Nú fer Tórshavnar Kommuna so at arbeiða víðari við hagagøtunum. Játtaðar eru nærum eina millión krónur til hetta á komandi fíggjaætlan.
Arbeitt verður í løtuni við einari gøtu sum fer frá ovastu bilbrúnni um Sandá og niðan til vatnbrunnin.
Arbeitt verður í løtuni við einari gøtu sum fer frá ovastu bilbrúnni um Sandá og niðan til vatnbrunnin.
Tá hetta arbeiði er liðugt, verður næsta stigið at bøta um gøturnar niðan á Klett og niðan á Snið. Tað eru gøturnar frá ávikavíst fjósinum hjá Poul Múller, niðan móti Kirkjubøreyn og frá rulliportrinum
í Kirkjubø og niðan í hæddina. Hetta er søguligar gøtur sum í longri tíð hava trongt til ábøtur. Gøtan frá á Kletti, umvegis Reynsmúlalág til á Snið, man vera ein tann besta hagagøtan til ríðing í suðurstreymoy. Har skal helst einki gerast, tað arbeiði hevur várharra gjørt fyri okkum.

Føroya Ríðingarfelag fegnast um vælvildina hjá okkara fólkavaldu á vaglinum, mótvegis hesum partin av siðaarvinum.
(myndin er tikin á gøtuni til Kirkjubøar, hegnið er mark millum hagan hjá Jóannes Patursson og Boga Winther)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar