23. januar 2015

Ein høvdingur fyllur runt !


Um nakar maður millum manna, man vera sjálv ímyndin av ríðing í Føroyum man tað vera Leif Berg.
Leif byrjaði tíðliga at ríða og var ofta til kappríðingar og mangan lá væl fyri hjá honum. Tá
gongulagskappingar byrjaði lá hann eisini fram við og eigur hann eisini mang steyp í hesum høpi.

Mest kendur er Leif sjálvandi fyri fyritøkuna BergHestar, hann sá tiðliga tørvin á einum skipaðum ríðiskúla og byrjaði í smáum niðri undir Gráasteini. Skjótt vaks fyritøkan og húsast tey nú í stásiligum sammantvinnaðari ríðihøll, fjós og íbúð uppi undir Marknagili. Fyritøkan BergHestar fæst eisini við ríðing við ferðafólkum og sjálvsagt eisini fyri føroyingar sum hava hug at fara á bak.

Leif er kendur millum manna fyri at vera góður í ráðum og at vera sera hjálpsamur. Hetta hava vit í Føroya Ríðingarfelag mangan notið gott av, og vilja vit geva honum eina stóra tøkk fyri beinasemið.

Nú Leif Berg fyllur 60, er hann farin við konu, soni og góðum vinfólkum at standa á skíð í alpunum. Vónandi hava tey teldusamband har tey eru so hann sær hesa heilsu, facebook o.a. moderna hevur hann ikki, so heilsan má skrivast her heimasíðuni.

Til lukku Leif, vit vóna dagurin verður tær góður.

Ingen kommentarer: