1. februar 2015

Slóðbrótandi skeið at økja um trygdina hjá reiðfólkum !



Í gjár leygardagin 31 januar, var skipað fyri trygdaskeiðið í hølinum hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali.
Hetta skeið ið er fyriskipað í felag av Føroya Ríðingarfelag og Ríðisambandinum, skal vera við til at økja um trygdina hjá reiðfólkum, bæði tá kappast verður við rossum og tá onnur tiltøk eru hjá felagnum.

Skeiðið ið er fyrsta av sínum slag her á landið, er snikkað til av Ansni Tilbúgving, har skeiðshaldaranir Johannes Nielsen og Jógvan Jensen høvdu sett eitt skeið saman, ið umframt vanliga fyrstuhjálp, snúði seg um skaðar ið kunna íkoma tá ein fæst við ross.

Luttakarar á skeiðnum vóru tey ið fyriskipað kappingar hjá Føroya Ríðingarfelag. Tey lótu sera væl at skeiðnum og fegnaðust um at hetta vara komið í lag. Sum ein skeiðslutakari segði aftaná: Helst vilja vit at eingin kemur til skaða. Men reiðítróttur er ikki heilt vandaleysur, og nú eru vit so ílatin til at at takla eina vandastøðu skuldi hon íkomið, betur fyrivarin enn eftirsnarin !

Ingen kommentarer: