13. marts 2008

Luftslúkarar og skrønur

Luftslúkarar og skrønur
Leystliga umsett úr alnótini av Jóhan á Plógv.
Tað eru nógvar skrønir um luftslúking og tí er tað neyðugt at vit sláa nøkur fakta fast, tó kunna vit øll verða samd í, at ikki sær tað pent út. Fakta eru fylgjandi:
* Luftslúking smittar ikki.
* Luftslúking kemur av búkilsku.
* Luftslúking kann kallast ein sjúka.
* Luftslúking førir ikki til kolik.
Um fleiri ross í sama fjósið eru luftslúkari, skulu vit heldur hyggja eftir umstøðunum enn rossunum. Tað kann vera at øll rossuni fáa tað sama fóðuri? Tað kann vera at júst hetta fóðuri gera tey ótilpass? Tað kann vera at tey øll hava ein strongdan gerandisdag í fjósinum, ella okkurt heilt annað sum gerð at tingini ikki eru optimal.
Ein skal seta sær í geyma, at ross sum menniskjur, er ymisk og hava ymiskan tørv.
Neiligar fylgjur
Tíverri eru tað nógvar neiligar fylgjur av luftslúking, og meira luftslúking tess verri eru fylgjurnar. Nakrar sum eru verdar at nevna eru:
* Stóran undurháls, sum næstan er ómøguligur at ríða vekk
* Oyðilagdar fortenn, um hesturin bítur í krubbuna ella aðrar flatur.
* Øktan vanda fyri strongd og harvið ymiskar sjúkur.
Útyvir alt hettar sum kann oyðileggja sjálvt tað besta rossið, so er tað eisini ringt at fáa ein luftslúkara inní eitt fjós, tá tað enn finnast reiðfólk sum ikki vita nokk um evni, og nokta rossinum inn. So aftur har stendur eigarin av einum luftslúkara við einum trupulleika!
Ársøkir
Ársøkin til luftslúking er ganska einkul. Búkurin hjá rossin ger ov nógva magasýru, og tað ger at hesturin fær ilt. Rossið vil so seta tennirnar í okkurt, t.k.v. krubbuna, básin ella okkurt annað, har tað so gerð eina rørslu sum trekkir nakrar vøddar saman, og samtíðis kemur eitt ljóð úr rossinum, sum tey flestu menniskjur irriterast inná.
Hví rossið gerð hesa rørslu, eru tað ymiskar meiningar um. Nøkur siga at tað er tí so framleiðir rossið meira spýtt, onnur siga at rossið útskilur pínustillandi stoffir, og aftur onnur siga at rossið kann broyta hjartaslagið, soleiðis at strongdin ferð burtur.
Tey flestu eru tó samd um, at rossið framleiður meira spýtt, og harvið fellur hjartaslagið og tað slappar av.
Við hjálp av einkultum fóðurteknikum, kann ein fáa luftslúkarir at gevast við at slúka luft.
Fóðring
Tá tú fóðrar luftslúkarir skal ein minnast til nøkur fá ting. Spýtt neutaliserar magasýruna, og longri rossið etur, tess meira spýtt framleiðir tað. Hetta sigur okkum, at tá ein fóðrar rætt, og harvið framleitt meira spýtt, so noyðist rossið ikki at bíta í krubbuna, og so er jú trupulleikin verðuligani loystur.
Fyri einum luftslúkara er tað neyðugt at ein gevur fóður við so lítið av stívilsum sum møguligt, og ístaðin nógv fibur. Korn t.d. inniheldur nógv stívilsi og skal tí umgangast í stórum ráðum mongdum. Haraftur ímóti eru produktir sum t.d. Lucerne, rótaperlur, betfor (spyr MBM) o.s.fr.., sera gott, tá einki stívilsi er í har, og hesi produktir leingja um etitíðina, og tað gevur sum áður sagt, meira spýtt. Um tú nýtir fullfóðir, t.v.s. liðugt blanda í sekkjum, so skalt tú hyggja á etiketuni, at tað er so kornfrítt sum gjørligt, og sum inniheldur minni enn 15% stívilsi. Royni at geva so nógv grovfóður, hoyggj ella wrap, sum møguligt.
Ein tummilfingraregul sigur, at eitt ross minimum skal hava 1% grovfóður pr kg av sínari vekt um dagin. T.v.s. at eitt ross sum vigar 400 kg, skal minimum hava 4 kg av hoyggj um dagin. Ein luftslúkari skal helst hava okkurt at tyggja allatíðina, soleiðis at búkurin arbeiðir, tí viðmælir man, at rossið fær ein 2-3 kg meira yvir minimumsmongdina. Onkur vil geva rossinum hálm, men tað er ikki orduligt rossafóður, tí tað kann gerast ein stórur klumpur í búkinum á rossinum, og so brádliga hava vit fleiri trupulleikar at berjast við.
Tað finnast eisini produktir sum beinleiðis eru til luftslúkarar, men tey eru sera dýr. Tú kanst keypa tey m.a. her  www.feedmark.com.
Tó skal her verða sagt, tað er betur at fóðra rætt enn at geva sokallaðan heiluvág, tí hesi produktir eru egnaði sum tann sísti útvegurin, tá einki annað hjálpir.
Luftslúkara reimin
Hvør minnist ikki hesa reim sum ein koyrdu um hálsin á luftslúkarinum, og vit kenna einki dømi har tað hevur hjálpt. Undirritaða fær ringa samvitsku, tí hann eigur eina tílíkað.
At nýta hesa reim er tann reini torturur fyri rossið og tað reina djóraplágarí. Tað hjálpir bert fyri okkum menniskju, men ikki rossinum. Rossið hevur enn pínu, men nú hava vit frátikið tí einasta møguleika sum rossið hevði fyri at hjálpa sær sjálvum. Rossið líður nú í tøgn, tí tøgn sum vit menniskju so inniliga hungra eftir.
Vit hava nú frátikið tann møguleikan at rossið kann framleiða meira spýtt, tað fær meira og meira pínu og í ringasta førið fær rossið strongd. Fær rossið strongd, økir man møguleikarnir at tað fær magasár. Eitt ross við strongd hevur styttri fjús og í mongum førum kann tað blíva aggrasivt.
Víðari um ein setur reimuna skeivt, vil tað gera størri skaða enn tey flestu vita um, og at leggja skinn ímillum hálsin og reimina er eingin hjálp. Mong spenna hana ov nógv, soleiðis at rossið ikki fær svølgt, og tað finnast dømir um at blóðaðrarnir eru samanpressaðir so nógv, at rossið ikki fær blóð nokk runt í systeminum.
So kæru reiðmenn lat okkum standa saman um ikki at nýta hesa reim.
Vanin
Hjá rossum íð hava verið luftslúkarar í mong ár, er vanin blivin so sterkur, at fóðring aleina ikki kann basa trupulleikanum. Kanska kunnu onkrar broytingar fremjast fyri at broyta vanarnar. Ein kundi t.d. flutt rossið í eina boks sum er øðrvísi, ella hevur vindeyga so rossið kann fylgja við hvat hendur uttanfyri. Ein kundi koyrt hoyggi í eitt net, so tekur tað longri tí at eta, ella koyrt kraftfóður í eina spann ístaðin fyri krubbuna. Givið fóður fleiri ferðir um dagin um stundir eru til tess. Nýtið hugflogið.