Minst til hjálmin
Ólavsøkan er aftur fyri framman og tí verður mint á, at ØLL reiðfólk, ið luttaka í skrúðgonguni skulu nýta hjálm!
Heitt verður eisini á fólk um at lata seg í hvíta skjúrtu og svart slips til skrúðgonguna - Eisini er umráðandi at hava væl vand ross so einki óhapp kemur fyri.
Skrúðgongan er Ólavsøkuaftan kl. 14, møtt verður kl 13:30 við kommunuskúlagarðin.
Góða ólavsøku
P.s. Um onkur manglar slips við FR búmerkinum ber til at ringja tlf. 556306 (Hallur)