29. december 2011

Berghestacup 30/12



Berghestacup verður í morgin 30/12 kl 14.


Kappast verður í fet, trav, tølt og tey vaksnu kappast í legendarisku øltøltakappingini.
Av tí at ikki so øgiliga nógv hava melda seg til Berg Hesta Cup verða bólkanir lagdir saman :) tvs at tey ungu verða saman við teimum eldru :) Og byrja verður kl 14 :)
Vit gleða okkum at verða saman vit tykkum, og tykkara íslandsrossum :)

28. december 2011

Eingin ríðing um vesturvarða



Eingin ríðing um Vesturvarða, men bara í tveir tímar !

Vegna súklu og rennikapping verður stongt rundan um Vesturvarða 31/12 millum kl 10 og 12.

So um tit ætla ríðitúr gamlaárskvøld muga tit taka atlit til hetta, hesa løtuna er ikki gjørligt at ríða vanligu leiðina niðan á Kleynisvarða.

25. december 2011

Felagstúrur 2 jóladag

Sum vanligt er 2 jóladag veður felagstúrur. Farið verður av Kleynisvarða kl 11.

Tá vit koma aftur er suppa at fáa í felagshúsinum.

23. december 2011



17. december 2011

Menn á rossabaki 17/12-2011



Hesir nýttu tað frálíka veðrið í dag at fara sær ein ríðitúr í kavanum, væl skøddir við nýmótans píkum hildur teir niðan ímóti Kleynisvarða. Frá vinstru eru teir Gunnar, Jón, Hans Pauli, Knút og Leif.

15. december 2011

F.R. Slips

Manglar tú enn jólagávuna til rossafólk, so er her eitt upplagt hugskot. Er at fáa í felagshusinum í kvøld 22/12 millum kl 17 og 19. Minst til bert kontant søla.



Jólagávuhugskot!
Langt um leingi vera svørtu slipsini við búmerkinum hjá F.R. á nú aftur at fáa.
Slipsini ( 100% silki) kosta kr.355 hvørt, men tey verða tíverri ikki tøk fyrr enn 22. dec, tá tey kunnu keypast í hølum felagsins í Havnadali kl. 17.00-19.00.


Gjaldast má kontant, ikki við korti.
Sanna Trónd 523212

10. december 2011

Djóralæknavaktin spard burtur

Vorðið sum jólagávu til djór og eigarir tess.

Pr. 01.01.2012 hevur Føroya Landstýrið spart játtanina til djóralæknar burtur ! Hetta kemur helst at hava við sær at vaktarskipanin hjá djóralæknunum hvørvir, So nu er bara at vóna at djór okkara ikki gerast sjúk í úrtíð. Vit øtast fyri at henda sparing kann viðføra at djór kunnu koma at pínast óneyðugt og fáa seina viðgerð sum kanska í seinasta enda føra við sær at tey mugu avlívast... !

Føroya Ríðingarfelag harmast almikið um at landstýrið heldur vil nýta pening uppá asfalt enn djóravælferð. Játtanin er frammanundan so lítil, at sparingin valla klárar at gera eitt nýtt víkjipláss á okkara veganetið.