkudag. Hesa ferð luttóku 25 ross og vóru heilt fitt av fólki og hugdi at kappríðingini. 

Tað hendi tað heilt serliga í ár, at tað var sami eigari, ið átti vinnararossini í Tvíspor l flokkur og Tvíspor ll flokkur. Tað vóru ross hjá Sjúrða Samuelsen í vunnu báðar flokkarnar. Hetta er helst fyrstu ferð at hetta er hent í longu søguni hjá kappríðing her á landi. 

Talan var um ryssuna Urd ið vann ll fllokk við Lailu Christiansen á baki og ryssuna Vør ið vann l 
flokk við Annfini Reinert á baki. Á myndini síggja vit frá vinstru Urd og Lailu, síðani Sjúrð og longst til høgru eru Vør og Annfinn.

Hinar flokkarnar vunnu hesi, Skeið, Regin Johannesen á Gylling. Trav Anna Maria Holm Nolsøe á Mána og Tvíspor ung Oskar í Haraldstovu á Markus.

Svenning silvurmerki hjá ÍSF


Tað var sannur hátíðarrómur á ríðibreytini í gjár. ÍSF hevði avgjørt at lata Svenning Reinert silvurmerkið hjá ÍSF, sjálvur ÍSF forsetin Petur Elias Petersen var komin at handa merkið. Hann segði nøkur orð har hann m.a.gav Svenning heiður fyri sítt langa tíðarskeið innan kappríðing.
Kappingin í dag var 65 ára hald hjá Svenningi í hesi ítrótt, hetta man uttan iva vera met í føroyskum ítróttarhøpi.
Svenning er fyrsti reiðmaður í Føroyum ið vinnur hendan heiður.


Felagið ynskir Svenningi hjartaliga til lukku við silvurmerkinum !

26. juli 2014

Kappríðing á ólavsøku í nærum 100 ár !




Fyrsta kappríðing í Føroyum var á ólavsøku í 1921. Soljóðandi lýsing var í Dimmalætting 20/7-1921. 
"Ætlanin er, um nóg nógvir melda seg, at fáa í lag eina kappríðing á ólavsøku. Teir ið hava hug at vera við, kunna venda sær til ein av okkum undirteknaðu seinast týsdagin 26. Juli. Edvard Samuelsen, Gustav A. Reinert, Kjartan Mohr."
16 mans vóru við og kappríðingin var uppi á Sundsvegnum, vinnarin hesa søguligu kappríðing var Edvard í Horni.

Kappast var í nøkur ár á Sundsvegnum, men í 1928 flutti menn kappingina út á Velbastaðvegin. Samstundis var teinurin øktir frá 300 mtr. ið vóru á Sundsvegnum til 500 mtr. Hetta er enn teinurin ið riðin verður á ólavsøku. Hesu fyrstu árini, datt okkurt ár burturímillum har eingin kapping var, men síðani 1936 hevur kappríðing verið á hvørjari ólavsøku. 

Sum sæst á myndini vóru heilt nógv fólk til kappríðing hesi árini, myndin er tikin í 1957 á Velbastaðvegnum. Tað er Vilhjálmur Patursson á hestinum Fúsa, ið eisini vann kappingina hetta árið.


Føroya Ríðingarfelag var stovnað í 1943 og var endamálið millum annað at fyriskipað hesar kappríðingar. Felagið gjørdi í 1970 stásiliga nýggja ríðibreyt uppi í Marknagili, nú skuldi ikki longur ríðast á alfaravegi men á breyt ið var gjørd til endamálið. Fyrsta ólavsøkukappríðingin í Marknagil var í 1971 og hevur hon verið har hvørt ár síðani tá. 

Ólavsøkuskrúðgongan byrjaði í 1941, tað vóru reiðfólk ið skipaðu fyri, og hetta árið gingu skotskir sekkjapípublásarar á odda. Skrúðgongan fór frá Vaglinum út á Velbastaðvegin har riðið var kapp. 
Seinni bleiv hetta afturvendani tiltak har øll ítróttarfólk luttaka og hetta fer nú fram ólavsøkuaftan tá ólavsøkan verður sett.    

Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag kl. 14, og eru tað nógv sum hava tað sum fastan tátt, at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak.

25. juli 2014

Áheitan til tey sum fara á skrúðgongu


ÁHEITAN TIL LIMIR OKKARA, IÐ LUTTAKA Í ÓLAVSØKUSKRÚÐGONGUNI  

Ólavsøkan er fyri framman, eftir veðrinum í dag at døma, kundi hon fyri tað væl verið byrjað...
Eingin ólavsøka uttan skrúðgongu, ólavsøkan er ikki rættiliga byrjað, fyrr enn tú hoyrir og sær ross á vaglinum. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tað vóru rossafólk ið løgdu lunnar undir skrúðgonguni. Hetta hevur síðani vundið uppá seg, og er nú á døgum eitt tiltak ið savnar fleiri túsind fólk á vaglinum og eisini verður sent beinleiðis í kringvarpinum.
Tíðin er tó broytt nógv síðani okkara undangongumenn byrjaði skrúðgonguna. Tá var "havnin ein lítil bygd" sum ein sangari á Velbastað syngur. Havnin er voksin útum táverandi bøgarðanar, men enn eiga rossini heiðurspláss fremst og aftast í skrúðgonguni. Hetta fer vónanadi eisini at halda áfram á henda hátt í nógv ár !
Vit hava tó fingið eina áheitan frá býráðnum, um hvussu vit kunna avmarkað tað sum rossini lata liggja eftir sær niðri í býnum, og til og frá beiti.
Tað sum vit vilja heita á fólk, er um tey kunna lata rossini ið skula luttaka í skrúðgonguni, standa í fjósið ella einari girðing frá kvøldinum fyri, og harvið kanska heldur tømt tað grøna græsið har, heldur enn í havnargøtum !


Við vón um eina góða og gevandi ólavsøku.
Nevndin í Føroya Ríðingarfelag

Paringin til ólavsøku er nú tøk !



Trýst á link:
http://kappingar.ross.fo/PublicResults.aspx?tID=f1190d88-ba4a-4aae-b535-f017e0b842ef

22. juli 2014

Svenning Reinert riðið kapp í 65 ár



Kappríðingin á ólavsøku er sannur hátíðardagur hjá reiðfólkum. Men hjá einum reiðmanni er hendan løtan tó størri enn hjá teimum flestu. Hendan dagin fyri 65 árum síðani reið Svenning Reinert sína fyrstu kappríðing og hevur hann riðið kapp hvørt ár síðani. Svenning Reinert ið nú er vorðin 78 ára gamal, var fyrstu ferð við til kappríðing í 1949. Tá var riðið úti á gamla Velbastaðvegnum og málið var áraka á krossinum, har sum Landavegurin og Velbastaðvegurin møttust.

Hetta árið gjørdist Svenning nr. 2 í sínum flokki, hann reið á hestinum Ørvaodd sum farbróðurin Tummas átti. Árið eftir skuldi teir báðir aftur royna seg á ólavsøka, men tá bleiv Ørvaoddur ákoyrdir av einum lastbili sjálva ólavsøkuaftan. Hesturin kom livandi frá óhappinum, men kundi sjálvsagt ikki renna kapp dagin eftir. Svenning  gjørdi tó ikki mætari enn at lána ein hest frá Hera Jensen, hesturin var óskøddir, men skjótt var gjørt av, hann fekk skógvar undir og klárt var. Hesturin ið nevndist Sjeik rann so mikið væl, at hann bar Svenning á mál til eina fyrstu virðisløn. Hetta í einari minniligari kapping sum nógvar søgur eru fortaldar um seinni. 
Nú var so fyrsta, fyrsta virðislønin hjá Svenningi komin undir land, síðani tá eru tó nógvar komnar afturat í skjáttuna hjá stillføra manninum úr Norðadali.

Svenning sigur at tað eru bert tvær ólavsøkukappríðingar, ið eru dotnar burturímillum hjá honum øll hesu árini, tey árini hevur hann verið til skips. Men hann hann hevur tó luttikið í kappríðing á hvørjum árið.
Spurdir um hvussu ofta hann hevur verið á baki til kappríðing, sigur Svenning at tað man liggja um einar 200 kappingar. Hann sigur víðari, at sjálvt um kappríðing verður mettur sum ein harður ítróttur, hevur hann ongantíð verið í nakrari vandastøðu og vil hann viðmæla øllum ið hava møguleika til tess at royna hetta.
Vit spyrja sjálvandi eisini Svenning hvussu leingi hann ætlar at halda áfram at ríða kapp, Svenning er skjótur at svara, at hann veit at einaferð má hann leggja árarnar inn. Men enn tekur hann so eina kapping at gangin og at so leingi heilsan og hugurin er har, ætlar hann at halda áfram.

Ólavsøkuaftan í ár verður eisini serlig fyri Svenning Reinert, hann hevur fingið heiðurin at ríða fremst í ólavsøkuskrúðgonguni. Føroymeistarin í tvíspor árið fyri, hevur vanliga tann heiður at bera flaggið, men Zacharis R. Jakobsen hevur sjálvboðið latið flaggið til Svenning, hetta fyri at kunna hátíðarhalda hendan merkisdag við 65 árum í kappríðing.

Svenning fer til skrúðgonguna við sínari egnu ryssu, hon eitur Brynja, er 19 ár og gult blandingsross. Hetta er sama rossið sum Svenning fer at ríða kapp við ólavsøkudag.

20. juli 2014

Kappríðing á ólavsøku