29. december 2011

Berghestacup 30/12



Berghestacup verður í morgin 30/12 kl 14.


Kappast verður í fet, trav, tølt og tey vaksnu kappast í legendarisku øltøltakappingini.
Av tí at ikki so øgiliga nógv hava melda seg til Berg Hesta Cup verða bólkanir lagdir saman :) tvs at tey ungu verða saman við teimum eldru :) Og byrja verður kl 14 :)
Vit gleða okkum at verða saman vit tykkum, og tykkara íslandsrossum :)

28. december 2011

Eingin ríðing um vesturvarða



Eingin ríðing um Vesturvarða, men bara í tveir tímar !

Vegna súklu og rennikapping verður stongt rundan um Vesturvarða 31/12 millum kl 10 og 12.

So um tit ætla ríðitúr gamlaárskvøld muga tit taka atlit til hetta, hesa løtuna er ikki gjørligt at ríða vanligu leiðina niðan á Kleynisvarða.

25. december 2011

Felagstúrur 2 jóladag

Sum vanligt er 2 jóladag veður felagstúrur. Farið verður av Kleynisvarða kl 11.

Tá vit koma aftur er suppa at fáa í felagshúsinum.

23. december 2011



17. december 2011

Menn á rossabaki 17/12-2011



Hesir nýttu tað frálíka veðrið í dag at fara sær ein ríðitúr í kavanum, væl skøddir við nýmótans píkum hildur teir niðan ímóti Kleynisvarða. Frá vinstru eru teir Gunnar, Jón, Hans Pauli, Knút og Leif.

15. december 2011

F.R. Slips

Manglar tú enn jólagávuna til rossafólk, so er her eitt upplagt hugskot. Er at fáa í felagshusinum í kvøld 22/12 millum kl 17 og 19. Minst til bert kontant søla.



Jólagávuhugskot!
Langt um leingi vera svørtu slipsini við búmerkinum hjá F.R. á nú aftur at fáa.
Slipsini ( 100% silki) kosta kr.355 hvørt, men tey verða tíverri ikki tøk fyrr enn 22. dec, tá tey kunnu keypast í hølum felagsins í Havnadali kl. 17.00-19.00.


Gjaldast má kontant, ikki við korti.
Sanna Trónd 523212

10. december 2011

Djóralæknavaktin spard burtur

Vorðið sum jólagávu til djór og eigarir tess.

Pr. 01.01.2012 hevur Føroya Landstýrið spart játtanina til djóralæknar burtur ! Hetta kemur helst at hava við sær at vaktarskipanin hjá djóralæknunum hvørvir, So nu er bara at vóna at djór okkara ikki gerast sjúk í úrtíð. Vit øtast fyri at henda sparing kann viðføra at djór kunnu koma at pínast óneyðugt og fáa seina viðgerð sum kanska í seinasta enda føra við sær at tey mugu avlívast... !

Føroya Ríðingarfelag harmast almikið um at landstýrið heldur vil nýta pening uppá asfalt enn djóravælferð. Játtanin er frammanundan so lítil, at sparingin valla klárar at gera eitt nýtt víkjipláss á okkara veganetið.

10. november 2011

Jón William





Áhugavert Ríðiskeið 18-22 januar 2012. Avmarkað lutøka !

Nevndu dagar hevur íslendingurin Jón William serstakt ríðiskeið her. Skeiði er serstakt á tann hátt at fyrstu 2 dagarnar roynir hann rossini einsamallur í 40-60 min pr dag fyri á tann hátt at kenna teirra sterku og veiku síðir. 3-5 dagin er einstaklingaundivísning 45 min hvønn dag Jón William hevur tamningarútbúgving frá Hólar. Hevur drúgvar royndir og undirvísir nú í DK og Týsklandi. Jón William er beiggi Harald Bjarkason, sum hevur funnið mangt gott ross til føroyingar. Kostnaður fyri skeiðið bert 1500 kr


Tilmelding fer fram við at ringja tlf 523212

Sanna Trónd

Berghestar nýggja heimasíðu

Rossamiðstøðin hjá berghestum hevur fingið nýggja stásuliga heimasíðu, fær inn á leinkjuna og hygg hvat tey hava at bjóða, ella tú kanst eisini bara nýta høvið at síggja vakrar rossamyndir.
http://www.berghestar.com/

6. november 2011

Ríðiskeið í Januar 2012

Áhugavert Ríðiskeið 18-22 januar 2012. Avmarkað lutøka !

Nevndu dagar hevur íslendingurin Jón William serstakt ríðiskeið her.
Skeiði er serstakt á tann hátt at fyrstu 2 dagarnar roynir hann rossini einsamallur í 40-60 min pr dag fyri á tann hátt at kenna teirra sterku og veiku síðir. 3-5 dagin er einstaklingaundivísning 45 min hvønn dag
Jón William hevur tamningarútbúgving frá Hólar. Hevur drúgvar royndir og undirvísir nú í DK og Týsklandi. Jón William er beiggi Harald Bjarkason, sum hevur funnið mangt gott ross til føroyingar. Kostnaður fyri skeiðið bert 1500 kr

Tilmelding fer fram við at ringja tlf 523212
Sanna Trónd

26. oktober 2011

Fá pláss eftir til tannrøkt.

Enn eru nøkur heilt fá pláss eftir til tannrøkt, sum verður í havnardali í komandi viku.
Tann 1 og 2 Novembur ber til at fáa kannað rossið hjá sær hjá serlærdum rossatannrøktara.
Glenn og Jórun hava nógvar royndir innan hesa viðgerð og eru tað ikki so fá ross sum hava fingið eina betri tilveru takka teimum. Tekning fer fram á joso@paradis.dk
Um tú møguliga bert vil hava eina fakliga meting um støðuna hjá tímun rossi á tí økinum, ber til at møta upp og fáa Glenn at hyggja ókeypis og vísa á um rossinum tørvar eina viðgerð. Hon kann so eventuelt gerast næstu ferð tey koma til Føroyar.

10. oktober 2011

Tannrøkt



So er aftur møguleiki at fáa tannrøkt til ross í Føroyum.



Glenn og Jórun koma til Føroyar 1/11 og ber til at bíleggja kanning ella viðgerð á joso@paradis.dk



Hendan tannrøkt hevur hjálpt nógvum rossum at fáa eitt betri lív.

29. september 2011

Ríðiskeið hjá Føroya Íslandsrossafelag

Áhugavert ríðiskeið á skránni í Januar !
Far inn á leinkju og les meira.

4. september 2011

Kunnandi fundur um girðingar í gomlu fjósaeindinum

Kunnandi fundur fyri fjósaeigarar í gomlu fjósaeindinum 1-14 í havnardali verður í felagshúsinum komandi fríggjadag kl 19.
Kunnað verður m.a. um felags ristir og stoyping av kantum í girðingum.

2. september 2011

Á FJALL EFTIR UNGROSSUM Í VÁGUM

Á   www.vagaross.dk  eru hesi tíðindi at síggja:

UM VIGRAR, VERÐUR FARIÐ EFTIR UNGROSSUM Í VÁGUM 10.09.11
MORGUNMATUR KL 10:00
FRÁFERÐ KL 11:00
ÁBIT TÁ VIT KOMA AFTUR


TILMELDING Á TLF 210737 ELLA Á henge@kallnet.fo
KOSTNAÐUR 100 KR

Farið verð
ur frá fjósinum hjá Henge har morgunmatur og ábit eisini eru

ØLL ERU VÆLKOMIN 

31. august 2011

Heystkappríðing 2011

Leygardagin var árliga heystkappríðingin á skránni.
Í travinum vann Máni við Knút Lútzen á baki við tíðini 52,4. Hetta var akkurát nokk til at Máni eisini gjørdist FM vinnari í hesari grein. Nr. 2, bæði á degnum og í FM stríðnum gjørdist ryssan Ljósbrá við Joan Hansen á baki. So er eisini vert at nevna at 24 ára gamli Stígandi gjørdi ein vørr hendan dagin og vann 3 premiu. Reiðkvinna á Stígandi var Beinta Davidsen.........

25. august 2011

Gamlar myndir

Føroya Ríðingarfelag hevur ætlanir um at gera eitt myndasavn við gomlum rossamyndum. Um tit eiga gamlar rossamyndir ella kenna onkran sum eigur høvdu vit verið takksom um tit vildi sagt okkum frá á tlf. 511618. So fáa vit scanna myndinar inn á teldu og lagt tær út so onnur eisini kunnu fáa gleði av teimum.

23. august 2011

FM støðan

Heystkappríðingin verður nú leygardagin. Hetta er seinast kappingin í hesum kappingarárinum og verður nú endaliga avgjørt hvør verður FM vinnari í teimum ymsu greininum.
Spenningurin er kanska serliga stórur í travinum, har tann annars vanliga so sigursvandi Máni, skal spíla seg út um hann ætlar at endurvinna sítt FM heiti.

Støðunar er soleiðis undan seinastu kapping.

Trav

nr. 1 Ljósbrá 16 stig nr. 2 Savoy 14 stig nr. 3 Máni 14 stig nr. 4 Maskot 12 stig

Tvíspor ung

nr. 1 Stjarni 26 stig nr. 2 Flykra 18 stig nr. 3 Tindur 17 stig

Tvíspor vaksin

nr. 1 Sólvindur 24 stig nr. 2 Grettir 12 stig nr. 3 Tobbi 12 stig

Stig vera latin soleiðis
nr. 1, 7 stig nr. 2, 5 stig nr. 3, 4 stig nr. 4, 3 stig nr. 5, 2 stig nr. 6, 1 stig

22. august 2011

Heystkappríðingin

Hey Reiðfólk

Seinasta høvið at ríða kapp í ár er nú komandi leygardag !

Heystkappríðingin verður leygardagin kl 14, tilmeldingarfreistin er týskvøld kl 19 og skal meldast til á tlf. 211789 og 219098.
Oldboyskapping er aftaná vanligu FM kappingina, og har er gjørligt hjá teimum sum hava, hug at vita, hvat dugur er í rossinum uttan at tað skal vera alt óv formelt at royna seg. So saðli og møti upp á ríðibreytini leygardagin.

Ríðiveitsla

So er summarið farið at halla, árliga heystkappríðing rundar sum vanligt summarið av og boðar frá at heystið stendir fyri framman.
Kappríðingin verður á breytini í Marknagili leygardagin kl 14. Kappast verður í trav, tvíspor ung, tvíspor vaksin l og ll flokkur. Aftaná FM kappingina verður Oldboys/girl kapping. Tilmeldingarfreistin er týskvøldið kl 19, ringjast skal á tlf. 211789 ella 219098. Tað er ikki neyðugt at melda til Oldboys kappingina.
Um kvøldið verður skipað fyri árligu ríðiveitsluna ! Í ár er tað Føroya Íslandsrossafelag sum skpar fyri henni. Veitslan verður í Tølthøllin og skulu atgongmerkir keypast millum kl 20-21 í dag 22/08. Kostnaður er kr. 400,-

Við rossakvøðu og ynski um góða kapping og hugnaliga veitslu !


Ársveitslan 2011 hjá FÍR, FR og VR

Verður leygarkvøldið 27. august kl. 19.00 í Tølthøllini hjá
 Føroyskum Íslandsrossafelag.

Atgongumerki verða seld kontant mánakvøldið 22.august
í Tøltkantinuni
kl. 20.00-21.00.

Prísur fyri hvønn er 400 kr.


Vinarliga Starvsnevndin hjá FÍR

23. juni 2011

Nú skal lykil keypast til ríðihøllina

Ríðihøllin hjá Føroya Ríðingarfelag er nú læst og lykil má keypast fyri at fáa atgongd.

Ætlandi verður kostnaðurin í fyrsta umfarið 250 kr um árið, tó fyrstu ferð fram til oktobur 2012.

Kostnaðurin er tó ikki heilt avtalaður enn, hóast lykil longu nú kann fáast við at venda sær til Óla Jóhan Lágberg fart. 211789.  Frá honum fæst eisini meira kunning um hetta.

Vinarliga
Føroya Ríðingarfelag

20. juni 2011

Myndir frá Leynavatni

Her eru nakrar myndir frá kappríðingini við Leynavatn. Brandur hevur verið myndamaður.




16. juni 2011

Kappríðingin við Leynavatn 2011

Niðanfyri er luttakaralistin og skrá fyri sjálva kappríðingina

Felagstúrur norð til Leynavatn og stevna


Kappríðing við Leynavatn !

Nú í vikuskiftinum verður Leynavatnstevna.  Í hesum sambandi verður felagstúrur norð frá havnadali fríggjakvøldi kl. 19.00.

Sjálv stevnan byrjar við kappríðing kl. 15.00.

6. juni 2011

Lutakasti frá djóradøgunum !!

Sum vanlig, vóru atgongumerkini í ár eisini ein lutaseðil.

Nú er trekt og vinnararnir vóru:

eitt krov  
seðil nr.100

ein gás
seðil nr.558





31. maj 2011

Myndir frá djóradøgunum í vikuskiftinum

Djóradagarnir eru lidnir og vóru sera væleydnaðir og væl vitjaðir.



LEINKJA TIL MYNDIR FRÁ DJÓRADØGUNUM 2011

28. maj 2011

Djóradagarnir byrja kl.14.00 í dag og halda áfram í morgin somu tíð

Trýst á skránna, fyri at vaksa um hana



24. maj 2011

Djóradagar !!!

Djóradagarnir verða aftur nú í vikuskiftinum 28 og 29 mai. Hetta árliga tiltakið er sera væl dámt og fólk koma langvegis frá til dagarnar.



Myndir frá djóradøgum í 2008


trýst á les meira niðanfyri fyri at síggja skránna.



Reiðmenn úr Havn í Barm

Hendan greinin var í Norðlýsinum

"Reiðmenn úr Havn í Barm"

 - 20. mai 2011 14.25


Onkur teirra hevði verið í Barmi fyri 19 árum síðani, men hinir høvdu ikki verið har fyrr og vóru tí spentir til túrin.
Elmar Johannesen er við sum staðkendur. Havnamenninir vóru "huffarsligir" og í góðum lag teir fóru, og sýntust at hava rættuliga rigga seg til túrin. Veðrið er gott, eitt frískt lot av landsynningi, og hóast lotið ikki er so lýtt, so hitar sólin har lívd er, og ættin er góð í Barmi, so teir fáa helst ein fínan túr. Ætlanin er at koma aftur ímorgin, leygardagin.
Døgurðin í kvøld skuldi vera ræst kjøt, søgdu teir. Hetta eru vinmenn við áhuga í rossum, og teir hava gjørt fleiri slíkar útferðir áður.
Vit ynskja teimum góðan túr.

11. april 2011

Jórun og Glen í havnadali týskvøldi kl.19.00

Henda greinin var á heimasíðuni fyri kortum.

í annaðkvøld, týskvøldi kl.19.00, verða Glenn og Jórum í havnadali.

sí meira í fyrru greinini her niðanfyri.


---------------------------------------------------------------------------------
Hey tit!

Nú er aftur møguleiki at fáa Glen at orna tenninar á rossunum. Glen verður í Føroyum frá 11. - 14. apríl. Og jórun verður eitt sindur longri
Jórun gevur eisini fegin rossunum akupunktur/kiro, hetta er sera gott fyri ross ið eru stív, hava trupulleikar við at "snubla", ella møguliga hava halta leingi, og tú ikki finnur útav hví.

25. marts 2011

Nýggjar myndir í myndasavninum hjá FR

Brandur hevur verið so beinasamur at komið við myndum frá 2 kappríðingum.

sí myndasavnið:   http://picasaweb.google.com/fr.heimasida

23. marts 2011

Myndir frá Dixi Cup 2011

So eru myndir komnar frá Dixi Cup 2011. Tað er Brandur í Dali, sum hevur tikið tær og verið so beinasamur at lati tær til heimasíðuna.


Leinkja til myndasavn

18. marts 2011

Dixie Cup verður nú leygardagin !

Leygardagin verður Dixi Cup 2011. Byrja verður kl.13.00.

Vónandi verður undirtøkan góð, bæði viðvíkjandi luttøku og áskoðarum og fyriskiparirnir ynskja øllum ein góðan dag.

Reglar fyri Dixie Cup 2011
Niðanfyri eru meira útgreinaðar leiðreglur fyri kappingarnar

17. marts 2011

Jórun og Glen aftur í Føroyum


Hey tit!

Nú er aftur møguleiki at fáa Glen at orna tenninar á rossunum. Glen verður í Føroyum frá 11. - 14. apríl. Og jórun verður eitt sindur longri
Jórun gevur eisini fegin rossunum akupunktur/kiro, hetta er sera gott fyri ross ið eru stív, hava trupulleikar við at "snubla", ella møguliga hava halta leingi, og tú ikki finnur útav hví.

10. marts 2011

Eitt sindur um Dixie Cup

Vegna Dixie Cup leygardagin tann 19 mars kl 13, koma spring og tunnur at standa frammi allatíð, soleiðis at fólk kunna venja og fáa sær hilling á hvat talan er um. Vónandi vilja hini reiðfólkini virða hetta.

Tilber at melda seg til á staðnum, men um fólk ætla at fara, so vinarliga meldu tykkum til hjá Jóhan á Plógv 211868 ella dixie@olivant.fo soleiðis at vit fáa føling av um tiltakið verður væl móttikið og hvussu undirtøkan verður.

Reglur fyri kapping

4. marts 2011

Ringríðing og tunnusláttur

Øll ríði feløgini skipa fyri ringríðing og tunnusláttri. Tiltøkini verða leygardagin 4.mars kl. 13.00.

Hjá Føroyar Ríðingarfelag og Íslandsrossafelagnum verða tiltøkini í høllunum og hjá Vága Ríðingarfelag verður tiltakið við bygdahúsið

øll eru vælkomin

27. februar 2011

Aðalfundur hjá Føroya Ríðingarfelag

Aðalfundur hjá Føroya Ríðingarfelag verður týsdagin 1.mars kl. 19.00 í felagshúsinum.

nevndin

17. februar 2011

Fundur hjá rossahúsanevndini

Rossahúsanevndin skipar fyri fundi fyri básaeigarunum í havnadali.

Fundurin verður í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag hósdagin 24/2  kl.19.00

11. februar 2011

Felags skráin fyri 2011 er liðug

Skráin hjá Føroya Ríðingarfelag, Vága Ríðingarfelag og Íslandsrossafelagnum er nú gjørd.

Tiltøkini koma at verða skriva inn í kalendaran, soleiðis "Komandi tiltøk" og "Felags kalendari" verða dagførd leypandi.

Eisini er kalendarin at finna undir  "Felags skrá fyri árið"


nevndin

Leinkjur til beinleiðis útvarp og sjónvarp á ross.fo




Tingvarpið - beinleiðis


------------------------------------------

Sjónvarp Føroya - beinleiðis



Leinkja til hesa síðuna, kemur at liggja í vinstra breddanum undir "Leinkjur" við heitinum:
"Beinleiðis útvarp og sjónvarp"

DIXIE CUP

DIXIE CUP
Leygardagin 
19 mars 2011 kl 13.00


Ókeypis stuttleikakapping fyri øll
Í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag



30. januar 2011

Soleiðis, nú var høllin so at siga liðug

Seinastu 2 vikurnar hevur verið arbeitt uppá bandarnar í høllini.
Leygardagin var góð manning og alt bleiv liðugt.

Nevndin takkar fyri sjálvbodna arbeiði.


24. januar 2011

Gongd komið á við bandunum



Nú er gongd komi á at gera bandarnar. Arbeitt hevur verið í vikuni og allan leygardagin. Ætlanin er at halda á fram um kvøldarnar og gera alt liðugt leygardagin.

 

Heitt verður á limir um at møta fjølment nú leygardagin tann 29 januar. Eisini hevði verið gott, um onkur møtti um kvøldarnar hesa vikuna.

 

Nevndin



17. januar 2011

bandar í ríðihøllina

Kæru limir
Fyri at økja um trygdina, fara vit í gongd við at gera bandar runt um, inni í ríðihøllini.  


Vit møtast fjøllment kl 10 leygarmorgunin 22 januar fyri at tøma bingju av tilfari, sum skal í høllina. Havi skrúumaskinur og hamara við, um vit fáa tíð at byrja uppá bandarnar. Ætlanin er so, at gera bandarnar lidnar komandi dagarnar, soleiðis at alt er liðugt leygardagin 29 januar. Møtið fjølment, eisini 29 januar J


nevndin

4. januar 2011

kunning

Seyðahundafelagið brúkar ríðihøllina hvørt mánakvøld frá 19.00 til 21.00.

 

Føroya Ríðingarfelag