31. august 2011

Heystkappríðing 2011

Leygardagin var árliga heystkappríðingin á skránni.
Í travinum vann Máni við Knút Lútzen á baki við tíðini 52,4. Hetta var akkurát nokk til at Máni eisini gjørdist FM vinnari í hesari grein. Nr. 2, bæði á degnum og í FM stríðnum gjørdist ryssan Ljósbrá við Joan Hansen á baki. So er eisini vert at nevna at 24 ára gamli Stígandi gjørdi ein vørr hendan dagin og vann 3 premiu. Reiðkvinna á Stígandi var Beinta Davidsen.........


Tvíspor ung vann Stjarni hjá Inga S. Rasmussen við Gunn H. Persson á baki, tíðin hjá Stjarna var 35,5 og hevði henda tíð verið nokk til 3 premiu í Tvíspor l flokki. Stjarni gjørdist eisini FM vinnari tvíspor ung. Nr. 2 gjørdist Flykra við Jonitu á Plógv á baki og Markus við Johannu Højgaard á baki gjørdist nr. 3.
Føroyski hesturin Rankur gjørdi ein vørr og vann tvíspor ll flokk, reiðkvinna var Maria Joensen. Nr 2 gjørdist Víkingur við Sólrun Poulsen á baki og 3 premiu fingu Brynja og Svenning Reinert.
Í tvíspor l flokkur, hendi tað óvæntaða at ein eiðishestur kallaður Grettir fór avstað við 1 virðisløn. Hóast ikki stórur av vøkstri hevur hesin ljóst molduti hesturin sera góða ferð, og vann hann trygt á degnum við tíðini 34,6. Reiðkvinna hendan dagin var Sheila Horn og eigari er Anja Sólsker. nr. 2 gjørdist Sólvindur við Hans Paula Poulsen á baki og 3 premiu fekk Skeifa við Torbjørn Poulsen á baki.
Í tvíspor l flokki gjørdist Sólvindur ein tryggur FM vinnari, og er hetta 10 ferð at Sólvindur vinnur FM. Tað vera helst nógv ár áðrenn hetta metið verður tikið.
Føroya Ríðingarfelag takkar luttakarum og áskoðarum fyri eitt væleyðna kappingarár og eru vit longu farin at gleða okkum til 2012. Serliga stuttligt hevur verið at sæð at luttakaratalið í tvíspor ung er vaksandi. Tað eru hesu ungu sum skulu bera ítróttin viðari, og tí er stuttligt at síggja at tey eru klár at taka við ábyrgd.
Vit vilja at enda ynskja øllum vinnarum hjartaliga til lukku við sigrinum.

Ingen kommentarer: