Aftaná stormskaðan á Tølthøllina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag, hevur nevndin í Føroya Ríðingarfelag gjørt av, at fyribils opna sína høll fyri limir í Føroyskum Íslandsrossafelag.
Hetta verður gjørt á tann hátt at reiðhøllin stendur opin hvørt kvøld millum klokkan 17:30 og 21:30. Tey ið vilja nýta høllina meira enn hetta kunna venda seg til onkran í nevndini hjá F.R. um at fáa lykil.
Eisini vera onnur tiltøk hjá Føroyskum Íslandsrossafelag flutt oman í Reiðhøllina hjá F.R. Her er talan um skeið og kappingar sum eru lýstar at vera í vár.
Vit í nevndini hjá Føroya Ríðingarfelag harmast stórliga um skaðan á Tølthøllina og vilja við hesum bjóða liminum hjá Føroyskum Íslandsrossafelag hjartaliga vælkomnir oman til okkum og vóna vit fáa ein hugnaligan vetur saman í reiðhøllini.
Nevndin í Føroya Ríðingarfelag
21. december 2013
19. december 2013
Ávaring !
Nú fyrrapartin er stórur vindskaði hendur á Tølthøllina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag.
Hetta hevur við sær at tilfar flýgur runt á økinum og verður kraftiga heitt á fólk um IKKI at fara út á økið fyrr enn vindurin er minkaður.
Vinarliga deili hetta á tykkara vanga so fólk vera ávaraði um vandan.
Hetta hevur við sær at tilfar flýgur runt á økinum og verður kraftiga heitt á fólk um IKKI at fara út á økið fyrr enn vindurin er minkaður.
Vinarliga deili hetta á tykkara vanga so fólk vera ávaraði um vandan.
16. december 2013
Skeið í skógving / Skógving
SET X Í KALENDARIN 31/01 TIL 02/02-2014.
Okkum stendur í boði at fáa íslandsmeistarin í skógving 2013, Gunnar Halldórsson at koma hendanvegin at halda skeið og verður eisini møguleiki at fáa Gunnar at skógva onnur ross.
Skeið og skógving er sett at vera dagarnar 31/01 til 02/02-2014 og verður í reiðhøllini hjá Føroya Ríðingarfelag.
Skógviskeið verður fyriskipa á tann hátt, at tann ið kemur á skeið hevur tvey ross við, har Gunnar so leggur lag á og gevur góð hugskot um góðan og rættan hátt at skógva meðan tú í samráð við Gunnar skøðir tíni ross. Ein kann kalla hetta hugtak fyri "learning by doing".
Kostnaður fyri skógviskeið er kr. 1.200,- + skógvar.
Skógving hjá Gunnari kostar kr. 500,- + skógvar.
Avmarkað pláss til bæði skeið og skógving.
Tilmelding fer fram hjá Brandur í Dali á tlf. 511618.
Les meira um Gunnar Halldórsson á leinkju:
http://www.isibless.de/
Skógvar o.a. frá Topreiter Føroyar vera at fáa á staðnum meðan skeið og skógving er.
Abonner på:
Opslag (Atom)