6. september 2017

Svenning Reinert heiðraður við Gullnálini hjá ÍSF



Á heystkappríðingini hjá Føroya Ríðingarfelag leygardagin, var 81 ára gamli Svenning Reinert heiðraður við gullnálini hjá ÍSF. Tað var forsetin í ÍSF, Elin H. Joensen, ið handaði Svenning Reinert nálina og skreytblað. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag handaði eisini Svenning Reinert gávu frá felagnum og takkaði honum fyri øll árini hann hevur kappast.

Svenning Reinert helt eisini stutta røðu, har hann takkaði eldsálinum í Føroya Ríðingarfelag, fyri at tey hava gjørt tað møguligt at kappast øll hesi árini. Svenning Reinert legði dent á stóra munin frá kappast var á landsvegi á Velbastaðvegnum, til nú har dystast verður á breytini við Marknagil.
Samstundis takkaði Svenning Reinert eisini fyri Gullnálina hjá ÍSF. Svenning Reinert segði at fyri hann, var hetta ein stórur heiður, sum hann var ómetaliga takksamur fyri.





4. september 2017

Svanna tók øll á bóli og vann FM

Svanna og Hans Pauli Poulsen vinna bæði kapping og FM

Hóast tað var ein ávísur spenningur, undan kappingina leygardagin, mundi tey flestu helst vænta, at tað fór at vera fleirfaldi føroyameistarin Fúsi ið fór at standa eftir við FM heitinum.
Fúsi hevði trý stig fleiri enn Svanna úr Havn, hetta merkti at tað ikki var nokk hjá Svannu at vinna, har skuldi vera minst eitt annað ross millum hana og Fúsa.

Svanna og Hans Pauli Poulsen gjørdi eisini sína skyldu, tey vóru í næstseinasta riðlinum og vunnu trygt á Óðin við Sórun Poulsen á baki. Tíðin hjá Svannu var 34,0. Fúsi við Beintu G. Davidsen á baki høvdu tó allar møguleikar, tá tey skulda ríða móti Freyr og Bryndis Hjartardóttir.

Tað gjørdist tó ikki nøkur løtt uppgáva hjá Fúsa, rossini fylgdist fyrstu 250 metrarnar, men frá har av fóru Freyr og Bryndis Hjartardóttir so líðandi undan Fúsa, sum hesar seinast metrarnar, tapti bæði riðil, kapping og FM heitið. Tíðin hjá Freyr var 34,3 og Fúsi fekk 34,5.
Sostatt vann Svanna FM heitið í Tvíspor vaksin 2017. Sama stigatal sum Fúsi, men tá er tað tann sum er fremst á Heystkappríðingini sum vinnur FM

Vinnarir í hinum bólkunum vóru, Skeið Gylling og Regin Johannesen, Trav Fenja og Hallur Hansen, Tvíspor ung, Spirit og Randarsól Heinesen, Tvíspor Vaksin ll flokkur, Tittan og Geir Wardum

Øll úrslit síggjast á leinkju niðanfyri

ÚRSLIT !!



























1. september 2017

Svenning Reinert takkar fyri seg

Aftaná 68 ár í kappingum, hevur Svenning nú valt at takka fyri seg, her sæst hann á ryssuni Brynju 

Í morgin leygardagin kl 14 verður árliga heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag.
Tað sum helst er serligt við hesari kappingini, er at sjálv ímyndin av føroyskari kappríðing, Svenning Reinert, úr Norðadali hevur boða felagnum frá at hetta verður hansara seinasta kapping.

Svenning Reinert sum er 81 ára gamal, hevur riðið kapp í samfull 68 ár. Hetta er fyri vist eitt met, sum ongantíð verður tikið. Tá Svenning reið kapp fyrstu ferð, var fálkatalið í havnini gott 5000 og føroyska fíggjarlógin áljóðandi 5 milliónir krónur.

So nógv vatn er runnið í ánni, síðani hesin úrmælingurin í 1949, saðlaði hestin Ørvarodd á breytini úti á Velbastaðvegnum. Flestu reiðfólk minnast helst hestin Grana og seinasti mongu árini hevur tað verið ryssan Brynja, ið hevur borið norðadalsmannin á kappingarbreytinum.

Svenning Reinert sigur sjálvur, at nú Brynja ikki orkar longur, so hevur hann valt at takka fyri seg, Hesa seinastu kappingina ríður Svenning Reinert á Tyru, hjá Onnu Magnussen.
Vit í Føroya Ríðingarfelag vilja eisini takka Svenning Reinert, fyri hansara treysti øll hesi árini,

Annars eru 23 ross við á heystkappríðingni, deild soleiðis at 4 kappast í Skeið á 100 mtr. 5 í Trav á 250 mtr, 6 í Tvíspor ung, eisini á 250 mtr. og so eru 8 ross í Tvíspor vaksin deild í tveir bólkar.
Hugaligt er serliga at síggja at 6 ross eru í Tvíspor ung, hetta er stórur vøkstur og ber boð um góðar tíðir fyrr kappríðing.

Spenningur er kanska serliga um FM heitið í Tvíspor vaksin - Her dystast Svanna, hjá Hans Paula Poulsen og Fúsi, hjá Zacharias R. Jacobsen um FM heitið. Fúsi eigur munin við 24 stigum, meðan Svanna hevur 21 stig, so helst man Fúsi vera favorittur at varðveita sítt FM heitið.

Øll rossini kunna síggjast á leinkjuni niðanfyri her

Paring til Heystkappríðing 2017