25. maj 2025

Í Reiðhøllini er turt

 

                                                                                Mynd: Rani í Dali 

Veðrið má sær valda, Djóradagar hjá Føroya Ríðingardali, í Havnardali halda fram í dag, tó við broyttari skrá. 

Vegna veður er vælumtókta ponyríðingin flutt inn í Reiðhøllina hjá felagnum. ponyríðingin verður frá kl 17 til 18. Av somu orsøk verða hoppiborgirnar lagdar niður kl 16:50. Rossini ræðast larmin frá hoppiborginum, tí er hetta neyðugt. 

Onkrar aðrar smávegis broytingar eru eisini, onkur djór sum stóðu úti, eru tikin undur tak, og eisini hevur felagið raðfest djóravælferðina og koyrt okkurt ungt djór heim aftur til bóndan, so tað ikki skuldi standa úti í hesum veðrinum. 

Men enn er nógv at koma til í Havnardali í dag og er mestsum alt virksemi undir taki, deilt út á nøkur fjós, Reiðhøllina og felagshúsið hjá felagnum. 

Tiltakið er opið frá kl 14 til 18  og øll eru vælkomin. 





                                                                             Mynd: Rani í Dali 



18. maj 2025

Djóradagar 2025 vera 24 og 25 mai

 


Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar verður í ár tann 24 og 25 Mai.  

Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í Havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga.

 Eisini er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær í dagligdegnum. 
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing sum tað eisini verður kallað er nakað sum er ovarliga á "to do" listanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni í, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er. Eisini er felagshúsið nýligani umbygt og eru tí enn betri møguleikar at kroka eina løtu um okkurt ælið skuldi komið. 

Djóradagar er eitt familjutiltak burturav og er stuttligt at síggja somu snýðini ár aftaná ár. Tey vaksnu sum fyrstu árini komu við sínum børnum, koma nú við ommu og abbabørnum, umframt at nýggj andlit leggjast afturat á hvørjum árið. Hetta er greitt tekin um, at tá felagið byrjaði hetta tiltak á sinni, hava tey rakt ein tørv sum ikki hevur verið nøktaður áðrenn.

Tiltakið er báðar dagar, 24 og 25 mai.









opið frá kl 14 til 16.