30. juli 2023

Sera lítil munir millum tey bestu á ólavsøku

Anna Magnussen og Freyr eiga munin á Regin Johannessen og Thor


Tað var undan kappingina ólavsøkudag, spátt um at Tvíspor l flokkur, kundi gerast sera spennandi. So var eisini, hvørki veðurguðar ella aðrir guðar kundi forða fyri hesum. Tí hóast veðrið ikki var til vildar, so munna tað vera ár og dagar síðani at so nógv ross hava verið so jøvn, í  kappríðing í Føroyum. Munurin millum nummar eitt og tvey var 6 hundrandapartar av einum sekundi og munurin millum nummar eitt og nummar seks var bara gott hálvt sek.

Vinnari á degnum gjørdis unga Ása Bárðardóttir, ið kappast í sínum fyrsta árið millum tey vaksnu. Ása Bárðardóttir kappast á sínari egnu ryssu ið eitur Silfá. Nummar tvey á degnum gjørdist Anna Magnussen á Freyr og nummar trý, Regin Johannessen á Thor. 

Kiljan og Simona Tornby eiga so dánt munin á Gretti Reyða og Eyðdis H. Djurhuus. 



Hetta merkir at vit hava eina sera spennandi kapping um FM heitið. Nú tríggjar av fimm kappingum hava verið, hava vit havt tríggjar ymiskar vinnarar. Bragi vann við Leynavatn, Thor vesturi í Vágum og nú vann so Silfá á ólavsøku. Fullfíggjað stigatalva kemur á síðuna her seinni. 

Tvíspor ll flokk vann veteranurin, Hans Pauli Polsen á Tindi, nummar tvey gørdist Rebecca Jørgensen á Tobba og nummar trý var Geir Wardum á Urd. Tvíspor ung, vann skjóti hesturin Sirkill úr Nólsoy, Ranja Halsdóttir Djurhuus ríðir á Sirkill. Trav vann systur Ranju, hon eitur Yrsa Halsdóttir Djurhuus og reið á hestinum Grettir, hetta er helst fyrstu ferð at Yrsa Halsdóttir Djurhuus sum hevur aldur til børn, vinnur kappingargrein hjá vaksnum. 

Seinastu tvær greinarnar vann Bárður Johannessen. Tølt vann hann á hestinum Stráki og Skeiðkappingina á ryssuni Syrpu. Bárður er eisini pápi Ásu Bárðardóttir, ið vann Tvíspor l flokk, so har hevur helst verið gleði og gaman, heima hjá teimum um kvøldið aftaná kappríðingina.  



Annfinn Brekkstein varaborgarstjóri handaði steyp á degnum. Her Tvíspor l flokkur
F.v. Regin Johannessen, Ása Bárðardóttir og Anna Magnussen

 

27. juli 2023

Metstór luttøka í ólavsøkukappríðingini

 

Nógvir spennandi riðlar eru helst í væntu ólavsøkudag

Tað vera heili 44 ross ið fara at kappast í ólavsøkukappríðingini í ár. Hetta er hægsta luttøkutalið hesumegin aldarskiftið. Kappingin verður sum vant í Marknagili, ólavsøkudag kl 15.

Rossini er deild soleiðis - Í Tølt eru 7 ross, Skeið 6 ross, í Trav eru 12 ross, Tvíspor ung 7 ross, Tvíspor vaksin ll flokkur 4 ross og Tvíspor vaksin l flokkur 8 ross. 

Har tað í nøkrum greinum finnast rættiliga greiðir favorittar, so er tað í Tvíspor Vaksin l flokkur, nærum vónleyst at meta um hvør vinnur. Tað hava higartil í ár, verið tvær kappingar. Tí fyrstu við Leynavatn, vann Bragi við Elisabeth Niclasen á baki og í Vágum vann Thor við Regin Johannessen. Hesir báðir hestarnir muga metast at hava ein góðan kjans at vinna á ólavsøku, men hvørki fyrrverandi føroyameistarin, Freyr, verandi føroyameistarin, Svanna, ella hini rossini í Tvíspor l flokki skula undirmetast. Útav 8 rossum sum eru við í bólkinum, kunna tey 6 helst meta seg hava ein góðan møguleika at vinna heiðursmerkið á degnum, meðan hini bæði heilt vist hava vónirnar. Eisini skal havast í huga at í Marknagili kappast l flokkur á 500 mtr, har tað bæði við Leynavatn og í Vágum verður runnið 250 mtr, hetta broytir nakað uppá fortreytirnar hjá rossunum - Alt hetta skuldi borga fyri eina spennandi kapping á ólavsøku.

Travkappingin kann eisini gerast spennandi. Hetta er størsti bólkur á degnum. Í Tvíspor ung er eisini vert at leggja tilmerkis at Sirkill við Ranju K. H. Djurhuus á baki, higartil í ár hevur havt betri tíðir enn tey vaksnu til báðar kappingarnar, so hetta er ein sera skjótur hestur. Á ólavsøku ber tó ikki til at samanbera tíðirnar, tá tey ungu ríða 250 mtr, meðan l flokkur sum fyrr nevnt renna 500 mtr. 

Allar paringarnar síggja við at trýsta  HER





  

25. juli 2023

Barbara og Forseti vera fremst í skrúðgonguni

Mynd: Faroephoto - Barbara Carlsen og Forseti koma at ganga á odda í skrúðgonguni

Tað verður í ár Barbara Carlsen og hestur hennara, Forseti, ið koma at ganga á odda fyri árligu skrúðgonguni til setana av ólavsøku. Barbara Carlsen gjørdist føroyameistari í Tvíspor í fjør og hevur tískil tann frammíhjárætt at ganga á odda fyri skrúðgonguni í ár. Hon vann FM á ryssuni Svannu hjá Hans P. Poulsen, men hevur tó valt at marsjera við sínum egna hesti. 

Barbara Carlsen sigur at hon kennir seg sera trygga á Forseta, og tað at hesturin fyrr hevur roynt at gingið á odda fyri skrúðgonguni, ger bara valið lættari. Barbara Carlsen sigur annars um Forseta, ið er 19 ára gamal íslenskur hestur, at hann kann brúkast til alt, fjallatúrar, kappingar o.a.. Hesturin er væl vandir og Barbara Carlsen sigur at tað at hon kennir hestin so væl, ger at hon hevur fult álit á honum. Forseti skal eisini kappast í Marknagili ólavsøkudag. Fyrru ferðina Barbara Carlsen og Forseti gingu fremst í skrúðgonguni, var í 2021. Eisini tá vegna tað at Barbara Carlsen var vorðin føroyameistari árið fyri, við ryssuni hjá Hans P. Poulsen. 

Barbara hevur riðið frá barnsbeini av, uppvaksin við Marknagilsvegin var ringt ikki at luttaka í rossalívinum, ið var og er har um leiðina. At foreldrini eru grannar hjá Heðin Samuelsen sum átti ross, gjørdi ikki støðuna verri. Hon reið eisini kapp longu á heilt ungum árum, m.a. eisini á rossið hjá Hans Paula Polsen, tá á gomlu Svonnu, mammu Svonnu núverandi føroyameistaranum. Barbara sigur seg eisini hava fingið gott í beinini frá Poulsen familjuni á Gráasteini.

Skrúðgongan er gamal ólavsøkusiður, reiðfólkini byrjaði skrúðgonguna longu í 1942. Í nógv ár var Sverri Trónd sjálv ímyndin av ólavsøkuna, tá hann reið á odda fyri skrúðgonguni. Tá hann gavst, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at flaggberi skuldi vera tann ið var føroyameistari í Tvíspor vaksin árið fyri. Um hesin ber seg undan, velur nevndin flaggberan.  

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag ið varar av rossunum í skrúðgonguni, hava í ár lagt eyka dent á at reiðfólkini koma við væl vandum rossum, hetta skula eisini vera ross ið tola troðkan og nógvan gang. Kanska serliga er hetta alneyðugt í ár, nú alt er broytt við nýggju ánni á Vaglinum. 



 

22. juli 2023

Ólavsøkukappríðing