Avmarkingar hetta vikuskiftið !
Reiðhøllin er stongd vegna skeið, leygar og sunnudag millum kl 10 og 18.
Súklukapping verður í Marknagili og á rossagøtuni sunnudagin millum kl 13 og 15.
27. februar 2015
24. februar 2015
19. februar 2015
18. februar 2015
Filmskvøld 21/2 kl 19 !
Ætlanin er sjálvsagt mest at vísa gamlar filmar, men onkur nýggj brot vera helst eisini á skrá. Her er ein lítil brellbiti - brotið er frá kappríðing á Velbastaðvegnum.
Øll eru vælkomin til filmskvøldið, tit eru sjálvandi eisini vælkomin at leggja hetta á tykkara egna vanga, soleiðis at enn fleiri vita um tiltakið smile emoticon
Tiltakið er ókeypis at koma inn til og okkurt drekkandi verður til keyps !
10. februar 2015
Ringríðing verður nú leygardagin
So er aftur Ringríðing á skrá í Havnardali !
Komandi leygardag, tað er tann 14/2 verður Ringríðing í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag. So nú er at gera búnar og ross til reiðar, til hetta altíð skemtiliga tiltak !
Tiltakið byrjar við ringríðing ung kl. 14 - síðani verður hildið áfram við vaksnum. Aftaná ringríðingina verður tunnusláttur fyri bæði børn og vaksin.
Myndin er frá 2014, tey ið vunnu tá vóru Hildur hjá ung og Jakobina hjá vaksin. Báðar vunnu við sama hesti, Stígandi sum Kristian Debes eigur.
1. februar 2015
Slóðbrótandi skeið at økja um trygdina hjá reiðfólkum !
Í gjár leygardagin 31 januar, var skipað fyri trygdaskeiðið í hølinum hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali.
Hetta skeið ið er fyriskipað í felag av Føroya Ríðingarfelag og Ríðisambandinum, skal vera við til at økja um trygdina hjá reiðfólkum, bæði tá kappast verður við rossum og tá onnur tiltøk eru hjá felagnum.
Skeiðið ið er fyrsta av sínum slag her á landið, er snikkað til av Ansni Tilbúgving, har skeiðshaldaranir Johannes Nielsen og Jógvan Jensen høvdu sett eitt skeið saman, ið umframt vanliga fyrstuhjálp, snúði seg um skaðar ið kunna íkoma tá ein fæst við ross.
Luttakarar á skeiðnum vóru tey ið fyriskipað kappingar hjá Føroya Ríðingarfelag. Tey lótu sera væl at skeiðnum og fegnaðust um at hetta vara komið í lag. Sum ein skeiðslutakari segði aftaná: Helst vilja vit at eingin kemur til skaða. Men reiðítróttur er ikki heilt vandaleysur, og nú eru vit so ílatin til at at takla eina vandastøðu skuldi hon íkomið, betur fyrivarin enn eftirsnarin !
Abonner på:
Opslag (Atom)