22. februar 2023

Føroya Ríðingarfelag 80 ár

Stovnarir felagsins, f.v. Aksel Hansen, Jens Pauli av Reyni og Leivur Trónd Hansen



 Leygardagin 25. februar eru liðin 80 ár, síðan Føroya Ríðingarfelag varð stovnað. Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn hendan dagin í 1943. Stovnarar vóru Aksel Hansen, Leivur Trónd Hansen og Jens Pauli av Reyni.

Teir tríggir kallaðu til stovnandi aðalfund í bløðunum 20. februar í 1943. Í innkallingini søgdu teir, at ætlanin var at stovna felag, ið skuldi hava til endamáls at fremja ríðingina, viðlíkahalda ríðigøtur og fyrireika kappríðingar. Havnarfólk eins og fólk av bygd vóru vælkomin í felagið.

Á stovnandi aðalfundinum møttu 29 mans. Jens Pauli av Reyni beyð vælkomin og las upp eitt uppskot um viðtøkur fyri felagið. Við smávegis broytingum vórðu tær samtyktar. Eitt endamál aftrat tí, sum longu var nevnt, gjørdist at fáa til vega nýggja ríðibreyt. 

Í fyrstu nevndina komu Jens Pauli av Reyni, Aksel Hansen, Leivur Trónd Hansen, Thomas Rubeksen og Eivind Evensen. Tiltakslimir gjørdust Janus Djurhuus og Viljormur Tórsheim. Fyrsta kappríðingin hjá felagnum var í Kollafirði á hvítusunnu í 1943. Hana vann Poul Mohr.

Kappríðingar høvdu verið á ólavsøku frá 1921 til 1929 og aftur frá 1936 til 1942. Frá 1921 til 1927 varð riðið kapp á Sundsvegnum, og í 1928 varð flutt út á Velbastaðvegin. Á hesum grúsvegnum var fasta ríðibreytin, tá Føroya Ríðingarfelag varð stovnað í 1943.

Stór stig tikin

Føroya Ríðingarfelag umrøddi fyrstu nógvu árini fleiri støð at gera nýggja ríðibreyt. Ofta varð tosað um eitt øki uppi á Varða, men nevnt varð eisini, at Gundadalur, Niðaru Hoydalar og økið fram við Velbastaðvegnum kundu verið hóskandi.

Endin varð, at felagið tók nýggja ríðibreyt í nýtslu 30. august í 1970 í Marknagili. Edvard Samuelsen, sum vann fyrstu kappríðingina í 1921, kvetti snórin. Við til hátíðarhaldið var eisini Kjartan Mohr, sum var við í 1921. Í 1970 tók Føroya Ríðingarfelag eisini stig til Leynavatnsstevnuna.

Í 1977 gjørdu felagið og Tórshavnar kommuna avtalu um økið í Havnardali, har felagið bygdi sær fjós í 14 eindum. Flutt varð inn í tey fyrstu í 1980. Felagshúsið í Havnardali kom í 1994 og ríðihøllin í 2008. Í øllum trimum førunum gjørdu limirnir umfatandi sjálvboðið arbeiði.

Føroya Ríðingarfelag húsast nú í Havnardali. Í desember 2021 varð økið í Havnardali víðkað 50.000 fermetrar, og í 2022 varð sjøtul settur á at byggja felagshúsið út við 160 fermetrum. Nýggj fjós verða eisini bygd.

Nú Føroya Ríðingarfelag fer um tey 80, verður bók skrivað um ríðisøguna, ið kemur út seinni í ár.

Føroya Ríðingarfelag






19. februar 2023

Sera góð luttøka til Ringríðing

 

Sera nógv ung vóru við til Ringríðing

Leygardagin var árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag í Reiðhøllini í Havnardali. Hetta er gamalt afturvendandi tiltak, har reiðfólk við einum bambuspinni, skula raka í ein ring ið hongur á gott tveir metra hædd. 

Í ár var luttøkan sera góð og serliga hjá teimum ungu vóru nógv ross við, heili 17 ross vóru við í kappingini hjá teimum ungu, tey flestu úr Havn, men stuttligt var at síggja at ross eisini komu úr Vágum og Eysturoynni. Aftaná eina spennandi kapping, vann Eyðdis H. Djurhuus á hestinum Sirkill, tey bæði vunnu steyp til ognar. Tinna Nónklett og Snæðdis vunnu ein kraftfóðursekk frá Búrøkt fyri at vera besta grýla á rossi. 

Hjá teimum vaksnu var eisini góð luttøka, har vann Elisabeth Niclasen á Prinsessu, tey vunnu ferðasteyp og kraftfóðursekk frá Búrøkt. 

Tiltakið endaði við tunnusláing fyri bæði børn og vaksin

Eyðdis og Sirkill til vinstru og Tinna og Snæðdis til høgru

Elisabeth og Prinsessa


15. februar 2023

Ringríðing 18 februar


 

14. februar 2023

Aðalfundurin verður 4 apríl


 Kunning um aðalfund o.a. 

Vegna tað at útbyggingin av felagshúsinum ikki er liðug enn, so hevur nevndin avgjørt at aðalfundurin verður 4 apríl kl. 19. 

Ársveitslan/80'ára veitslan verður flutt til seinni, ætlanin er at veitslan verður fyrsta stóra tiltak í "nýggju" hølinum. 

Nevndin