Tá skrúðgongan við ítróttarfólki koma oman á Vaglið, til setana ólavsøkuaftan, verður tað við 18 ára gomlu reiðkvinnuni, Ranju Halsdóttur Djurhuus á odda. Ranja er verandi føroyameistari í tvíspor í kappríðing og vann sær harvið heiðurin at bera merkið á rossabakið til ólavsøkusetana.
Ranja ið er í læru sum frisør hevur riðið frá barnsbeini, hon er úr rossafamilju, eini langabbin var Aksel Hansen, ein av stovnarunum av Føroya Ríðingarfelag. Ranja var ikki meira enn 8 ára gomul. fyrstu ferð hon reið kapp, tá vann hon riðilin, men tó ikki sjálva kappingina. Seinasta kappingarár gjørdi hon tó bart, tá vann hon fleiri kappingar og harvið eisini FM í Tvíspor á hestinum Sirkill. Til skrúðgonguna verður hon tó ikki á Sirkill, hann er heldur buldrasligur til at ganga á odda í skrúðgonguni. Ranja hevur heldur lánt hestin Strák, sum brøðurnir Erlendur og Bárður Johannessen eiga. Strákur er eisini kappingarhestur, men verður mettur at hava betri sinnalag, til at fara oman millum stóru mannamúgvuna á vaglinum.
Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.
Teir ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.
Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr havn eisini komnir uppí part hesa hátíðarløtu.
Enn sum áður eru reiðfólk og hornblástur. tó sjálv ímyndin av skrúðgonguni. Ólavsøkan hevði helst verið munandi minni hátíðarlig, um ikki reiðfólk tóku sær stundir at vera við til skrúðgonguna. Frá fyrsta degi, í 1942 hevur búnin hjá reiðfólkunum verið tann sami, hvít skjúrta og svart slips.