18. maj 2019

Djóradagar um tvær vikur

Fjallaneyt við kálvi

Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar verður í ár tann 1 og 2 juni
Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga.

 Eisini er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær ofta. 
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing sum tað eisini verður kallað er nakað sum er ovarliga á "to do" listanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni í, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er.

Djóradagar er eitt familjutiltak burturav og er stuttligt at síggja somu snýðini ár aftaná ár. Tey vaksnu sum fyrstu árini komu við sínum børnum, koma nú við ommu og abbabørnum, umframt at nýggj andlit leggjast afturat á hvørjum árið. Hetta er greitt tekin um, at tá felagið byrjaði hetta tiltak á sinni, hava tey rakt ein tørv sum ikki hevur verið nøktaður áðrenn.

13. maj 2019

Høllin stongd

Av tí at Súsanna Sand er í Føroyum og hevur ríðiskeið, er høllin stongd nakrar tímar um dagin, teir næstu dagarnar.

Mánadagin 13-05: Kl.17.00-23.00
Týsdagin 14-05: Kl. 15.00-22.30
Mikudagin 15-05: Kl. 15.00-22.30

Nevndin