Um felagið


Føroya Ríðingarfelag
V/ Brandur í Dali
Rygsgøta 4

160 Argir
teldupost:
brandur@idali.fo

konto nr.  6460-1506589 

Nevndin

Formaður            
Brandur í Dali
Tel. 511618
brandur@idali.fo

Næstformaður
Osvald Schiller Johansson
Tel 230138
ossi@olivant.fo

Nevndarlimur
Sonja Skylv Petersen
Tel. 596016
sonjaskylv@gmail.com


Nevndarlimur
Tummas Pauli av Reyni
Tel. 218104
tummaspauli@gmail.com

Nevndarlimur 
Beinta Gaard Davidsen
Tel 276703



Tiltakslimir
Eva L.S. Klemmentsen
Barbara Carlsen

Kassameistari 
Súsanna Andreasen
Tel.  261459
Mail: susanna@grettir.fo



Søga Felagsins

Føroya Ríðingarfelag varð stovnað 25. feb. 1943.
Í februar 1943 settu  Jens Pauli av Reyni, Leivur T Hansen og Aksel Hansen soljóðandi lýsing í bløðini:

                            ”Til øll ríðiáhugað fólk:

Ætlanin er at stovna eitt ríðingarfelag í Havn við hesum høvuðsendamálum:

1.     Fremjan av ríðingini
2.     Viðlíkahald av ríðigøtum
3.     Fyrireikan av kappríðing

Stovnandi aðalfundur verður hildin í Tórshøll hósdagin 25. februar. ´Ríðiáhugað havnarfólk og bygdafólk biðjast møta fjølment. 

                                     Stovnararnir”


Á stovnandi aðalfundinum møttu 29 fólk og viðtóku at endamál felagsins, sum enn er óbroytt, skuldi vera at víðka og fremja ríðingina, arbeiða fyri at fáa ein ríðivøll, bøta um ríðigøturnar og fyrireika felagsríðiferðir fyri limirnar.

Í fyrstu nevndina komu:
                 Jens Pauli av Reyni, formaður
                 Leivur Trónd Hansen
                 Aksel Hansen
                 Tummas Rubeksen
                 Eivind Evensen

Kappríðingar
Fyrsta tiltak felagsins var skipan av kappríðing í Kollfjarðardali. Riðið var 300 m og vinnari var Poul Mohr. Á ólavsøku sama ár varð skipað fyri kappríðing á Velbastaðarvegnum. Strekkið var 500 m, og Thomas Rubeksen vann við tíðini 33,4 sek., sum ongantíð varð tikin í tey 27 árini felagið skipaði fyri kappríðing á Velbastaðvegnum. Komandi 6 árini skipaði felagið bert fyri kappríðing á ólavsøku, men frá 1950 vóru 2 kappríðingar árliga, og 10 ár seinni øktist hetta til 3 kappríðingar, sum enn í dag er tað vanliga.

Kappríðingar vóru tó fyriskipaðar áðrenn Føroya Ríðingarfelag varð stovnað.

Á ólavsøku 1921 skipaðu Edvard Samuelsen, Gustav Reinert og Kjartan Mohr fyri fyrstu kappríðingini. Riðið varð uppi á Sundsvegnum, 300 metrar, frá portrinum við húsini hjá Hanus við Høgadalsá og oman ímóti teimum stóru steinunum við húsini hjá Verland Johansen. Kappríðing hevur síðani verið fastur táttur á ólavsøku undantikið 1930-1935, tá eingin kappríðing var.

Frá 1928 varð riðið á Velbastaðvegnum frá Miðhorni og heim móti Krossvegnum og strekkið varð tá longt til 400 metrar. Tá kappingarnar vórða tiknar uppaftur í 1936 varð riðið 500 metrar eins og tað framvegis verður.


Ríðivøllur
Fyrsta stórmál felagsins var gerð av nýggjum ríðivølli. Málið var frammi á hvørjum aðalfundi felagsins fyrstu 25 árini. Ymisk uppskot og ætlanir vóru hvar hann skuldi leggjast, t.d. við síðuna av Velbastaðvegnum, ringvøllur í Gundadali, framvið viðalundini í Marknagili, men í 1968 fekk felagið loyvi frá Tórshavnar Býráð og festaran av Húsagarði Olivinu (Innu) Djurhuus um at leggja hann í Marknagili.

Meginparturin av arbeiðinum varð gjørt sjálvboðið av limum felagsins.

Vøllurin varð tikin í nýtslu til heystkappríðingina 1970. Sama ár var eisini fyrsta stevnan við Leynavatn.

Rossahúsini
Rossahúsini í Havnadali varð annað stórmál felagsins.

Felagið fekk í 1977 eitt øki í Havnadali til leigu frá Tórshavnar Kommunu. Har vórðu bygd 14 eindir við pláss fyri uml. 75 rossum. Tann vestari parturin av økinum varð í nógv ár nýtt sum kommunal moldgoymsla, men síðani er venjingarvøllur gjørdur har.

Í 2004 var farið undir at grava út fyri ríðihøll og nýggjum rossahúsum eystanfyri tey verandi. Árið eftir varð fyrsta rossahúsið á økinum bygt og síðani eru fleiri komin afturat. Stórur munur er á hesum nýggju í mun til tey gomlu. Nýggju eru nógv rúmligari, ljósari er inni umframt at økið uttanfyri til rossini er munandi størri.

Ríðihøllin er reist og verður væntandi liðug í 2007.

Nakað av tilfarinum, sum brúkt verður til høllina er frá stóru farstøðini á Eystaru bryggju, sum limir felagsins vóru við til at taka niður á vári 2003.

Ríðigøtur
Felagið hevur framt eitt ávíst viðlíkahald av gomlu bygdagøtunum sum verða nýttar av ríðingafólki, men hevur eisini í samráð við Tórshavnar Býráð gjørt nýggjar gøtur í Flatnahaganum fyri at verja hagan móti ov spjaddari ríðing.

Gøta er nú eisini gjørd frá Ánni Bráðanshellu oman í Sandá.

Tá Oyggjavegurin varð gjørdur, var hann í støðum lagdur beint á gomlu bygdagøtuna, meðan aðrastaðni varð gøtan oyðiløgd.

Landsverkfrøðingurin hevur tí í ávísum støðum gjørt nýggja ríðigøtu við síðuna av Oyggjavegnum.

Felagshúsið
Á heystið 1993 fóru limir felagsins undir at byggja felagshús á økinum í Havnadali. Limirnir útvegaðu sjálvir stóran part av tilfarinum við at taka gomlu ísgoymsluna á Bacalao niður, umframt gólvið í Havnar Bio, tá hann aftur varð umbygdur til biograf.




Felagsøki

Felagsøki hjá Føroya Ríðingafelag liggur úti í Havnadali, sum kortið vísur. Øki bleiv bygt í 70’unum og verður framhaldandi útbygt.




Felagshúsið hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali



Júst í góðum lag. Hann hevur fingið Benny at keypa ein lutaseðil, og tað er ikki so lítið bragd.


Ove er glaður at sleppa at ríða saman við mammu.