Fyri at skapa áhuga fyri og aktivitet á nýggju heimasíðuni, er ætlanin at gera nøkur átøk av ymiskum slagi. Hesi verða byrja og roynd, so hvørt sum brúkilig hugskot kunnu gerast til veruleika.
Eitt av hesum hugskotum er at gera eina myndakapping fyri rossafólki, har myndir frá ríðitúrum verða nýttar til kappingina. Sum byrjan, er ætlanin at leggja nýggja mynd út einaferð um vikuna. Um fleiri hava rætt svar, verður drigi lut ímillum røttu svørini.
Hetta er ætla sum ein stuttleika kapping, tískil er eingin vinningur, og svørini frá øllum eru sjónlig. Møguligt er eisini geva svarið "anonymt" um ein ikki hevur hug at verða nevndur.
Hvussu eitur hetta øki ?
Svara við at trýsta á "viðmerkingar" niðanfyri.
Vegleiðing niðanfyri við at trýsta á "Les meira"
Vegleiðing
Fyri at svara, skal vanliga trýstast á "viðmerking", sí mynd 1 niðanfyri.
Um vegleiðingin er frammi, skal trýstast á "Send en kommentar" fyri at svara, sí mynd 2 niðanfyri.
(Hetta er sama mannagongd um viðmerkingar skulu gerast til greinar)
Mynd 1
mynd 2
Tá kemur nýggj mynd fram, sí mynd 3 niðanfyri
1. Svarið skrivast undir "Efterlad din kommentar", sí pkt.1.
2. Grøna orði omanfyri pkt.2 skal skrivast inn í "Bekræftelse af ord", sí pkt.2
3. Síðani skal veljast "Name/URL" og navni skrivast beint niðanfyri, sí pkt.4 ella..
4. ...skal veljast "Anonym", sí pkt.4.
5. Svarið verður skrásett við at trýsta á "Udgiv din kommentar", sí pkt. 5
.
2 kommentarer:
nevnast skal at hetta er vanlig ríðileið og er ímillum havnina og leynavatn.
Eingin grund er at verða bangin fyri at gita, tí gitast kann sum ónevndur eisini..!
mindin er tikin úr sunnara botni,vatndalur oman fyri stígar
Send en kommentar