24. juli 2026

Ranja og Strákur ganga á odda í ólavsøkuskrúðgonguni



Tá skrúðgongan við ítróttarfólki koma oman á Vaglið, til setana ólavsøkuaftan, verður tað við 18 ára gomlu reiðkvinnuni, Ranju Halsdóttur Djurhuus á odda. Ranja er verandi føroyameistari í tvíspor í kappríðing og vann sær harvið heiðurin at bera merkið á rossabakið til ólavsøkusetana. 

Ranja ið er í læru sum frisør hevur riðið frá barnsbeini, hon er úr rossafamilju, eini langabbin var Aksel Hansen, ein av stovnarunum av Føroya Ríðingarfelag. Ranja var ikki meira enn 8 ára gomul. fyrstu ferð hon reið kapp, tá vann hon riðilin, men tó ikki sjálva kappingina. Seinasta kappingarár gjørdi hon tó bart, tá vann hon fleiri kappingar og harvið eisini FM í Tvíspor á hestinum Sirkill. Til skrúðgonguna verður hon tó ikki á Sirkill, hann er heldur buldrasligur til at ganga á odda í skrúðgonguni. Ranja hevur heldur lánt hestin Strák, sum brøðurnir Erlendur og Bárður Johannessen eiga. Strákur er eisini kappingarhestur, men verður mettur at hava betri sinnalag, til at fara oman millum stóru mannamúgvuna á vaglinum.

Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.

Teir ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.

Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr havn eisini komnir uppí part hesa hátíðarløtu.

Enn sum áður eru reiðfólk og hornblástur. tó sjálv ímyndin av skrúðgonguni. Ólavsøkan hevði helst verið munandi minni hátíðarlig, um ikki reiðfólk tóku sær stundir at vera við til skrúðgonguna. Frá fyrsta degi, í 1942 hevur búnin hjá reiðfólkunum verið tann sami, hvít skjúrta og svart slips.

 

27. maj 2026

Djóradagar komandi vikuskiftið

 


Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar verður nú leygardagin og sunnudagin.
Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í Havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga.

 Eisini er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær í dagligdegnum. 
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing sum tað eisini verður kallað er nakað sum er ovarliga á "to do" listanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni í, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er.

Djóradagar er eitt familjutiltak burturav og er stuttligt at síggja somu snýðini ár aftaná ár. Tey vaksnu sum fyrstu árini komu við sínum børnum, koma nú við ommu og abbabørnum, umframt at nýggj andlit leggjast afturat á hvørjum árið. Hetta er greitt tekin um, at tá felagið byrjaði hetta tiltak á sinni, hava tey rakt ein tørv sum ikki hevur verið nøktaður áðrenn. 

Seinastu árini hevur felagið bygt nógv út á økinum. Hetta ger m.a. at umstøðurnar til kaffisølu og vesi eru munandi betri enn tær hava verið fyrr, m.a. er tað eitt stórt frambrot at man nú eisini hevur vesi til rørslutarnaði, hetta er nakað sum saknur hevur verið í. 






18. marts 2026

Nýggjar tíðir - Nýggj nevnd

 

F.v. Eyðfríð Mørkøre, tiltakslimur, Laila W. Mouritzen, nevndarlimur, Barbara R. Mouritzen, nevndarlimur, Osvald S. Johansson, formaður, Eva L.S. Klemmentsen, nevndarlimur, Eyðrið E. Hansen, tiltakslimur og Jeanette Danielsen, nevndarlimur.

Á vælmøttum aðalfundi í gjárkvøldið, var nýggj nevnd og nýggjur formaður vald at leiða Føroya Ríðingarfelag komandi árið. 

Felagið er sera virkið og hevur seinastu tíðina bæði útbygt felagshúsið og byggir eisini nýggjar ríðibreytir og stykkar út til nýggj fjós á økinum hjá felagnum í Havnardali. 

Nýggja nevndin fer nú í holt við at fyrireikað virksemið í summar, hetta umfatar m.a. FM kappingar í kappríðing og at fyriskipað vælumtókta familjutiltakið Djóradagar, ið verður seinasta vikuskiftið í mai mánaði. 


4. marts 2026

Aðalfundur 17 mars kl 19


Aðalfundur felagsins verður í felagshúsinum 17 mars kl 19. 

Skráin er hendan 

1. Frásøgn um virki felagsins í farna ári
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
3. Val av nevndarlimum, tveimum tiltaksmonnum, formannni og grannskoðara
4. Innkomin uppskot
5. Ymiskt


Kl 18 sama dag hevur rossahúsanevndin aðalfund


Nevndin


28. januar 2026

Skeið


 Frederikke Stougård – Undirvísing til øll støði 


Frederikke Stougård er ein royndur undirvísari, sum er sera sinnaður at hjálpa reiðfólkum á øllum stigum – frá nýbyrjarum til roynd reiðfólk.


Gjøgnum árini hevur hon fingið góð úrslit á fleiri ymiskum rossum og er kend fyri sínar fakligu førleikar, róliga tilgongd og evni at laga undirvísingina til bæði ross og reiðfólk. Hon er fleirfaldur danmarksmeistari, tvífaldur norðurlendskur meistari og hevur verið á landsliðnum seinastu 10 árini. Hon hevur luttikið í HM 5 ferðir og hevur verið í B og A finalum hvørja ferð við 2 ymiskum rossum. So hon veit eitt sindur um hvat hon tosar um. 


Við Frederikke fært tú ikki bert tekniska upplæring, men eisini undirvísing, sum byggir á tryggleika, motivatión og virðing fyri samstarvinum millum ross og reiðfólk.


Óansæð um títt endamál er at menna tína grundleggjandi ríðikunnleika, betra um tín teknikk ella taka næsta stigið móti kappingum, so gevur Frederikke tær røttu amboðini og stuðlar tær allan vegin.