33 ross kappast kl 15 í dag í siðbundnu ólavsøkukappríðingini hjá Føroya Ríðingarfelag.
Fyrsta ólavsøkukappríðingin var í 1921, kappríðingin hevur verið á fleiri støðum, á Sundsvegnum, Velbastaðvegnum og við Marknagil. Men í fjør var fyri fystu ferð kappast á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali. Hetta eyðnaðist stak væl, sera nógv fólk vóru til kappingina og lótu tey væl at karminum á økinum. M.a. er nú fyri fystu ferð møguleiki at sleppa á vesi, eins og tað ber til at fara inn í felagshúsið at fáa sær ein kaffimunn ella annað gott.
Rossini eru deild soleiðis. 6 ross í skeið, 6 eru í tølt. 4 ross kappast í trav, 8 ung kappast í Tvíspor og hjá vaksnu eru 3 í øðrum flokki og 6 í fyrsta flokki.
Paringin sæst niðanfyri.



Ingen kommentarer:
Send en kommentar