Poul Hansen á Marmaranki við Kambsmúla í 1976 |
Djóradagar 2023 eru av - Sum so ofta eyðnaðist tiltakið væl, ein slakur men hugnaligur dagur við avbjóðingum vegna veður og so ein framúr dagur, har alt eyðnaðist og fólk í túsindatalið vóru á økinum.
Poul Hansen á Marmaranki við Kambsmúla í 1976 |
Vælumtókta ponyríðingin verður í dag |
Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali, eru altíð vælumtóktir millum børn og barnsligar sálir.
Tað sást sjónliga í gjár tá tað hóast keðiligt veður, eftir umstøðunum vóru nógv fólk og vitjaðu. Veðrið argaði tó so illa at nevndin sá seg noydda at avlýsa vælumtóktu ponyríðingina. Fyri at fólk ikki skuldi kenna seg snýtt, bleiv tó avgjørt at øll ið hava keypt armbond og seðlar til leygardag, kunna brúka hesi til øll tiltøk, ið eru í dag sunnudag. Felagið hevði eina plan b at ponyríðingin skuldi vera inni, men mett var at tað var óv nógvur gangur inni í høllini, til at tað var trygt at hava ponyríðing inni.
Djóradagar eru í dag frá kl 14-18 og endar við ríðiframsýning á breytini. Beint tá ponyríðingin er liðug um kl 18, kemur gongulagslandsliðið í íslandsríðing at vísa gonguløg og kl 18:15 koma ung úr feløgunum í Havnardali at vísa ymiskt fram. Hetta er alt undir tí kønu hond, hjá ungdómsmennaranum hjá ríðisambandinum, hon eitur Nina Brockie.
Stóra reiðhøllin kemur væl við um eitt æl kemur |
Nýútbygda felagsúsið er stásiligt og har er dekka upp til kaffi o.a. Eisini reiðhøllin ið er heili 60x26 mtr. er gjørd út til at taka móti fólki. Tey flestu djórini eru eisini undir takið, so eingin noyðist at sita heima regnið skuldi komið.
Djóradagar enda í dag kl 18, men halda so fram aftur í morgin sunnudag frá kl 14 til 18.
Ponyríðing er altíð vælumtókt á Djóradøgum |