23. april 2015

Áheitan um ross á felagsøkinum


Nú tað so líðandi er farið at nærkast várið, vilja vit heita á okkara limir um at fara væl um økið hjá okkum. Her verður serliga hugsa um tey sum brúka økið hjá felagnum til beiti.
Hetta er nakað sum hevur vundið uppá seg seinasti árini, men meiningin er bara at økið skal beitast sum sjúkrabeiti.

So vælsignaði tit sum stilla rossini út - hugsið tykkum væl um, vísið atlit til bøin, vit hava ein sáttmála við kommunna sum sigur at vit skula fara væl um økið.
Minst til, eingin limur eigur framíhjárætt til nakað beiti, heldur ikki tí viðkomandi hevur brúkt tað fyrr. So vísið varsemi, so tað ikki endar við at eingin sleppur at brúka nakað....

19. april 2015

ÓKEYPIS ROSSAUNDIRVÍSING FYRI BØRN OG UNG


Nina Brockie og Gundrid Hansen fara í morgin at byrja eitt royndarprojekt við undirvísing fyri børn og ung. Hetta fer fram í felagshúsinum hjá felagnum. Nevndin fekk á aðalfundinum herfyri áheitan frá limum um at fyriskipa okkurt líknandi og tá heitt var á Ninu og Gunrid vóru tær til dystin fús.

Nevndin er sera takksom at fáa júst tær báðar at skipa fyri hesum, hetta ti vit meta tær hava nógv at geva frá sær, bæði innan rossalærdóm, men kanska serliga tað at báðar hava útbúgving innan

12. april 2015

ÁMINNING UM LIMAGJALD 2015

Hey tit - bara ein lítil áminning um nakrar fyrimunir við at vera limir í Føroya Ríðingarfelag !

1 - Tú hevur atgongd til felagshúsið (Lykil krevst)
2 - Tú hevur atgongd til breytir felagsins 
3 - Tú hevur atgongd til Reiðhøllina (Lykil krevst)
4 - Tú hevur møguleika at luttaka í kappingum hjá F.R., V.R og F.Í.R.
5 - Tú er fevndir av trygging hjá ÍSF tá tú venur ella kappast við rossum
6 - Atkvøðurætt á aðalfundum felagsins
7 - Møguleika at keypa sær básaplass á felagsøkinum hjá F.R. (Tað er krav at vera limur at eiga bás)

Limagjald 2015 er ásett at vera kr. 50,- (0-15 ár) og kr 100,- (16 ár og eldri)

TRÝST Á HER FYRI AT KOMA TIL ASKUR OG LIMAGJALD

7. april 2015

Hjartastartari á felagshúsinum

Fyri at økja um trygdina hjá okkara limum og teimum mongu vitjandi á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag, hevur nevndin avgjørt at keypa ein hjartastartara.
Tólið er sett upp á suðursíðuni á felagshúsinum har hann skuldi verið mest sjónligur.
Okkara vón er sjálvandi at tað ikki verður brúk fyri tólinum, men nú er hann so har um brúk skuldi verið fyri tí.