25. juli 2024

Ása og Strákur ríða fremst í ólavsøkuskrúðgonguni

 


Tað verður heilt serstøk løta hjá 17 ára gomlu Ásu Bárðardóttir, tá ólavsøkan verður sett í ár. Ása Bárðardóttir skal ríða á odda og vera flaggberi í ólavsøkuskrúðgonguni. Orsøkin er tann at hon í fjør vann FM í tvíspor vaksin í kappríðing. Siður hevur seinastu árini verið, at FM vinnarin far í boði at ríða fremst á ólavsøku árið eftir. Um FM vinnarin ikki tekur av, so er tað nevndin í Føroya Ríðingarfelag sum heitur á annað reiðfólk um at bera flaggið. 

Ása Bárðardóttir hevur riðið frá tí hon var heilt lítil og hevur fleiri ferðir vunnið FM í Tvíspor ung. Í fjør var fyrsta árið honn kappaðist millum tey vaksnu, men har gjørdi hon bart og vann FM heitið sum einans 16 ára gomul. Tá hon ríðir kapp er tað á sínari egnu ryssu Sílfu, men nú til skrúðgonguna, fer hon at ríða á Stráki, sum familjan eigur. 

Skrúðgongan er gamla ólavsøkusiður ið byrjaði longu í 1942. Reiðfólkini tóku stig til hana og vóru í byrjani einasti ítróttarfólkini í skrúðgonguni, men so líðandi eru fleiri og fleiri ítróttargreinar komnar við. Fyri nøkrum árum síðani komu so eisini býráðspolitikkarir við. Enn eiga rossini tó heiðurspláss í skrúðgonguni og eisini siðvunna plássið at standa á Tinghúsvegnum framvið garðinum hjá Jacob Lútzen og Anton Degn, júst sum tey hava gjørt í væl yvir hálva øld.

19. juli 2024

Kappríðing verður í Marknagili ólavsøkudag kl.15.00


Ólavsøkudag kl.15.00, verður tann árliga ólavsøkukappríðingin.
Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 26. juli kl.19.00

4. juli 2024

Ólavsøkukappríðingin verður aftur í ár í Marknagili


Ólavsøkukappríðing hevur verið á hvørjum árið síðani 1936

Tað hevur valdað stór óvissa um hvussu fór at vera við kappríðingini á ólavsøku í ár. Kappríðing var fyrstu ferð á ólavsøku í 1921 og aftaná ein lítlan steðg hevur hon verið fast hvørt ár síðani 1936. Vegna nýggja innkomuvegin uppi í Marknagili, hevur tó verið óvist um hvussu fór at vera í ár.

Nú meinar nevndin í Føroya Ríðingarfelag tó at at hava funnið eina nøktandi loysn, tað er ikki ein optimal loysn, men felagið vil leggja nógv fyri, at røðin av kappríðingum ikki skal vera brotin. 

Tí hevur felagið við góðari hjálp frá Articon, Tórshavnar Kommunu og Berghestum gjørt eina ætlan, so ríðast kann í Marknagili aftur í ár. Ætlanin er at venda breytina og sostatt ríða øðvugtan veg. Hetta viðførir nakrar avjóðingar við áskoðarum, parkering o.a. Men vónin hjá felagnum er at hetta kemur at ávirka sum minst. 

Nógv fólk hava sum fastan sið at byrja ólavsøkudag við kappríðing, tí metir Føroya Ríðingarfelag at tað er neyðugt at finna loysnir, so ríðast kann í Marknagili. Hetta er kanska serliga átrokandi nú so nógvir aðrar ítróttargreinar eru givnar at hava kappingar á ólavsøku.

Nærri kunning kemur seinni. 

27. juni 2024

ÆTTARLIÐSSKIFTI Í KAPPRÍÐING

f.v. Ása Bárðardóttir, Silja G. Eystberg og Birna Jóanesarson

Kappríðingin við Leynavatn herfyri, vísti greið tekin um at eitt ættarliðsskifti er á veg í kappríðingini. Nummar eitt, tvey og trý í Tvíspor vaksin vóru allar undir 18 ár. Eisini vóru allar kvinnur, so kanska er tað eitt tekin um nýggjar tíðir. 

Tær tríggjar eru eisini sera dugnaligar og leggja nógva orku í ítróttin. Tær hava kappast nógv í Tvíspor ung, men nú hava tær so tikið sigurspallin frá teimum vaksnu. Ása Bárðardóttir ið gjørdist nummar tvey við Leynavatn á ryssuni Silfu, er verandi føroyameistari, Silja G. Eystberg ið kappast á hestinum Óðin, vann fyri fystu ferð hjá teimum vaksnu, tær báðar eru úr Havn, meðan Birna Jóanesarson ið gjørdist nummar trý við hestinum Braga, er úr Saltangará. 

Nú verður spennandi at fylgja við í teimum næstu kappingunum, um tey vaksnu megna at svara aftur, ella um hetta er eitt ættarliðskiftið ið er komið fyri at vera. Næsta kapping verður vesturi í Vágum nú sunnudagin kl 15. 

17. juni 2024

Silja átti dagin við Leynavatn


 

Tá árliga kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var við Leynavatn, var tað serliga unga Silja Geirsdóttir Eystberg sum gjørdi vart við seg


Unga havnagentan gjørdi bart og vann báðar greinarnar hon luttók í. Aftaná at hon hevði vunnið tøltkappingina á Tango, so vann hon eisini sína fyrstu kapping í Tvíspor vaksin. Hetta var á hestinum Óðin. Tað var tó ikki uttan kapping, munurin í millum nr eitt og nummar fimm í Tvíspor var einans 43 hundrandapartar av einum sekundi. Hetta er sjáldsama tætt og boðar frá einum spennandi kappingarárið. Nr. tvey gjørdist verandi føroyamesitarin Ása Bárðardóttir á Silfu og nr trý var Birna Jóanesarsson á Braga. Tíðirnar vóru ávíkavíst. 20,16 - 20,33 og 20,34. 

Kappingar endaðu soleiðis. 

Tølt 100 mtr. Nr. 1 Tango - Silja G. Eystberg 14,81 Nr. 2 Strákur - Bárður Johannessen 15,23 Nr. 3 Brynjar - Regin Johannessen 15,59    

Skeið 100 mtr. Nr. 1 Orka - Ranja H. Djurhuus 11,35 Nr. 2 Brúni - Jóannes Debes 11,98 Nr. 3 Tyrla - Yrsa H. Djurhuus 14,27

Trav 250 mtr. Nr. 1 Gletta - Marner Joensen 43,57 Nr. 2 Gígur - Simona Tornby 45,73 Nr. 3 Dropi - Lív Gregersen 50,37

Tvíspor ung 250 mtr. Nr. 1 Thor - Sólrun S. Lútzen 20,26 Nr. 2 Marengo - Yrsa H. Djurhuus 21,21 Nr. 3 Spirit - Hanus Patursson 21,45

Tvíspor vaksin ll flokkur 250 mtr. Nr. 1 Litbrá - Elisabeth Niclasen 22,87 Nr. 2 - Tobbi - Tummas Davidsen 22,96

Tvíspor vaksin l flokkur 250 mtr. Nr. 1 Óðin - Silja G. Eystberg 20,16 Nr. 2 Silfá - Ása Bárðardóttir 20,33 Nr. 3 Bragi - Birna Jóanesarsson 20,34

Aftaná FM kappingina var stuttleikakapping. Hana vann Hallur Hansen á Grana, nummar tvey var Beinta Niclasen á Freyr og nummer trý Sigtór Lútzen á Kambi.  









5. juni 2024

So verður aftur kappríðing við Leynavatn


Leygardagin 15 juni kl.15.00, verður aftur kappríðing við Leynavatn.

Hetta er 55´inda ferð, vit skipa fyri kappríðing við Leynavatn.

Aftaná kappríðingina verður stuttleikakappríðing og um kvøldið verður bál og felagssangur.

25. maj 2024

Djóradagar byrja kl 14 í dag

Nógv ymisk djór eru at síggja á Djóradøgum 

 Hóast verkfall er, so verður árliga árliga tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag hetta vikuskiftið. Byrja verður kl 14 í dag og endar tað kl 18. Sama søgan endurtekur seg í morgin sunnudag. 

Felagið hevur lagt nógv fyri, so at verkfallið ávirkar sum minst - Sum vanligt so verður stór framsýning av djórum, kaffisøla við vaflum o.ø. ponyríðing, hoppiborgir o.a.. Ætlanin er at tyrlan sksl vitja kl 15 í dag, so vit muga vóna at tað klárnar so frægt at teir finna um hálsin og inn í Havnardal. 

Tiltakið er á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali, vanliga vitja á 5-6000 fólk tiltakið, men nú verður spennandi at síggja hvussu nógv koma hesuferð - Eitt jaligt er um færri vitjandi eru, at so eru bíðirøðirnar tað styttri, so kanska er hetta júst lagaliga løtan at vitja Djóradagar.  








19. maj 2024

Djóradagar vera sum ætlað

 

Djóradagar vera í Havnardali 25 og 26 mai 

Á nevndarfundi í vikuni gjørdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag av, at Djóradagar skula haldast, sjálvt um møguleiki er fyri at verkfallið kemur at ávirka tiltakið nakað. 

Djóradagar hava verið hvørt ár seinastu 20 árini, undantikið koronaárini. Tí vil felagið leggja nógv fyri at tiltakið skal vera sum minst ávirka av verkfallinum. Byrjað verður longu í dag at rigga til á økinum. 

Vanliga eru áleið 5-6000 vitjandi til Djóradagar og nevndin sigur at eingin orsøk er at setast aftur. Veðurvánirnar til komandi vikuskiftið eru eisini heilt góðar, tí skuldu allar fortreytir verið til staðar fyri einum hugnaligum vikuskftið í Havnardali. Tiltakið er 25 og 26 mai, báðar dagar frá kl 14-18.  






18. april 2024

Djóradagar 25 og 26 mai

 



Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar er í ár tann 25 og 26 Mai.
Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í Havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga.

 Eisini er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær í dagligdegnum. 
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing sum tað eisini verður kallað er nakað sum er ovarliga á ynskilistanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni í, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er.

Djóradagar er eitt familjutiltak burturav og er stuttligt at síggja somu snýðini ár aftaná ár. Tey vaksnu sum fyrstu árini komu við sínum børnum, koma nú við ommu og abbabørnum, umframt at nýggj andlit leggjast afturat á hvørjum árið. Hetta er greitt tekin um, at tá felagið byrjaði hetta tiltak á sinni, hava tey rakt ein tørv sum ikki hevur verið nøktaður áðrenn. 

Síðani at felagshúsið bleiv útbygt eru umstøðurnar til kaffisølu og vesi munandi betri enn tær hava verið fyrr, m.a. er tað eitt stórt frambrot at man nú eisini hevur vesi til rørslutarnaði, hetta er nakað sum saknur hevur verið í. 











17. april 2024

Skeið á skrá

 


16. marts 2024

Limadagur við páskahugna


 

13. marts 2024

Súsanna Sand á vitjan


 

3. marts 2024

Tveir nýggir nevndarlimir, sami formaður




f.v. Barbara Carlsen, Eva L.S. Klemmentsen, Osvald S. Johansson,
Tummas P. av Reyni, Birita Lútzen, Bergfríð Lassen og Brandur í Dali 


Føroya Ríðingarfelag hevði aðalfund herfyri. Sum so ofta so var hetta ein lívligur fundur har væl av fólki var møtt. Reiðfólk hava ongantíð verið skorin fyri tungubandinum, so kjakið gekk sum siður er lívligani fyri seg. 

Nevndarval var eisini. Hesi vóru vald í nevndina, sum á fundi í dag hevur skipað seg soleiðis. Formaður, Brandur í Dali, næstformaður, Osvald S. Johansson, nevndarlimir, Tummas P. av Reyni, Eva L.S. Klemmentsen og Birita Lútzen. Tær báðu síðstnevndu eru nývaldar. Tiltakslimir eru Barbara Carlsen og Bergfríð Lassen. 

Felagið ið nú hevur 81 ár á bakið, er millum stóri ítróttarfeløgini í Havn og har eru nógvar verkætlanir í gongd í løtuni. Størsta ætlanin er helst nýggj kappríðingarbreyt. Felagið fekk ein stóran trupulleika tá tað vísti seg at nýggji innkomuvegurin kom beint á breytina sum felagið eigur uppi í Marknagili. Her verður arbeitt við nýggjari breyt á økinum hjá felagnum í Havnardali.

Onnur mál ið nevndin hevur fyri framman eru m.a. Djóradagar, FM kappingar, nýbygging av fjósum og so hevur nývalda nevndin eisini sett sær fyri at fáa eina betri virkandi limaskipan, til teir áleið 300 limirnar.  





16. februar 2024

Teldupostadressur


Í samband við at limakunning o.a. skal sendast út sum teldupostur, 
vilja vit heita á allar limir, um at senda okkum teirra 
teldupostadressu á brandur@idali.fo

 

8. februar 2024

Aðalfundur 27 feb


 Aðalfundur verður í felagshúsinum týsdagin 27/02-2024 kl.19.00


Skrá sambært viðtøkunum

Uppskot til aðalfundin, skulu verða felagnum í hendi, í seinasta lagi 8 dagar undan fundinum

Fjósanevndin hevur fund sama dag kl.18.00

Nevndin


5. februar 2024

Ringríðing