Veðrið frá YR

10. februar 2015

Ringríðing verður nú leygardagin


So er aftur Ringríðing á skrá í Havnardali !
Komandi leygardag, tað er tann 14/2 verður Ringríðing í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag. So nú er at gera búnar og ross til reiðar, til hetta altíð skemtiliga tiltak !
Tiltakið byrjar við ringríðing ung kl. 14 - síðani verður hildið áfram við vaksnum. Aftaná ringríðingina verður tunnusláttur fyri bæði børn og vaksin.
Myndin er frá 2014, tey ið vunnu tá vóru Hildur hjá ung og Jakobina hjá vaksin. Báðar vunnu við sama hesti, Stígandi sum Kristian Debes eigur.

Ingen kommentarer: