Gjørdist ikki sørt skakkur tá eg leygardagin, staddur á kajini í Hirtshals, í bíðirøðini til Norrønu fekk deyðsboðini um Petur Nolsø.
Ikki tað, Petur var eingin ársungi, og man visti, at hann seinnu árini ikki var heilt so birgur sum fyrr. Men Petur var ein maður, man lætt gjørdist góður við, tí vóru boðini tung.
Nógv kallaðu Petur fyri Føroya besta sølumann. Og teimum kann eg bara taka undir við ! Tær gávurnar vóru viðføddar, men tær vóru eisini nýttar á ein góðan og ofta stuttligan hátt. Tá Petur koyrdi runt og seldi, spurdi hann ikki kundarnar um teir skuldi hava okkurt. Hann spurdi hvussu nógv teir skuldi hava. Men hann gjørdi hetta á ein hátt, har eingin føldi seg snýttan, og øll gjørdist í góðum lag tá Petur kom at vitja.
Hendan sølan vaks ár um ár. Ikki tað, eg havi varhugan av, at hann arbeiddi ikki fyri at ríka seg upp, hetta var bara ein máti hjá honum at kunna gera tað honum dámdi. Hetta at ferðast og vitja fólk. Og so ikki minst, at kunna hava djórini og alt annað hann hevði uppi undir Ternuryggi, tað var hetta Petur livdi fyri. Hann var mitt í verðini, tá hann fekk vitjan og fekk høvið at vísa fólki djórini, stásiligu umstøðurnar og ikki minst savnið, sum er samanbygt við fjósið. Petur var søguglaður maður, serliga bar hann tokka til Napoleon Bonaparte og Nólsoyar Páll, viðhvørt hugsaði eg, at hann í savninum droymdi seg burtur í tíðina teir báðir livdu.
Meini eg var við seinasta felagsríðitúrin Petur var - Hetta eru longu nøkur ár síðani. Poul Mohr var eisini sín seinasta felagstúr tann dagin. Leiðin gekk norður undir Stiðarkoppar, veðrið var frálíkt, kavi, stilli og sól. Og teir báðir garpanir hugnaðu sær óført - Hetta sjálvt um teir, hvør í sínum lagið, vóru argir um at teir skuldu hava hjálp at koma í saðilin. Tá teir vóru komnir upp á rossið, vóru teir tó sum tveir sprelskir unglingar.
Petur var góður við ríðifelagið, sat eisini eitt skiftið í nevndini - Hann spurdi javnan hvussu gekk, og um hvat gekk fyri seg í Havnardali. Men tað kom tó ongantíð uppá tal hjá honum, at hansara ross skuldi út í Havnardal, tey vildi hann hava við hús. Tá felagshúsið kom upp á sinnið og fyrsta veitslan var hildin har, var Petur sjálvandi við. Felagið var tá spert fíggjarliga. Íløgan í húsini var stór, og til veitsluna var ikki ráð at keypa borðbúnað. So tað var brúkt plastikbestik - Hetta dámdi Peturi lítið, men heldur enn at gera nakað hóvasták, gav hann aftaná veitsluna, felagnum eitt komplett sett av Victorinox borðbúnaði. Soleiðis var Petur - Felagið brúkar enn hetta settið. Rímiligt er fylt uppá síðani, men tað fer altíð at vera gávan frá Peturi, sum vit brúka, tá vit fara til borðs í felagshúsinum.
Petur var so nógv annað enn reið,- og sølumaður. Hann var vágbingur, mentanar,- vertskaps,- og tjóðveldismaður, umframt at vera vinar, familju, barnakærur, og so mangt annað, als ikki neyðturviliga í hasari raðfylgju.
Tað er nógv man kundi fortalt um Petur, men eg vil við hesum orðum, vegna Føroya Ríðingarfelag, takka Petur Nolsø fyri hansara tøk fyri felagið, og mangar góðar løtur, bæði í haga, í álvara og í vertskapið. Samstundis vísa vit við hesum, djúpastu samkenslu til døturnar Anniku, Tinu og Ruth við familju, Katrin og døturnar við familju og øðrum ið stóðu Peturi nær.
Friður verið við minninum um merkismannin og vininum Petur Nolsø
Brandur