29. april 2018

Aftur á slóðina


Seinasta vikuskiftið var sera áhugavert skeið í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag. Vanliga tá skeið er, snýr tað seg um at læra at ríða sjálvur og at bøta um samband millum ross og reiðfólk.

Hetta skeiðið var heilt øðrvísi, á tann hátt at tað var um at læra rossini at sleipa vognar.
Áðrenn bilar komu til Føroya, vóru rossini álitini at flyta ting á landið, men so hvørt sum bilar og vegir gjørdist betri, doyði hetta kynstri millum manna.

Men tað hava reiðfólk nú sett sær fyri at bøta um, tí kom Rebecca Strøm Krogh úr Norra, herfyri heim at leggja lag á. Rebecca Strøm Krogh ið rekur Stall Holland nær við Bodø, hevur drúgvar royndir at undirvísa bæði ross og reiðfólkum at brúka vognar.

Dentur var sjálvsagt lagdur á trygdina, tí var byrjað uttan vognar og so líðandi vóru rossini gjørd tilreiðar at hava vogn uppá sleip. Undirvísingin var skipað við bæði teori og praksis, tá koma góðu umstøðunar hjá Føroya Ríðingarfelag stak væl við.

Eitt sum er øðrvísi í tílíkum skeiði, er at undirvísingin er til øll rossasløg, í mun til vanliga har tað mest er ætlað til íslandsross. Á hesum skeiðnum vóru fimm rossasløg. Tey vóru føroysk, íslendsk, friesari, shetlandspony og pinkuross.

Serliga fyri tey lítlu rossini ið ikki kunna bera vanlig fólk á bakinum, er hetta eitt frálíkt høvið at sleppa at gera arbeiði. Tað dámar teimum sera væl, ross hava nógva orku tey skula av við.

Signa K. Joensen ið skipaði fyri skeiðnum í samstarvið við Føroya Ríðingarfelag og Ríðisamband Føroya, letur sera væl at. Hon sigur seg vóna at tað letur seg gera at endurtaka líknandi skeið seinni í ár.










1. april 2018

GLEÐILIGAR PÁSKIR


FSF keypt Reiðhøllina



Í stuttum tíðindaskrivið í dag boða Fótbóltsamband Føroya (FSF) og Føroya Ríðingarfelag frá at Reiðhøllin pr. dags dato er ogn hjá Fótbóltsambandinum.

FSF hevur í nógv ár arbeitt við ætlan um at byggja høll, men Christian Andreasen formaður í FSF sigur at nú kundi tey ikki bíða eftir myndugleikunum longur - So tí bjóðaði tey Føroya Ríðingarfelag eina góða upphædd fyri at selja sína høll. Tað er heldur eingin loyna at FSF vegna UEFA stuðul, er so mikið væl fyri at tey hava ráð til tílíkar íløgur

Ætlanin er at byggja skiftirúm og annað norðanfyri høllina. Eisini verður graslíkið lagt á vøllin. Væntandi verður arbeiði liðugt til næsta vetur.

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag sigur at hetta kom eitt sindur óvæntað á tey, men Hallur Hansen, formaður í felagnum, sigur at tilboði frá FSF var somikið gott at tey ikki kundi siga nei. Nevndin fer beinanvegin í samráðingar við Tórshavnar Kommunu um byggiloyvið til nýggja høll.