21. april 2012

Viðgerð

Jorun Skryseth úr Noregi er áhuga at koma til Føroyar at viðgera ross. Hygg inn á hennara heimasíðu og gev afturmelding um hetta er nakað fyri tykkum :)

http://www.equiterapi.no/

Tannrøkt

Síðst í apríl mánaða (vika 18) koma Glenn rossatannlæknin og Jórun aftur til Føroyar.
Tá tey vóru her síðst í oktober, vóru tey og hugdu/ordnaðu tennirnar hjá fleiri av rossunum. Vit vilja veruliga tilmæla hetta til onnur, tí arbeiði verður gjørt sera gott og munandi betur enn um tennirnar t.d. bert verða fílaðar við einari rasp. Um áhugi er fyri tí, kann Jórun eisini geva akupunktur/kiro, hetta er sera gott fyri ross, ið eru stív o.s.v. Glenn verður í Føroyum í viku 18 Áhugaði kunnu tegna seg á t-post: joso@paradis.dk Meldi til í góðari tíð, so tey fáa gjørt eina arbeiðsætlan, ið er so effektiv sum møguligt.
Heidi H. Samuelsen

17. april 2012

Myndir frá Ríðiskeiði




Myndir frá ríðiskeðinum eru at finna á leinkjuni
klikka á her

8. april 2012

Ríðihøllin stongd


Frá 11 til og við 15 Apríl er ríðihøllin stongd vegna ríðiskeið við Jón William Bjarkason.

5. april 2012

Góður vognur til sølu.


Cheval-Liberte 2002XL árg 2002 til sølu Sera vælhildin, bremsir eru nýligani skiftar. Eginvekt 700kg, lastar 1300 kg prísur kr. 27.000,-
Ring 511618 um tú hevur áhuga ella onkran spurning.

Djóradagar 2012


Fyrireikingar til djóradagar 2012 eru byrjaðar. Hevur tú eitt djór sum tú heldur kundi verið áhugavert hjá øðrum at sæð ella veit tú um okkurt, er tú vælkomin at siga okkum frá á telduposti branduridali@gmail.com við at ringja 511618

4. april 2012

Nevndin skipað seg

Aftaná aðalfundin herfyri hevur nýggja nevndin skipað seg.
Hans Vilhelm Lútzen heldur fram sum formaður, Bødvar Poulsen var valdur sum næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Anna Maria Holm Nolsøe, Andreas Lútzen og Brandur í Dali. Tiltakslimir eru Mortan Hansen og Ingi Sjúrðason Rasmussen.
Djóradagar og eitt nýtt summar við ríðitúrum og kappríðing stendir fyri framman so nevndin hevur nógv at taka sær av komandi tíðina.

3. april 2012

Ruddingardagur fluttur

Tað er viðtikið at broya skránna hjá FR soleiðis at ruddingardagur IKKI verður 05/05 sum lýst í skránni, men heldur 12/05.
Hetta er gjørt fyri at fólk hava møguleika at rudda heima í grannalagi o.a. tá almenni ruddingardagurin hjá býráðnum er og so koma út at hjálpa okkum at snøgga um á felagsøkinum vikuna aftaná.