20. juni 2019

Ungdómsmenning leygarmorgunin 22 juni

So er ungdómsmenning aftur á skránni.


Kom ríðihøllina hjá Føroya Ríðingarfelag leygarmorgunin 22 juni kl.10.00 
Nina undirvísur í gonguløgunum: Fet, trav, tølt og lop.

17. juni 2019

UNGDÓMIN EIGA VIT GÓÐAN !

NÚ ERU TEY EISINI FARIN AT FYRISKIPA EGNAR KAPPINGAR

Fyri nøkrum árum síðani var samtykt at Føroya Ríðingarfelag í einari roynd at menna ungdómsarbeiði, skuldi hava eina ungdómsnevnd manna/kvinna, við ungdómi.

Hugsjónin er at tey ungu vita best hvat tey ungu vilja, og soleiðis man tað helst eisini vera. Fyri at hjálpa teimum ungu, velur nevndin í felagnum ein vaksnan "vegleiðara" til tey ungu. Ein sum kann royna at halda tey á kós og siga hvat ber til, og helst ikki óv ofta hvat ikki ber til.

Sum eitt ítøkiligt úrslit av hesum verður kapping fyriskipa í Reiðhøllini sunnudagin, hetta er kapping sum tey ungu eiga við húð og hár, tey hava sjálvi gjørt hugskot reglar og uppslag, tað skula tey eiga stórt rós fyri. Mær kunnugt vóru tær so sjálvstøðugar at vegleiðarin var ikki eftirspurdir, fyrr enn kappingin var lýst og kunngjørd

- Stuttligt við so virkisfýsnum ungdómi, ivist ikki í at hesar eiga eina framtíð í nevndini hjá felagnum.

Meira um kapping er at lesa her ella á fb her
https://www.facebook.com/Ungd%C3%B3msnevndin-hj%C3%A1-F%C3%B8roya-
r%C3%AD%C3%B0ingarfelag-819105538434456/


11. juni 2019

Kappríðing verður við Leynavatn, leygardagin 15. juni kl.15

So verður kappríðing aftur við Leynavatn.
Kappríðingin verður leygardagin 15. juni kl.15.00.
Kappast verður í hesum greinum: Skeið, trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin.

Tilmelding er á tlf. 556306 og 292014

Freistin fyri tilmelding er mikukvøldið 12. juni kl.19.00