25. december 2015
24. december 2015
Svenning Reinert 80 ár
Svenning Reinert á ryssuni Brynju |
Kvøða
til eina fyrimynd
Førum
fram yvir dalar og fjøll –
Føroya havoygdi ungdómur reysti –
fremjum ítrótt og fimleik um vøll –
latum forndansin dynja í høll –
skipið kvæðini snjøll –
trínum lættliga fram og við treysti.
Føroya havoygdi ungdómur reysti –
fremjum ítrótt og fimleik um vøll –
latum forndansin dynja í høll –
skipið kvæðini snjøll –
trínum lættliga fram og við treysti.
Hesi
orðini hjá Janusi Djurhuus eru helst hóskandi, tá ein skal skriva
eina heilsu til fyrimyndina hjá okkum reiðfólkum, Svenning
Reinert, nú hann jóladag rundar tey 80 árini.
Svenning
Reinert er sjálv ímyndin av kappríðing sum ítrótt her á landi.
Hann reið kapp fyrstu ferð longu í 1949. Hetta er somikið
langtsíðani at avoldaða heimastýrislógin var enn fesk,
fólkatalið í havnini var gott 5000 og føroyska fíggjarlógin var
áljóðandi 5 milliónir danskar krónur. Men mest umráðandi
fyri Svenning var helst at Føroya Ríðingarfelag var 6 ára gamalt
og longu tá í fagrasta blóma.
Tá
var riðið kapp úti á Velbastaðvegnum, málið var áraka har sum
krossurin er. Hetta árið gjørdist Svenning nr. 2 í sínum flokki,
á hesti nevndur Ørvarodd ið farbróðurin Tummas átti.
Síðani
tá, ja síðani 1949 hevur Svenning riðið kapp hvørt ár. Hetta
er heilt vist eindømi innan kappríðing, ikki bara í Føroyum, men
í øllum heimunum. Longu árið eftir, í 1950 vann Svenning sína fyrstu, fyrstu virðisløn, hesaferð á hestinum Sjeik sum Heri
Jensen átti.
Hetta
er sum so bragd í sjálvum sær, men stóra bragdið hjá Svenningi
er at tá onnur góvust, tá helt hann á, og tað er vorðið sum
bragd. Tað sum er heilt serstakt við Svenningi er at hann er
serstakliga treiskur. Hóast honum ikki dámar at tapa so gevst hann ikki á
hondum. Ikki tað, havi ongantíð hoyrt hann sagt, at hann ikki
dámar at tapa, men tað sæst skiliga at lagið er betri tá hann
hevur vunnið.
Munurin
á honum og øðrum reiðfólkum er tó tann, at har nógv bara tíma
at ríða kapp tá tey vita seg hava møguleika at vinna, so møtir
Svenning upp líkamikið hvussu útlitini eru. Hetta tí honum dámar
ítróttina og dámar at kappast við onnur. Hetta er tíanverri
sjáldsamt nú á døgum, tí eru vit sera takksom at eiga eina
tílíka eldsál millum okkum í felagnum.
Svenning
hevur hóast luftalsliga høga aldurin enn ross, og hevur eisini
verið at sæð á ríðibreytinum hetta kappingarárið. Vit í
nevndini í Føroya Ríðíngarfelag vóna at síggja teir eyðkendu
reyðu selanar hjá Svenningi á ríðibreytinum aftur komandi ár.
Hjartaliga
til lukku við føðingardegnum Svenning Reinert
Vegna
Føroya Ríðingarfelag
Brandur
í Dali
Gleðilig jól
Føroya Ríðingarfelag ynskir øllum eini gleðilig jól.
Í ár valdi nevndin í FR at geva eina serstaka gávu til David Nordendal, sum herfyri gavst sum formaður hjá Føroyskum Íslandsrossafelag. David hevur øll árini verið sinnaður fyri samstarvið millum feløgini og hetta eru vit takksom fyri.
Enn einaferð gleðilig jól øll somul - nær sum fjar
13. december 2015
Jólahugni við rossum
Hesi ungu framførdi til jólahugnan |
Gunrid Hansen og Nina Brockie Hansen hava í heyst undirvíst einum hópi av børnum, og hesi vísti í dag ein part av tí tey hava lært.
Nógv fólk vóru komin í Reiðhøllina at hyggja og eyðnaðist hetta sera væl - Nevndin í Føroya Ríðingarfelag sigur seg vóna, at kunna endurtakað okkurt líknandi tiltak næsta ár.
Nakrar myndir frá framsýningini síggjast á leinkju niðanfyri
Myndir er her !
11. december 2015
Innasta økið stongt fyri ferðslu
"Tað grør um gangandi fót" sigur orðatakið
Her skal helst einki grógva, men um fáar vikur er vónandi asfalt lagt á her - Til tað er liðugt, vilja vit heita á fólk at fara so væl um sum gjørligt. Bilar eru bannaðir, uttan við loyvi frá nevndini - og tey sum hava fjós innanfyri, royna sjálvsagt at fara styttsu leið um arbeiðsøkið !
8. december 2015
7. december 2015
Ríðiskeið við Súsonnu Sand Ólafsdóttir - GG. Skeið er fullteknað
GG. Skeið er fullteknað
Tað hevur eyðnast at fáa íslensku Súsonnu Sand Ólafsdóttir til Føroya at halda skeið.
Súsanna er sera dugnalig, útlærd ríðilærari á Hólum og er eisini forkvinna í Felag Tamningamanna.
Tað hevur eyðnast at fáa íslensku Súsonnu Sand Ólafsdóttir til Føroya at halda skeið.
Súsanna er sera dugnalig, útlærd ríðilærari á Hólum og er eisini forkvinna í Felag Tamningamanna.
3. december 2015
Abonner på:
Opslag (Atom)