13. august 2023

16 ára gomul nærkast FM í Tvíspor l flokki

 Tvær FM kappingar vóru avgjørdar í Marknagili leygardagin og í Tvíspor l flokki nærkast 16 ára gamla Ása Bárðardóttir FM

Ása Bárðardóttir og Silfá hava nú eina greiða leiðslu í Tvíspor l flokki

Tvær FM kappingar eru nú avgjørdar, hóast ein kapping er eftir. Tað eru systrarnar Ranja og Yrsa H. Djurhuus sum vunnu ávíkavíst Tvíspor ung og Trav leygardagin. Ranja H. Djurhuus á hestinum Sirkill sum hevur heimstað í Nólsoy og Yrsa H. Djurhuus á Gretti av Argjum.  

Í Tvíspor l flokki er líkt til at vit nú hava ein greiðan favorit. Tað er ryssan Silfá við ungu reiðkvinnuni Ása Bárðardóttir á baki. Tær vunnið hesuferð og av tí at teir nærmastu kappingarneytarnir endaði aftarliga á degnum, so er stigamunurin nú so stórur, at tað skal ganga illa um Silfá og Ása Bárðardóttir ikki vinna FM um tvær vikur. Ikki tað, rossini eru so tøtt og jøvn í ár at alt kann henda.

Grani og Hallur Hansen gjørdist nummar tvey á degnum, tað er bert aðru ferð at Grani er við til kapping, so hetta var eitt flott úrslit hjá teimum báðum. Nummar trý gjørdist føroyameistarin frá í fjør, Svanna við Barbaru Carlsen á baki. Aftaná eitt heldur misjavnt kappingarár hjá Svannu og Barbaru Carlsen, var tað gott at síggja, at tær báðar, enn kunna bjóða hinum av. 

Tøltkappingina vann Tango við Halli Hansen, teir liggja nú javnir við stigum við Strák og Bárð Johannessen ið gjørdist nummar tvey á degnum. Skeiðkappingina vann sami Bárður Johannessen, hesuferð á Syrpu, Tey liggja væl fyri at vinna FM í Skeið. 

Travkappingina vann unga Lív Gregersen á hestinum Dropa úr Gøtu, nummar tvey var Elisabeth Niclasen á Prinsessu og nummar trý FM vinnarin Yrsa H. Djurhuus og Grettir. Tvíspor ung vann FM vinnarin Sirkill og Ranja H. Djurhuus, nummar tvey var Spirit við Hanus Patursson á baki og nummar trý var Stormur og Yrsa H. Djurhuus. 

Tvíspor ll flokk vann Kambur úr Syðradali, bóndin Sigtór Lútzen var reiðmaður, nummar tvey var Tindur við Hans Paula Poulsen og nummar trý Tobbi og Rebecka Jørgensen

Seinasta kappingin verður vesturi í Vágum 26 august. 

Øll úrslitini frá kappingini síggjast her: Úrslit her





11. august 2023

Ríða kapp í Marknagili leygardagin


Stórur spenningur er í fleiri greinum, nú fjórða av fimm FM kappingum, verður á breytini í Marknagili, leygardagin kl 15 - Størstur spenningur er helst í Tvíspor l flokkur, men vit kunna taka støðurnar í tí røðini greinarnar eru. 

Í Tølt eru heili fýra ross sum hava møguleika at vinna FM. Fremstur er Strákur við 14 stigum, tvey ross liggja nummar tvey við 12 stigum, tey eru Sirkill og Tango. Beint í hølinum á teimum er Tibrá ið hevur 11 stig. - Skeiðkappingin tyktist meira ella minni avgjørd áðrenn ólavsøku. Stígur úr Bø, hevði vunnið báðar tær fystu kappingarnar og lá greitt á odda. Á ólavsøku gjørdi Syrpa tó ein vørr og vann, og av tí at Stígur gjørdist nummar trý á degnum. er munurin teirra millum nú bara tvey stig. Stígur hevur 18 stig og Syrpa 16 stig. Travkappingin er helst avgjørd, Grettir av Argjum hevur vunnið alt higartil, hevur 21 stig og tað skal ganga honum illa, um hann ikki vinnur FM. Nummar tvey í Trav er prinssesa við 12 stigum. 

Eisini Tvíspor ung er mest sum avgjørt, Sirkill hevur vunnið allar kappingarnar, hevur 21 stig og tykist einaráðandi í greinini. Kappingin um annað pláss er í løtuni millum Grettir Reyða og Kiljan, teir hava ávíkavist 12 og 11 stig. 

Tann spenningur ið ikki er í Tvíspor ung, hann er til ólukkumát tilstaðar í Tvíspor vaksin l flokkur. Har eru heili fýra ross ið hava møguleika at vinna FM. Fremst eru Silfá og Thor, tey bæði hava 15 stig. Beint í hølinum á teimum kemur Bragi við 14 stigum og Freyr ið hevur 12 stig. Seinasti riðilin í kappingini leygardagin er millum Silfu og Thor, hinir báðir FM avbjóðarinir eru deildir í hvør sín riðil, so har kann alt henda, spennandi verður í øllum førum. 

Allir riðlarninir kunna síggjast við at trýsta her. Hestkappríðing 2013