30. juli 2022

Svanna og Barbara vunnu á ólavsøku

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, handar Barbaru Carlsen steyp

 Tað var júst sum vanligt uppi á ríðibreytini a ólavøku. Nógv fólk, gott lag og nógvir spennandi riðlar. 

Mesti spenningurin var sum altíð um Tvíspor l flokk. Millum reiðfólk verður tað roknaður sum størsti heiður at vinna júst tann flokkin. Hesaferð var tað Svanna við Barbaru Carlsen ið vann, tær hava annars ikki havt eitt so gott kappingarár, sum onkur hevði væntað, men á ólavsøku vóru tær til reiðar og vunnu ein rættiliga greiðan sigur á degnum. Nummar tvey gjørdist Bragi við Jónu Ólavsdóttir og nummar trý Marengo við Halli Hansen á baki. Bragi hevur annars vunnið tvær tær fyrstu kappingarnar í ár, men við sigrinum hjá Svannu á ólavsøku, er nú aftur komin spenningur í stríðið um FM.

Tvíspor ung var eisini sera spennandi. Á degnum var tað Silfa hjá Ásu Bárðardóttir ið vann, men har vóru bara 15 hundrandapartar av einum sekundi aftur til nummar fýra, Sirkill og Ranju H. Durhuus. Millum hasi rossini komu sum nummar tvey Báran við Fíu Nolsøe og Spirit við Hanus Patursson á baki. Báran og Spirit vóru í einum sera tøttum riðli har Báran vann við einum hundrandaparti av einum sekundi. 

Hinar greinarnar vunnu hesi. Tølt - Silja G. Eystberg (Tango) Skeið - Ranja H. Durhuus (Orka) Trav opin flokkur - Marna Anthoniussen (Oscar) Trav - Hallur Hansen (Grettir) og Tvíspor vaksin ll flokkur Sigtór Lútzen (Thor) 

Øll úrslitini síggjast á leinkju her: Úrslit ólavsøka 2022












28. juli 2022

40 ross kappast á ólavsøku


 Tað er aftur í ár stór luttøka til ólavsøkukappríðingina, 40 ross vera við til kappingina í Marknagili ólavsøkudag kl 15.

Siðbundna ólavsøkukappríðingin, ið fylti 100 ár í fjør hevur altíð havt stóra undirtøka millum manna. Nógv fólk hava sum fastan sið at byrja seinna ólavsøkudagin uppi á breytini við oyggjarvegin. 

Tey 40 rossini eru býtt út á hesar bólkar. Í Tølt eru 7 ross við og í Skeið 5 ross, hesi kappast einsæris á 100 metra teini. Síðani verður farið út á 250 mtr. Har kappast ross í riðlum. 1 ross er við í kappingini Trav opin flokkur, hetta er bólkur fyri ross ið ikki lúka treytirnar fyri at luttaka í FM kappingum, tær eru fyri føroysk, norsk, íslandsross og blandingar harímillum. Síðani eru 7 ross við í Trav, 9 við í Tvíspor ung og 8 við í Tvíspor ll flokkur vaksin. At enda verður farið út á 500 mtr., har fara 3 ross at kappast um hvør skal vinna Tvíspor l flokkur vaksin.  

Fegnast kann serliga um at undirtøkan í Tvíspor ung er vaksandi, hetta burdi borið boð um bjarta framtíð fyri ríðingina. 

Paringin til kappingina sæst á leinkju her: Paring ólavsøka 2022

27. juli 2022

Zacharias og Snarpur ganga fremst til ólavsøkusetana



 Tað verður fleirfaldi føroyameistarin í tvíspor, leyningurin Zacharias R Jakobsen, sum skal ríða fremst og bera flaggið tá ólavsøkan verður sett ólavsøkuaftan.

Zacharias R. Jakobsen hevur riðið frá smádrongi av, hann sigur at har vóru fleiri ross í bygdini og tey høvdu eisini sjálvi ross. Hann byrjaði tó ikki at ríða kapp fyrr enn hann var 25 ár og hevur nú riðið kapp í áleið 35 ár.
Hann luttekur ikki í FM kappingini í ár, men hóast hann er farin um tey 60, so útilokar hann ikki at hann verður at síggja aftur á ríðbreytinum komandi árini.  
Zacharias R. Jakobsen er eisini í nevndini hjá Ríðisamband Føroya, har hann er næstformaður.

Orsøkin til at Zacharias R. Jakobsen ríður fremst í ólavsøkuskrúðgonguni er at hann og ryssan Ronja vunnu FM í Tvíspor vaksin seinasta ár. Tí er hann biðin av Føroya Ríðingarfelag um at vera flaggberi. Hann fer tó ikki at nýta Ronju til skrúðgonguna, men ein hest ið er nevndur Snarpur. Hetta av tí at Snarpur er róligari hestur og helst tolir buldrið á vaglinum betri enn Ronja
Snarpur er vakur 17 ára gamal hestur av slagnum íslandsross, Zacharias R. Jakobsen hevur átt hestin frá hann var 4 ára gamal.

Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.

Teir ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.

Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr havn eisini komnir uppí part hesa hátíðarløtu.

Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag kl 15. Tað eru nógv fólk, sum hava tað sum fastan tátt at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak.

24. juli 2022

Afturhvarv - Samrøða frá 2015 við Poul Mohr um søguna hjá ólavsøkuskrúðgonguni

 

Poul Mohr var ofta við til ólavsøkuskrúðgonguna, her sæst hann saman við Viljormi Tórsheim í Kommunuskúlagarðinum

Vit vitjaðu í 2015 Poul Mohr - Heima hjá honum og konuni Onnu hava rossafólk ofta sitið væl. Bæði á ólavsøku, men eisini áðrenn og kanska serliga aftaná ríðitúrar og kappingar.
Poul var sum einasti tálivandi við til tí fyrstu ólavsøkuskrúðgonguna. Hann greiddi okkum frá at menn hittust heima hjá pápa hansara, Kjartan Mohr, dagin fyri ólavsøku í 1942.

Teir ið løgdu ráð hetta kvøldið vóru Gustav Reinert, Edvard Samuelsen og Kjartan Mohr. Síðani fóru boðini út til reiðfólk at hittast dagin eftir. Skipað bleiv soleiðis fyri at Vilhelm Tórsheim, kallaður keisarin gekk fremst við merkinum, honum á bakið kom frelsurnarherurin við hornblástri og so komu reiðfólkini. Skrúðgongan byrjaði niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið. Hiðani gekk leiðin so umvegis Tróndargøtu oman á Tinghúsvøllin. Tað var frá fyrsta degi lagt dent á at reiðfókini skuldi vera væl ílatin. Hvít skjúrta og svart slips var búnin hjá reiðfólkunum.


Hetta bleiv byrjanin til ólavsøkusetana sum vit kanna hana í dag, Føroya Ríðingarfelag bleiv stovnað árið eftir og øll árini hava rossini átt heiðurspláss í skrúðgonguni.
Seinni komu so onnur ítróttarfólk eisini við í skrúðgonguna. Men siðurin at fremsti flaggberin er reiðfólk er enn tann dag í dag galdandi.

Fólk flest minnast helst best tey mongu árini tá Sverri Trónd Hansen var flaggberi, Sverri reið nógv ár á einari ryssu ið kallaðist Holla. Sverri gekk nógv uppí at tingini skuldi vera í ordan, hann búði uppi í Gundadali og Poul segði, at tað gekk ein søga um at einaferð á ólavsøku, um morgunin tá skrúðgongan skuldi vera kom ein B36'ari inn í gamla B36 húsið, hann hoyrdi ógvusligan larm inni í brúsirúminum - Tá hann fór inn var tað Sverri sum var farin inn har at vaska ryssuna, hetta so hon var fín til skrúðgonguna.
Tá Sverri legði frá sær, var avgjørt at føroyamesistarin í tvíspor árið frammanundan skuldi bera flaggið framyvir. Um hesin ikki bjóðar seg til, so avgerð nevndin í Føroya Ríðingarfelag hvør skal bera flaggið.

Sverri Trónd sum flaggberi

Her er tað Búi Holm ið ber flaggið