25. maj 2024

Djóradagar byrja kl 14 í dag

Nógv ymisk djór eru at síggja á Djóradøgum 

 Hóast verkfall er, so verður árliga árliga tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag hetta vikuskiftið. Byrja verður kl 14 í dag og endar tað kl 18. Sama søgan endurtekur seg í morgin sunnudag. 

Felagið hevur lagt nógv fyri, so at verkfallið ávirkar sum minst - Sum vanligt so verður stór framsýning av djórum, kaffisøla við vaflum o.ø. ponyríðing, hoppiborgir o.a.. Ætlanin er at tyrlan sksl vitja kl 15 í dag, so vit muga vóna at tað klárnar so frægt at teir finna um hálsin og inn í Havnardal. 

Tiltakið er á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali, vanliga vitja á 5-6000 fólk tiltakið, men nú verður spennandi at síggja hvussu nógv koma hesuferð - Eitt jaligt er um færri vitjandi eru, at so eru bíðirøðirnar tað styttri, so kanska er hetta júst lagaliga løtan at vitja Djóradagar.  








19. maj 2024

Djóradagar vera sum ætlað

 

Djóradagar vera í Havnardali 25 og 26 mai 

Á nevndarfundi í vikuni gjørdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag av, at Djóradagar skula haldast, sjálvt um møguleiki er fyri at verkfallið kemur at ávirka tiltakið nakað. 

Djóradagar hava verið hvørt ár seinastu 20 árini, undantikið koronaárini. Tí vil felagið leggja nógv fyri at tiltakið skal vera sum minst ávirka av verkfallinum. Byrjað verður longu í dag at rigga til á økinum. 

Vanliga eru áleið 5-6000 vitjandi til Djóradagar og nevndin sigur at eingin orsøk er at setast aftur. Veðurvánirnar til komandi vikuskiftið eru eisini heilt góðar, tí skuldu allar fortreytir verið til staðar fyri einum hugnaligum vikuskftið í Havnardali. Tiltakið er 25 og 26 mai, báðar dagar frá kl 14-18.