30. juli 2016

Tættasta kappríðing í eitt mannaminnið !

Freyr og Fúsi  fara um málstrikuna, báðir við somu tíð. Mynd: Rani í Dali

Tað vóru ikki bestu líkindir til kappríðing tá kappríðingin í Marknagili ólavsøkudag byrjaði: Regnið argaði og at byrja við vóru eisini tekniskir trupuleikar, so alt í alt sá einki út eina løtu.
Men so sleit í, tað klárnaði av álvara og samstundis vóru trupuleikarnir loystir við tíðtakingartólunum. So nú var av álvara klárt til kappríðing í Marknagili.

Fyrsta greinin kappast var í, var Tølt, her gjørdist Máni við Knút Lútzen nummar eitt, næstir teimum var Brúni við Marner Joensen og nummar trý var Syrpa við Bárði Johannessen á baki.
Skeiðkappingina vann Viti og Regin Johannessen, nummar tvey var Tokki við Sólrun Poulsen og trið vóru Ísar og Joan Hansen.

Tvíspor Opin flokkur var vunnin av Grekku og Tummas Rubeksen, Tindur hjá Hans Paula Poulsen gjørdist næstur og Sina og Sonja Síminardóttir vóru nummar trý.
Travið vunnu Máni og Knút og Tvíspor ung var vunnin av Brá og Ragnheiður Ólafsdóttir, har gjørdist Mikka við Biritu Lútzen nummar tvey.
Tvíspor vaksin ll flokk vunnu Fimur og Beinta G. Davidsen, nummar tvey var Markus og Sólrun Poulsen og Prins við Godtfred Joensen á baki vóru nummar trý.

So var klárt til Tvíspor vaksin l flokkur, Um fólk í byrjani kundi finnast at veðrinum og teknisku trupuleikunum, so kundi tey so ikki finnast at paring og spenning í fyrsta flokki, tí tað var til UG.
Tríggjar riðlar vóru, og størsti munur millum tvey ross var 0,2 sek, í hinum riðlinum var munurin 0,1 og 0,0. So gerst tað ikki nógv meira spennandi.

Serliga var tað seinasti riðil sum bar av, har riðu Freyr við Onnu Magnussen á baki móti fleirfalda føroyameistaranum Fúsa við Zacharias R. Jakobsen. Rossini fylgdust líka frá byrjan til málstrikuna, tað var tó Fúsi sum fekk múlan fyrstur um strikuna, men dómaranir mátti nýta málfoto fyri at síggja hvør var fremri. Hesi rossini vóru eisini nummar eitt og tvey í Tvíspor vaksin l flokkur. nummar trý gjørdist Fjalir við Regin Johannesen.

Øll úrslitini síggjast á leinkju við á leinkju her - Trýst her úrslit ós 2016

Ísar og Joan Hansen Mynd: Rani í Dali

Prins og Godtfred Joensen tapa móti Markus og Sólrun Poulsen Mynd Rani í Dali


Sjáldan hevur Fúsi fingið so harðan dyst á 500 mtr, men hesuferð stóð á. Mynd Rani í Dali

Vinnarar Tølt, fv. Nummar tvey Marner Joensen (Brúni), Nummar 1 Knút Lútzen (Máni) Nummar 3 Bárður Johannesen (Syrpa)

Vinnari Trav Knút Lútzen (Máni)

Vinnarar Skeið f.v. Nummar tvey Sólrun Poulsen (Tokki) Nummar eitt Regin Johannessen (Viti) Nummar trý Joan Hansen (Ísar)

Vinnarar Tvíspor vaksin Opin Flokkur f.v. Nummar trý Sonja Síminardóttir (Sina) Nummar eitt Tummas Rubeksen (Grekka) Nummar tvey Hans Pauli Poulsen (Tindur)
Vinnarar Tvíspor Ung f.v. Nummar eitt Ragnheiður Ólafsdóttir (Brá) Nummar tvey Birita Lútzen (Mikka)

Vinnarar Tvíspor vaksin ll flokkur f.v. Nummar tvey Sólrun Poulsen (Markus) Nummar eitt Beinta G. Davidsen (Fimur) Nummar trý Godtfred Joensen (Prins)

Vinnarar Tvíspor vaksin l flokkur f.v. Nummar tvey Anna Magnussen (Freyr) Nummar eitt Zacharias R. Jakobsen (Fúsi) Nummar trý Regin Johannessen (Fjalir)

27. juli 2016

Metstór luttøka á ólavsøkukappríðingini



Tað eru nógv ár síðani so nógv ross hava melda til kappríðing á ólavsøku. 37 ross luttaka í 7 ymiskum bólkum. Man skal heilt aftur til aldarskiftið at finna so høgt tal av rossum til kappríðing á ólavsøku. Aftana nøkur heldur sløk ár, vónar nevndin í Føroya Ríðingarfelag at hetta er tekin um betri tíðir fyri kappríðingina.

Tað er serliga flokkarnir Tølt og Skeið sum hava høgt luttøkutal, Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag sigur í viðmerking at hetta er tekin um at tað var røtt avgerð at taka hesar flokkar við aftur í kappingina. Teir flokkar sum nú eru meira soltnir, eru Trav og Tvíspor ung. Brandur í Dali sigur at arbeitt verður við broytingum í hesum flokkum, soleiðis at teir eisini gerast meira áhugaverdir hjá reiðfólkum.

Ólavsøkukappríðingin er sera siðbundin kapping. Fyrsta kappríðingin á ólavsøku var í 1921, árini 1921 til 1927 var hon á Sundsvegnum - Síðani flutti kappingin út á Velbastaðvegin har kappast var til og við 1970. Síðani 1971 hevur verið kappast á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili.

Føroya Ríðingarfelag var stovnað 25/2-1943 og hevur felagið millum høvusðendamálini at skipa fyri kappríðingum.
Kappríðing er sum vant á breytini í Marknagili ólavsøkudag kl 14.

Paringar síggja á leinkju við at trýsta HER



26. juli 2016

Ólavsøkuskrúðgongan


Kunning um ólavsøkuskrúðgonguna !


Vegna tað at arbeitt verður í kommunuskúlagarðinum, noyðast ítróttarfólkini at brúka Tróndargøtu at stilla upp í undan skrúðgonguna. Hetta merkir at tá vit ríða oman til Lítli Tvørgøtu at stilla upp, skula vit ríða antin eftir Heygsbreyt, Sjúrðagøtu til Tvørgøtu, ella Varðagøtu, Sjúrðagøtu til Tvørgøtu.
Tað vil siga vit skula ríða har tað er grønt á myndini. ikki á tí reyða.

Annars heita vit sum vant á fólk at møta væl ílætin - siðbundni búnin er hvít skjúrta og svart slips.
Zacharias R. Jacobsen ríður fremst við flagginum, síðani koma ítróttarfólkini og so rossini. Umboð fyri nevndina vera á staðnum at stilla upp. Kommunan hevur aftur í ár heitt á reiðfólk at seta rossini inn kvøldið fyri, hetta at gera tað ringasta av sær, so at havnargøtur ikki vera tann beri køstur.

23. juli 2016

Sacharias ríður fremst á ólavsøkuskrúðgonguni

Zacharias R. Jacobsen ber Merkið oman á Tinghúsvøllin,  

Tað verður fleirfaldi føroyameistarin í tvíspor, leyningurin Zacharias R Jakobsen sum skal ríða fremst og bera flaggið tá ólavsøkan verður sett hósdagin,
Zacharias R. Jakobsen hevur riðið frá smádrongi av, hann sigur at har vóru fleiri ross í bygdini og tey høvdu eisini sjálvi ross. Hann byrjaði tó ikki at ríða kapp fyrr enn hann var 25 ár og hevur nú riðið kapp í áleið 30 ár. Zacharias R. Jakobsen er eisini í nevndini hjá Ríðisamband Føroya, har hann er næstformaður.

Orsøkin til at Zacharias R. Jakobsen ríður fremst í ólavsøkuskrúðgonguni er at hann og hesturin Fúsi vunnu FM í Tvíspor vaksin seinasta ár. Tí er hann biðin av Føroya Ríðingarfelag um at vera flaggberi. Hann fer tó ikki at nýta Fúsa til skrúðgonguna, men ein hest ið er nevndur Snarpur. Hetta av tí at Snarpur er róligari hestur og helst tolir buldrið á vaglinum betri enn Fúsi
Snarpur er vakur 12 ára gamal hestur av slagnum íslandsross, Zacharias R. Jakobsen hevur átt hestin frá hann var 4 ára gamal.

Ólavsøkuskrúðgongan byrjaði í 1941, tað vóru reiðfólk ið skipaði fyri. Hetta árið gingu skotskir sekkjapípublásarir á odda. Skrúðgongan fór av vaglinum út á Velbastaðvegin har riðið var kapp.
Seinni bleiv hetta afturvendandi tiltak har øll ítróttarfólk luttaka og hetta fer nú fram ólavsøkuaftan tá ólavsøkan verður sett.
Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag kl 14. Tað eru nógv fólk, sum hava tað sum fastan tátt at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak.



Kunning um kappríðing o.a.

Kunning í samband við ólavsøkukappríðinga og heystkappríðingina. 
Flokkurin Tvíspor opin flokkur verður 250 mtr. við leysum starti. 
Heystkappríðingin og ársveitslan er flutt til 3/9.


Búrøkt er høvuðsstuðul hjá kappríðingunum hjá okkum 
Vit eru sera fegin um at hava størsta veitaran av rossafóður og útgerð, her á landi sum høvuðsstuðul.

21. juli 2016

Háreki úr Marknagili til NM

Fyrstu ferð føroyskt alt íslandsross luttekur í altjóða kapping.
Føroysk reiðfólk hava nú í nøkur áratíggjur luttikið í NM og HM kappingum í gonguløgum við íslandsrossum, men nú verður tað so á fyrsta sinni eitt ross sum er folað í Føroyum sum skal av landinum at kappast.
Talan er um Háreka úr Marknagili, sum brøðurnir Bárður og Regin Johannessen hava alt. Ragnheiður Ólafsdóttir eigur nú Háreka og tað er eisini hon sum skal til Norra at kappast við hestinum.

Háreki úr Marknagili. Mynd: Ingi Sørensen

Háreki er undan ryssuni Rauðhetta frá Arnarhóli og kenda greðinginum Dynur frá Hvammi sum aftur er undan Orra frá Pufu. Hetta er millum kendastu greðingar í Íslandi og als ikki ringasta alilinjan hjá einum kappingarrossi. Háreki er folaður í 2006 og var hann í fjósinum hjá Bárði og Regin Johannessen til hann var seldur til Óluvu á Lofti í 2012. Hesturin hevði verið við til fleiri gongulagskappingar áðrenn Óluva á Lofti keypti hann, Óluva á Lofti kappaðist eisini við hestinum í tvey ár áðrenn hon seldi hann víðari til Ragnheiður Ólafsdóttir.

Ragnheiður Ólafsdóttir ið er 15 ár, hevur riðið heilt frá barnaárum. Hon sigur sjálv at tað er ein risastór avbjóðing at sleppa til NM í Norra og kappast móti teimum bestu reiðfólkunum í norðurlondum. Vónirnar eru tó góðar til kappingina sum verður á Biri Travbane. Ragnheiður Ólafsdóttir metir seg sjálva hava góðar møguleikar í kappingini og hevur hon stórt álit á at hon og Háreki, kunnu vinna seg langt í kappingini sum verður í døgunum 8 til 14 august.
Ragnheiður Ólafsdóttir og Háreki kappast í bólkinum Junior Sport ið eru ung upp til 16 ár.

Ragnheiður Ólafsdóttir er ein av trimum reiðfólkum sum umvegis Føroyskt Íslandsrossafelag umboða Føroyar til NM í Norra. Hini eru Elin Tindsskarð og Rakul Tindskarð. Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í FEIF, sum er altjóða samband av Íslandsrossafelagsskapum innann gongulagsríðing o.a.


5. juli 2016

Nevndin í Ríðisambandinum endurvald

F.v. Zacharias R. Jacobsen næstformaður, Brandur í Dali formaður og Símun Skaalum nevndarlimir

Á aðalfundi ið var hildin í ÍSF húsinum í gjár, var nevndin í Ríðisamband Føroya endurvald. Brandur í Dali er formaður, Zacharias R. Jacobsen næstformaður og Símun Skaalum nevndarlimir.
Ríðisamband Føroya arbeiðir fyri at fremja ríðing sum ítrótt og fegnast endurvalda nevndin um økta stuðulin nú býtislykilin hjá ÍSF bleiv broyttir í vár.

Brandur í Dali formaður sigur í stuttari viðmerking, at hetta fer at geva heilt nýggjar møguleikar innan ítróttina. Men hann leggur tó samstundis dent á, at tað er umráðandi at býtislykilin nú far frið í nøkur ár, soleiðis at sersambondini fáa lagt langtíðarætlanir.
Fyrsta dømi um at nýggji býtislykilin ger mun hjá ríðingini, verður at síggja í komandi mánaði. Tá fara heili fýra reiðfólk við rossum til Norra, at kappast um norðurlandameistaraheitið í gonguløgum fyri íslandsross. Hetta hevði helst ikki verið gjørligt uttan øktu játtana frá ÍSF sigur Brandur í Dali at enda.