10. september 2016

Anna vann gávubrævið


Tá kappingarárið hjá reiðfólkunum endaði við heystkappríðing seinasta vikuskiftið, var sum vant drigið um eitt gávubræv á kr. 5.000,- frá BÚRØKT.
Hepni vinnarin í ár var Anna Magnussen úr lamba. Anna hevur seinastu árini verið millum ídnastu reiðfólkini og er hon við í mestsum hvørjari kapping, ið skipað verður fyri. Tí má tað metast sum sera uppiborið at júst hon vinnur gávubrævið í ár.

BÙRØKT er høvuðsstuðul hjá kappingunum hjá Føroya Ríðingarfelag og er hetta avtala báðir partar hava verið fegnir um. Brandur í Dali formaður í Føroya Ríðingarfelag fegnast um avtaluna við BÚRØKT og sigur at hetta heilt vist er við til at menna kappríðingina enn meira.
Ein liður í hesari menning er at felagið seinni í hesum mánaðinum, hevur evniskvøld um kappríðing og aðrar møguligar kappingar.



7. september 2016

Máni frá Kílhrauni helst skjótasti travari í heiminum.


Máni frá Kilhrauni og Knút Lútzen mynd: Brandur í Dali
Leygardagin hevði Máni frá Kílhrauni sína síðstu kappríðing í trav, Máni er 20 ára gamal og hevur verið í Føroyum síðani hann var 6 ár. Hesi 14 árini hann hevur verið í Føroyum, hevur hann verið føroyameistari heili 13 ár.
Hann hevur sligið sínar egnu banarekordir fleiri ferðir. Hansara besta tíð á 250 m í startboks er 24,4 sek og á 500 m í startboks er 45,1 sek.
Eigarin Knút Lútzen og onnur hava fylgt við og spurt seg fyri men er ikki komin fram á nakað annað ross ið hevur betri tíðir enn besta tíðin hjá Mána. Tað er sjálvandi ringt at vita, um annað ross er skjótari nú tað ikki er so vanligt at kappast einans í trav – men eingin yvi er millum rossafólk at Máni er eitt av skjótastu rossum, tá tað kemur til trav. Tí kann Máni helst kallast, skjótasti travari í heiminum, tá tað kemur til Íslandsross.

4. september 2016

Svanna tók øll á bóli

Óvæntaður vinnari í Tvíspor, og ein gamal kenningur takkaði fyri seg !


Fjalir og Vør dystast mynd: Brandur í Dali


Árliga Heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin á breytini uppi í Marknagili.
34 ross vóru við og var hetta seinasta kappingin í hesum kappingarárinum. Fyrsta kappingin var tølt, hesa grein vann Syrpa við Regin Johannesen á baki, nummar tvey var Máni við Knút Lútzen. Máni megnaði við hesi plasering at vinna FM í tølt.
Skeið vann Sokkur og Jóna Ólavsdóttir, men tey megnaði tó ikki at vinna FM. Tað kappingina vann Viti, tað er tó Jóna Ólavsdóttir sum hevur riðið Vita flestu kappingarnar í ár, so kanska kann sigast at hon fekk bæði í posa og sekk.

Tvíspor opin flokkur vann Tindur og Hans Pauli Poulsen, Fenja við superveteraninum Svenning Reinert á baki, gjørdist nummar tvey. Travkappingina vann ein annar veteranur, Máni hjá Knút Lútzen. Máni hevur vunnið fleiri enn 10 FM og vann hann tað eisini í ár. Sum skilst var hetta seinasta kappingin hjá Mána, tað verður løgið at fara til kappríðing næsta ár uttan hendan úrmæling á breytinum.

Tvíspor ung vann Brá og Ragnheiður Ólafsdóttir, Tvíspor vaksin annan flokk vann Prins við Godtfred Joensen á baki.
Mest óvæntaða úrslitið kom í Tvíspor vaksin fyrsti flokkur. Har var tað Svanna hjá Hans Paula Poulsen ið tók øll á bólið og fekk bestu tíð av øllum hendan dagin, Hans Pauli Poulsen eigur nógvar fyrstu virðislønir, men hetta var so tann fyrsta hjá Svannu.

Øll úrslitini síggjast á leinkju við at trýsta HER
























2. september 2016

Ríða kapp í Marknagili

Leygardagin kl 15:30 verður seinasta FM kappríðingin í ár - dystast verður á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili í Havn.

Markus og Freyr á Heystkappríðingini í fjør
Í morgin vera seinastu kappingarnar avgjørdar í FM stríðnum í kappríðing 2016. Fleiri kappingar eru avgjørdar men í smmum bólkum er enn opið hvør kann gerast FM vinnari.
Størsti spenningurin er í greinini Tølt, har Máni og Syrpa dystast um FM. Máni hevur undan heystkappríðingina 19 stig og Syrpa hevur 16. So her skal ikki nógv til fyri at Syrpa skal koppa Mána. Tvíspor Ung er heldur ikki endaliga avgjørt, men har skal vilja illa til um Brá ikki skal varðveita sítt FM heitið frá 2015.

Skeiðkappingina hevur Viti vunnið, hann er heili 16 stig frammanfyri nummar tvey. Trav er eisini avgjørt, har er tað Máni sum hevur endurvunnið FM, hesin úrmælingurin av einum hesti hevur vunnið FM 12 ferðir og er tað helst eindømi. Tvíspor vaksin er aftur í ár vunnið av Fúsa. Fúsi hevur tó hevur fingið munandi harðari kapping í ár enn undanfarin ár.

Allar paringarnar síggjast við at trýsta á Kappríðingarleinkja

1. september 2016

Broyting í tíðum leygardagin

Vegna jarðarferð hjá Sólveig Patursson, broyta vit tíðina fyri bæði kappríðing og veitslu leygardagin. 
Kappríðingin verður kl 15:30 - Veitslan byrjar kl 19:30
Nevndin