Fyri at skapa áhuga fyri og aktivitet á nýggju heimasíðuni, er ætlanin at gera nøkur átøk av ymiskum slagi. Hesi verða byrja og roynd, so hvørt sum brúkilig hugskot kunnu gerast til veruleika.
Eitt av hesum hugskotum er at gera eina myndakapping fyri rossafólki, har myndir frá ríðitúrum verða nýttar til kappingina. Sum byrjan, er ætlanin at leggja nýggja mynd út einaferð um vikuna. Um fleiri hava rætt svar, verður drigi lut ímillum røttu svørini.
Hetta er ætla sum ein stuttleika kapping, tískil er eingin vinningur, og svørini frá øllum eru sjónlig. Møguligt er eisini geva svarið "anonymt" um ein ikki hevur hug at verða nevndur.
Hvussu eitur hetta øki ?
Svara við at trýsta á "viðmerkingar" niðanfyri.
Vegleiðing niðanfyri við at trýsta á "Les meira"