27. juli 2017

Skrúðgonga




Ólavsøkan er aftur fyri framman ! 

Føroya Ríðingarfelag byrjaði við siðbundni skrúðgonguni á sinni og eiga enn tann dag í dag heiðurspláss í skrúðgonguni.
Hetta krevur tó eisini nakað av okkum sjálvum, um vit vilja hava virðing frá øðrum muga vit eisini virða onnur, heitt verður tí á fólk at lata seg í hvíta skjúrtu og svart slips til skrúðgonguna, nevndin heitir á reiðfólkini at nýta hjálm ! - Eisini er umráðandi at hava væl vand ross so einki óhapp hendir. 

Skrúðgongan er Ólavsøkuaftan kl. 14, møtt verður kl 13:30 við komunuskúlagarðin. Góða Ólavsøku !!

P.s. Um onkur manglar slips við FR búmerkinum ber til at ringja tlf. 236699 (Hallur)

Stórur spenningur undan ólavsøkukappríðingini

Freyr og Fúsi fara nærum jøvn um strikuna á ólavsøku í fjør.

Tað man helst vera nógv ár síðani, so stórur spenningur hevur verið undan kappríðing á ólavsøku.

Tey kønu meta at tað eru heili fýra ross, ið hava møguleika at vinna Tvíspor l flokk. Kappingin í ár hevur verið so jøvn at fleirfaldi føroyameistarin Fúsi úr Leynum, hesuferð má taka til takkar við at vera koyrdir í næstseinasta riðilin.

Har skal hann dystast móti tí unga hestinum Marengo. Zacharias R. Jacobsen ríður á Fúsa og Sólrun H. Poulsen á Marengo. Seinasti riðilin í ár, er millum Freyr við Bryndis Hjartardóttir á baki og Svannu við Hans Paula Poulsen á baki. Øll hesi fýra rossini vera mett at hava møguleika at vinna. Tað verður í øllum førum spennandi at síggja hesa kapping.

26 ross eru við í kappingini, hetta er nakað færri enn í fjør, men av tí at Tøltgreinin ikki er við longur, er luttøkan á einari góðari leið. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag, fegnast serliga um at luttøkan millum tey ungu er vaksandi. Felagið hevur seinastu árini gjørt eitt miðvíst arbeiði at fáa fleiri ung at ríða.

Leinkja til paringar er niðanfyri. Kappríðingin er ólavsøkudag kl 15

PARING TIL ÓLAVSØKU SÆST HER !!

23. juli 2017

Zacharias ber Merkið oman á Vaglið

Føroyameistarin í Tvíspor Zacharias R. Jacobsen

Fyri tey flestu byrjar ólavsøkan tá hornblástur og  rossagneggj nærkast Vaglinum og riðilin av ítróttarfólkum finna sær pláss á tinghúsvøllinum, at lurta eftir røðu og sangi. Í ár verður tað sjálvur ÍSF forsetin Elin Heðinsdóttir Joensen ið setur ólavsøkuna.

Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.

Teir ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.

Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr havn eisini komnir uppí part hesa hátíðarløtu.

Enn sum áður eru reiðfólk og hornblástur. tó sjálv ímyndin av skrúðgonguni. Ólavsøkan hevði helst verið munandi minni hátíðarlig, um ikki reiðfólk tóku sær stundir at vera við til skrúðgonguna. Frá fyrsta degi, í 1942 hevur búnin hjá reiðfólkunum verið tann sami, hvít skjúrta og svart slips.

Í ár verður tað leyningurin Zacharias R. Jacobsen ið ber Merkið og gongur á odda fyri skrúðgonguni. Zacharias R. Jacobsen er fleirfaldur føroyameistari í tvíspor í kappríðing.

Annars var tað sum flestum kunnugt í nógv ár Sverri Trónd, ið bar Merkið vegna Føroya Ríðingarfelag. Men tá hann legði frá sær, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at royna ein leist. har føroyameistarin í tvíspor, árið frammanundan far hendan heiður. Um føroyameistarin ber seg undan, er tað nevndin í felagnum ið velur fólk at vera flaggberi.

Annars kann nevnast at í nógv ár vóru tvær skrúðgongur við rossum á ólavsøku. Fyrr var eisini skrúðgonga til ríðibreytina ólavsøkudag. Tá gekk skrúðgongan frá vaglinum til ríðibreytina. Fyrstu árini á Velbastaðvegnum, men frá 1971 niðan á breytina við marknagil.

Sverri Trónd á odda fyri skrúðgonguni


21. juli 2017

11. juli 2017

Smærri broytingar á ólavsøku





Tá ríðast skal kapp á ólavsøku í ár, er avgjørt at gera nakrar smærri broytingar, hetta í eini roynd at gera kappingina betri, bæði fyri reiðfólk og áskoðarar.