Seinasta vikuskiftið var sera áhugavert skeið í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag. Vanliga tá skeið er, snýr tað seg um at læra at ríða sjálvur og at bøta um samband millum ross og reiðfólk.
Hetta skeiðið var heilt øðrvísi, á tann hátt at tað var um at læra rossini at sleipa vognar.
Áðrenn bilar komu til Føroya, vóru rossini álitini at flyta ting á landið, men so hvørt sum bilar og vegir gjørdist betri, doyði hetta kynstri millum manna.
Men tað hava reiðfólk nú sett sær fyri at bøta um, tí kom Rebecca Strøm Krogh úr Norra, herfyri heim at leggja lag á. Rebecca Strøm Krogh ið rekur Stall Holland nær við Bodø, hevur drúgvar royndir at undirvísa bæði ross og reiðfólkum at brúka vognar.
Dentur var sjálvsagt lagdur á trygdina, tí var byrjað uttan vognar og so líðandi vóru rossini gjørd tilreiðar at hava vogn uppá sleip. Undirvísingin var skipað við bæði teori og praksis, tá koma góðu umstøðunar hjá Føroya Ríðingarfelag stak væl við.
Eitt sum er øðrvísi í tílíkum skeiði, er at undirvísingin er til øll rossasløg, í mun til vanliga har tað mest er ætlað til íslandsross. Á hesum skeiðnum vóru fimm rossasløg. Tey vóru føroysk, íslendsk, friesari, shetlandspony og pinkuross.
Serliga fyri tey lítlu rossini ið ikki kunna bera vanlig fólk á bakinum, er hetta eitt frálíkt høvið at sleppa at gera arbeiði. Tað dámar teimum sera væl, ross hava nógva orku tey skula av við.
Signa K. Joensen ið skipaði fyri skeiðnum í samstarvið við Føroya Ríðingarfelag og Ríðisamband Føroya, letur sera væl at. Hon sigur seg vóna at tað letur seg gera at endurtaka líknandi skeið seinni í ár.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar