31. oktober 2010

Kaffiprát í felaghúsinum

Hugnaligt er at fara í havnadal sunnumorgun. Kaffi er oftast í kannuni í felagshúsinum og prátið gongur lívliga. Mætir menn umrøða ymisk viðurskifti í landinum og søgurnar eru mangar.

Soleiðis var eisini í morgun, har flent var  m.a. eftir havnamanninum, ið varð noyddur at flyta til Klaksvíkar og speiskliga tók til " hóast kirkjugarðurin er helvtina av tí í Havn, er hann óiva tvífalt so keðiligur at liggja í ".






29. oktober 2010

Kennur tú landið - Myndakapping

Mynd 1:  Hvussu eitur øki ?




Mynd 2:  Hvussu eitur skarði ?



24. oktober 2010

Kennir tú landið - myndakapping

Her er so næsta umfar av mynda kappingini. Hesuferð eru tvær myndir, soleiðis at onnur ætlandi er lættari at kenna.

    Fyrra umfari er ikki svara enn, so har er eisini møguleiki at gita myndina.


Mynd 1.  Hvussu eitur dalurin ?

Posted by Picasa



Svara við at trýsta á "viðmerkingar" niðanfyri.


Vegleiðing niðanfyri við at trýsta á  "Les meira"


20. oktober 2010

Kennur tú landið - Myndakapping

Fyri at skapa áhuga fyri og aktivitet á nýggju heimasíðuni, er ætlanin at gera nøkur átøk av ymiskum slagi. Hesi verða byrja og roynd, so hvørt sum brúkilig hugskot kunnu gerast til veruleika.

Eitt av hesum hugskotum er at gera eina myndakapping fyri rossafólki, har myndir frá ríðitúrum verða nýttar til kappingina. Sum byrjan, er ætlanin at leggja nýggja mynd út einaferð um vikuna. Um fleiri hava rætt svar, verður drigi lut ímillum røttu svørini.

Hetta er ætla sum ein stuttleika kapping, tískil er eingin vinningur, og svørini frá øllum eru sjónlig. Møguligt er eisini geva svarið  "anonymt" um ein ikki hevur hug at verða nevndur.



Hvussu eitur hetta øki ?

Svara við at trýsta á "viðmerkingar" niðanfyri.


Vegleiðing niðanfyri við at trýsta á  "Les meira"

17. oktober 2010

Ríðiskeið 26/11-10 við Isólfi Líndal Þórisson


Isólfur Líndal Þórisson, útbúgv. frá Hólum og nú NM dómari, kemur 26. - 29. november 2010 at halda rídiskeid.
Tilmelding til rídiskeidid: Úti í tøltkantinuni 1.november 2010 kl. 20.00 - kl.21.00 og gjald: 900 kr pr. ross fyri fríggjakvøld og antin leygardag ella sunnudag.



Ringid til ítróttarnevndina: Anna Maria Joensen um tit hava spurningar til skeidid á tlf. 218192.


Leis meira á:
http://isross.com/

15. oktober 2010

Jórun Sumberg-Olsen og Glenn rossatannrøktari aftur í føroyum



Tey verða her í viku 41 og 42.

Les meira á:

14. oktober 2010

Myndir frá "á fjallið eftir rossum"

Tann 25 septembur skipaði Vága Ríðingarfelag fyri áhugaverdum tiltakið, nevniliga at fara á fjall eftir rossum.

Myndir eru nú at síggja á heimasíðuni hjá teimum.
http://www.vagaross.dk/10266894

7. oktober 2010

Kalendari

Umframt skránna, ið er gjørd fyri árið, er nú eisini stovnaður ein "Føroya Ríðingarfelag Kalendari".

Hesin er ætlaður sum ískoyti til skránna. Til dømis kunnu ríðilegur, ríðiskeið, fyriskipaðir túrar, arbeiðir ella líknandi setast í hendan kalendarin.

Leinkja er í vinstra bredda við heitinum:

 Føroya Ríðingarfelag Kalendari


3. oktober 2010

Fyrsti grein á nýggju síðuni

Hetta er fyrst greinin, ið løgd verður út á nýggju heimasíðuni. vónandi ferð hon at verða væl móttikin.