So kemur Súsanna heimaftur, at halda skeið. Skeiðið verður í døgunum 11-13 januar 2019.
Fyri at luttaka á skeiðnum, skal man verða limur í Føroya Ríðingarfelag.
Tilmelding hjá Ninu á tlf. 223333 ella umvegis feysbukk.
26. december 2018
13. december 2018
Høllin stongd ávís tíðarskeið í vikuskiftinum 14-16 des. vegna skeiðvirksemi
Í vikuskiftinum 14-16 desembur, verður skeið við Súsonnu Sand. Av tí sama verður høllin stongd avís tíðarskeið.
Høllin verður stongd hesi tíðarskeið: Fríggjadagin 14. des. kl.16.00-20.30, leygardagin, 15. des. kl. 08.20-16.00 og sunnudagin 16. des. kl.13.00-19.00.
Nevndin
12. december 2018
Jólahald 2018
Sunnudagin skipaði Føroya Ríðingarfelag fyri jólahaldið fyri limunum úti í Havnardali.
Børnini gingu luciagongd á rossum og ponyríðing var eisini. Til síðst kom jólamaðurin við pakkum og hann hevði gittara við, so har blivu nakrir jólasangir sungnir. Felagið bjóðaði bollar, kakao og Mist frá MBM. Takk fyri til tykkum sum møttu upp og tit sum hjálptu til.
Eini 70-80 fólk vóru til tiltakið.
Børnini gingu luciagongd á rossum og ponyríðing var eisini. Til síðst kom jólamaðurin við pakkum og hann hevði gittara við, so har blivu nakrir jólasangir sungnir. Felagið bjóðaði bollar, kakao og Mist frá MBM. Takk fyri til tykkum sum møttu upp og tit sum hjálptu til.
Eini 70-80 fólk vóru til tiltakið.
6. december 2018
Venjing til luciagongd og ríðihøllin stongd
Venjing til luciagongd, verður aftur fríggjakvøldið kl.19 og leygardagin kl.16 í ríðihøllini.
So tað er bara at møta upp. Foreldur kunnu gott leiða tey minstu børnini, um tað er neyðugt. Av tí sama, er ríðihøllim stongd fríggjakvøldið millum kl.19.00-20.00 og leygardagin millum kl.16.00-17.00.
So tað er bara at møta upp. Foreldur kunnu gott leiða tey minstu børnini, um tað er neyðugt. Av tí sama, er ríðihøllim stongd fríggjakvøldið millum kl.19.00-20.00 og leygardagin millum kl.16.00-17.00.
4. december 2018
20. november 2018
Rúm fyri øllum rossasløgum
Fitta ryssan á myndini eitur Brim. Hon kemur av Signabøgarði og verður
tískil nevnd Brim av Signabøgarði.
Brim er eitt av teimum mongu rossinum, sum eru í Havnardali, men hon
er ikki líka sum tey flestu rossini í Havnardali., Brim er føroysk ryssa,
og partur av hótta stovninum, sum nakrar eldsálir lukkutíð hava sett sær
sum mál at bjarga.
Føroya Ríðingarfelag hevur sera gott samstarv við Felagið Føroysk Ross,
felagið er t.d. hvørt ár partur av stóra tiltakinum Djóradagar, ið
Føroya Ríðingarfelag skipar fyri. Eisini hava feløgini onnur felags áhugamál,
soleiðis at limirnir ofta ganga aftur í báðum feløgunum.
Tað hevur eisini verið meira regulin enn undantakið, at limir í
Felagnum Føroyskt Ross, hava havt teirra føroysku ross í fjósinum hjá
Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.
Føroya Ríðingarfelag fer í næstum at stykkja økið út til nýggj fjós, so tá far
Brim vónandi fleiri av sínum slagið at hugna sær við í Havnardali.
14. november 2018
Skeið í høllini 16-18 november
Nú komandi vikuskifti, tvs. 16-18 november, byrjar skeiðvirksemi úti í Havnardali aftur🤠 Av tí sama verður høllin stongd fríggjadagin kl.12-15.30, leygardagin kl.08.00-14.00 og sunnudagin kl.08.00-12.00🤠
7. november 2018
RÍÐISAMBAND FØROYA SETT UNGDÓMSMENNARA
Nina J. Brockie Hansen |
Sum liður í arbeiðinum at menna ríðing sum ítrótt, hevur nevndin í
ríðisambandinum avgjørt at seta eitt fólk at menna tey ungu reiðfólkini.
Tað vóru fleiri umsóknir til starvið, men nevndin í sersambandinum valdi at seta
Ninu J. Brockie Hansen sum ungdómsmennara. Nina J. Brockie Hansen hevur
drúgvar royndir innan ríðiundirvísing og námsfrøði og hetta metir nevndin í
ríðisambandinum at vera góðir førleikar til hetta starv. Starvið er frítíðarstarv
og verður røkt uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
drúgvar royndir innan ríðiundirvísing og námsfrøði og hetta metir nevndin í
ríðisambandinum at vera góðir førleikar til hetta starv. Starvið er frítíðarstarv
og verður røkt uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Ætlanin er nú at Nina J. Brockie Hansen saman við stjórnini í ríðisambandinum
og feløgunum sum myndað sambandið, skula brúka nakað av orku at kannað
hvussu arbeiðsorkan hjá ungdómsmennaranum best kann koma til nyttu.
Feløgini eru ólik og tí er tørvurin sjálvandi ikki tann sami allastaðni.
og feløgunum sum myndað sambandið, skula brúka nakað av orku at kannað
hvussu arbeiðsorkan hjá ungdómsmennaranum best kann koma til nyttu.
Feløgini eru ólik og tí er tørvurin sjálvandi ikki tann sami allastaðni.
Formaðurin í Ríðisambandinum, Brandur í Dali er sera spentur um hetta nýbrotið
innan føroyska ríðiítróttina. Brandur í Dali sigur at hann vónar at hetta kann verða
við til at menna ungdómin og hækka støðið á ríðingini. Formaðurin í
ríðisambandinum sigur eisini at ynskiligt hevði verið at man kundi sett eitt fólk í
fulltíðarstarv, men at avmarkaða fíggjarorkan hjá sersambandinum ikki røkkur longur
enn til eitt frítíðarstarv.
innan føroyska ríðiítróttina. Brandur í Dali sigur at hann vónar at hetta kann verða
við til at menna ungdómin og hækka støðið á ríðingini. Formaðurin í
ríðisambandinum sigur eisini at ynskiligt hevði verið at man kundi sett eitt fólk í
fulltíðarstarv, men at avmarkaða fíggjarorkan hjá sersambandinum ikki røkkur longur
enn til eitt frítíðarstarv.
7. september 2018
2. september 2018
Tapti á degnum, men endurvann FM
Svanna og Hans Pauli Polsen tapti á degnum fyri Freyr og Bryndis Hjartardóttir |
Marknagil var í gjár karmur um seinastu FM kappríðingina í ár. Tilmeldingin var so sum so, men hóast tað var fitt av fólkið, komin at hyggja at kappríðing.
Kappast var í fýra greinum. Skeið, Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin.
Skeiðkappingina vann Gylling við Regini Johannesen á baki. Gylling hevur vunnið allar kappingar í ár og er tískil greiður FM vinnari.
Í trav var FM stríðið púra opið áðrenn kappingina í gjár. Savoy og Eiler Joensen vóru eitt stig frammanfyri Grett og Kristfríð D. Jacobsen. Men á degnum riggaði einki hjá Savoy, hann bleiv diskaður í báðum riðlinum og sostatt gjørdist Grettir sum Sjúrður Holm á Argjum eigur, FM vinnari.
Tvíspor ung kappingin var mestsum avgjørd áðrenn kappingina, ikki tað, Sílfa hjá Ásu Bárðadóttir og Spirit hjá Randarsól Heinesen vóru jøvn í stigum. Men av tí at Spirit vegna skaða ikki kundi vera við, skuldi Sílfa bara koma á mál fyri at vinna FM. Tað gjørdi hon og tað við stíli. Tíðin hjá Sílfu uppá 250 mtr. var 17,43 og tað sigur næstan seg sjálvt at hon við tí tíðini, eisini vann Tvíspor ung á degnum.
Hjá teimum vaksnu var heldur ikki tann stóri spenningurin um FM - Svanna hjá Hans Paula Poulsen lá greitt á odda og skuldi sum Sílfa bara koma á mál fyri at endurvinna sítt FM.
Hetta lukkaðist eisini, men Svanna fekk ikki heiðurin at vinna heystkappríðina. Tí hon tapti á degnum móti Freyr við Bryndis Hjartardóttir á baki. Rossini fylgdust annars allar 500 metrarnar, men beint fyri málstrikuna, dróg Freyr frá Svannu og vann rímiliga greitt.
Tíðirnar síggjast allar á við at trýsta á leinkju: LEINKJA TIL TÍÐIR
Vinnarar Skeið, f.v. nr. 3 Rógvi S. Holm (Tyrla), nr. 1 Regin Johannessen (Gylling) og nr. 2 Bárður Johannessen (Syrpa) |
Vinnarar Trav, f.v. nr. 3 Eyðrið E. Hansen (Barði) nr. 1 Krsitfríð D. Jacobsen (Grettir) og nr. 2 Elisabeth Niclasen (Freyr) |
Vinnarar Tvíspor ung, f.v. Nr. 2 Ranja Halsdóttir (Eik) nr. 1 Ása Bárðardóttir (Sílfa) og nr. 3 Eva L.S. Klemmnentsen |
Vinnarar Tvíspor vaksin, f.v. nr. 2 Hans Pauli Poulsen (Svanna) nr. 1 Bryndis Hjartardóttir (Freyr) og nr. 3 Marner Joensen (Óðin) |
31. august 2018
Enn ein ávisur FM spenningur
Mynd frá ólavsøku, Freyr og Bryndis Hjartardóttir móti Marengo og Regini Johannessen |
Tað er í morgin, leygardagin kl 14, at vit skula finna útav hvør vinnur FM steypini í kappríðing í 2018. Summar greinar eru avgjørdar, summar greinar hava greiðan favorit, men í einari grein er ein rein FM finala millum tvey ross.
Skeiðkappingin er langtsíðani avgjørd. Gylling, reyða ryssan hjá Regini Johannessen hevur vunnið allar kappingarnar og hevur tí longu vunnið FM heitið. So er bara spurningurin um hon eisini megnar at vinna á heystkappríðingini.
Í Trav er øðrvísi, har er ein rein FM finala millum Savoy hjá Berit Joensen, har Eiler Joensen ríðir og Grett hjá Sjúrða Holm, Kristfríð D. Jacobsen ríðir á Gretti. Hesi bæði rossini hava deilst um at vinna kappingar í ár, men Grettir man metast at hava besta møguleikan, tá tað tykist sum hann hevur betri ferð í løtuni. Men hetta verður heilt vist ein spennandi tvídystur, millum tvey ross sum eru paraði í sama riðili, har tann sum hevur bestu tíð vinnur FM.
Kappingin hjá teimum ungu hevur eisini verið spennandi í ár. Fyrstu kappingarnar vann FM vinnarin frá í fjør, Spirit hjá Randarsól Heinesen, men Spirit hevur ikki verið 100% seinastu tíðina og verður ikki við í morgin. Tískil er lagt upp til at tað verður tað verður Sílfa hjá Ásu Bárðardóttir, sum vinnur FM heitið hjá teimum ungu. Sílfa hevur verið eitt sera jaligt íkast í hesum kappringarárinum, á seinastu kapping hevði hon bestu tíð av øllum, eisini teimum vaksnu.
Tvíspor vaksin bólkurin er eisini mest sum avgjørdur, tað skal vilja illa til, um Svanna hjá Hans Paula Poulsen ikki endurvinnur FM heitið, Svanna er fýra stig frammanfyri nummar tvey og skal tískil enda aftast, um hon ikki skal vinna steypið. Men kappríðingin verður tó heilt vist spennandi hóast hetta, Svanna skal renna móti Freyr hjá Onnu Magnussen. Tað er Bryndis Hjartardóttir sum ríðir á Freyr, seinast hesi rossini dystaðust, vóru bara 2 hundrandapartar av einum sekundi á muni.
Paringar síggja á hesari leinkju: PARINGAR HEYSTKAPPRÍÐING 2018
28. august 2018
Felagstúrur
Aftaná kappríðingina leygardagin 1. septembur, skipar felagið fyri felagstúri frá felagshúsinum.
Felagið bjóðar suppu í felagshúsinum aftaná túrin.
Væntandi verður farið kl.17.00
Felagið bjóðar suppu í felagshúsinum aftaná túrin.
Væntandi verður farið kl.17.00
22. august 2018
19. august 2018
11 ára gamla Ása Bárðardóttir skjótast av øllum
Ása Bárðardóttir og Sílfa vunnu bæði riðil, kapping og høvdu eisini bestu tíð av øllum |
Í gjár var FM kapping í kappríðing á flúgvarbedingini í Vágum. Vága Ríðingarfelag skipaði fyri og luttóku 21 ross í kappingini.
Stóra hetjan hesa kappingina gjørdist bara 11 ára gamla Ása Bárðardóttir úr Havn. Hon reið á ryssuni Sílfu og tær báðar gjørdi tað bragd, at tær ikki bara vunnu í Tvíspor ung, men tær høvdu samstundis eisini bestu tíð av øllum rossunum hendan dagin. Sílfa rann hálvt sekund skjótari enn besta ross í Tvíspor vaksin.
FM kappingin í Tvíspor ung er annars sera spennandi, og tá heystkappríðingin er í Marknagili um tvær vikur, verður ein rein finala millum Ásu Bárðardóttir á Sílfu og Randarsól Heinesen á Spirit.
Spenningur var eisinum undan Tvíspor vaksin. Seinasti riðilin var millum Bryndis Hjartardóttir á Freyr og Hans Paula Poulsen á Svannu. Á ólavsøku vann Freyr meðan Svanna gjørdist nummar trý.
Tí vóru bara tvey stig á muni millum rossini í FM stríðnum, har Svanna átti munin. So um Freyr vann í gjár vóru rossini púra jøvn í stigum.
Tað gjørdist eisini sera tætt, men á málinum átti Svanna og Hans Pauli Poulsen munin, sum tó var so evarska lítil sum 2 hundrandapartar av einum sekundi. Hetta merkir at Svanna nú økir um stigamunin og er greiður favorittur at vinna FM
Hinar greinarnar vunnu hesi. Skeið - Regin Johannessen á Gylling. Tølt - Bárður Johannessen á Syrpu. Trav Opin flokkur - Marna Anthoniussen á Oskar. Trav - Kristfríð D. Jacobsen á Grettir.
Bryndis Hjartardóttir á Freyr móti Hans Paula Poulsen á Svannu |
15. august 2018
Kappríðing í Vágum leygardagin 18. august kl.15.00
Leygardagin 18. aug kl.15.00, skipar Vága Ríðingarfelag fyri kappríðing við flúgvarabedingina. So nú er at melda til.
Freistin fyri tilmelding er hóskvøldið 16. aug kl.19.00.
Frá Vága Ríðingarfelag:
Leygardagin 18 august verður heystkappríðingin á flúgvarabedingini. Kappast verður í skeið,tølt,trav, tvíspor ung, annar flokkur og fyrsti flokkur. Heiðursmerki verða latin til nr:1, 2 og 3. Byrjað verður kl 15.
Melda teg til á telefon 210737, 215527 og 211643. Seinasta freist at melda seg til er 16 aug kl 19
vinarliga Vága Ríðingarfelag.
30. juli 2018
Freyr úr Lamba vann ólavsøkukappríðingina
Freyr og Bryndis Hjartardóttir eiga munin á Marengo og Regin Johannessen. Mynd: Brandur í Dali |
Hóast sirm og ivaveður vóru fitt av áskoðarum komnir niðan í Marknagil at hyggja eftir kappríðing. Tey fingu eisini eina góða løtu saman og hóast sólin ikki sá, so batnaði veðrið munandi meðan kappast var.
Tey fingu eisini spenning fyri pengarnar, umframt nýggjar vinnarar í fleiri bólkum.
Serliga var tað Tvíspor Vaksin, sum spenningur var um. Hans Pauli Poulsen og Svanna høvdu vunnið báðar tær undanfarnu FM kappingarnar, men seinast var bara ein hundrandapartur av einum sekundi aftur til nummar tvey.
Hesaferð dystaðust nummar tvey og trý frá seinast móti hvørjum øðrum, Tað var Freyr við Bryndis Hjartardóttir á baki, móti Marengo við Regini Johannessen. Hetta eru tvey sera jøvn ross, tey fylgdust eisini sera væl. Tá tey komu um málið átti Freyr tó munin, men bert við 3 hundrandapartum av einum sekundi. Hetta skuldi eisini vísa seg at røkka til at vinna kappingina, tí Svanna, sum rann í seinasta riðlinum megnaði ikki at koma so langt niður í tíð.
So stór frøði á Bryndis Hjartardóttir og Onnu Magnussen úr Lamba ið eigur Freyr. Samstundis var FM kappingin aftur víðopin, Svanna er enn á odda, men bæði Freyr og Marengo hava nú møguleika at vinna FM.
Hjá teimum ungu var eisini nýggjur vinnari. Sílfa og Ása Bárðardóttir úr Havn, vunnu við einari sera góðari tíð. Nummar tvey gjørdist Silja G. Eystberg á Blanku og nummar trý Randarsól Heinesen og Spirit.
Hinar greinarnar vunnu hesi. Skeið: Reigin Johannessen á Gylling - Trav opin flokkur: Marna Anthoniussen á Oskar - Trav: Kristfríð D. Jacobsen á Grettir
Allar tíðirnar síggjast her: Úrslit ólavsøka
27. juli 2018
Ólavsøkuskrúðgongan
Ólavsøkan 2017 Mynd: Ólavur Frederiksen |
Føroya Ríðingarfelag byrjaði við siðbundnu skrúðgonguni á sinni og eiga enn tann dag í dag heiðurspláss í skrúðgonguni.
Mint verður á, at øll reiðfólk, ið luttaka í skrúðgonguni skulu nýta hjálm!
Heitt verður eisini á fólk um at lata seg í hvíta skjúrtu og svart slips til skrúðgonguna - Eisini er umráðandi at hava væl vand ross so einki óhapp kemur fyri.
Heitt verður eisini á fólk um at lata seg í hvíta skjúrtu og svart slips til skrúðgonguna - Eisini er umráðandi at hava væl vand ross so einki óhapp kemur fyri.
Skrúðgongan er Ólavsøkuaftan kl. 14, møtt verður kl 13:30 við kommunuskúlagarðin. Góða ólavsøku !!
P.s. Um onkur manglar slips við FR búmerkinum ber til at ringja tlf. 556306 (Hallur)
17. juli 2018
Vágafólk byggja ríðihøll
Høllin er næstan liðugt reist, har mangla tveir bogar |
Í longri tíð hava fólk hjá Vága Ríðingarfelag, arbeitt á einum økið í Miðvági, har ætlanin er at tað skal koma bæði ríðihøll og felagsfjós til vágafólk.
Vágar eru í ríðihøpi frammaliga, aftaná Suðurstreymoy eru Vágar uttan iva tað økið har mest virksemi er innan ríðing. Við flogvøllin, ella rættari sagt við flúgvarabedingina, hava Vágafólk eisini bæði kappríðingarbreyt og rundbreyt til gongulagskappingar. Vegna flogvøll og vatn ber tó illa til at útbyggja á tí økinum.
Nakað sum reiðfólk í Vágum hava longst eftir, er eina høll, soleiðis at tað eisini ber til at ríða, tá tað er myrkt, ella um tað ikki viðrar. Hendan avmarking hevur gjørt at ríðing hjá vágafólki, næstan burturav hevur verið eitt summarítrív. Eisini hevur hetta verið ein foðring fyri at felagið kann skipa fyri undirvísing og øðrum um veturin.
Men nú er at enda vón fyri framman, nakrar eldsálir í Vága Ríðingarfelag hava gjørt økið klárt og seinastu tíðina eru flestu bogarnir reistir. Ætlanin er eisini at møguleiki skal vera hjá limum felagsins at byggja fjós fast í høllina. Íblásturin til hetta, kemur frá ríðiøkinum í Havnardali, har Tórshavnar Kommuna hevur lagt eitt sera væl umtókt økið til reiðfólk.
Hetta kann eisini gera tað at rossini í Vágum vera miðsavnað, heldur enn at standa spjadd runt í bygdinum, í gomlum neytafjósum, skúrum ella bilhúsum. Á hendan hátt ber vónandi til at skapa eitt veruligt rossaumhvørvið. Nær høllin stendur liðug er tó enn ivasamt, tað er í stóran mun somu menn, sum mynda arbeiði og vandi er sjálvandi fyri at orkan fer at ganga undan.
Vága Ríðingarfelag hevur tilvitað valt at ikki taka óv stóran fíggjarligan váða, og higartil er einki lán tikið í verkætlani. Hetta ber sjálvsagt bara til, tá tað sum í hesum førinum verður gjørt eitt so stórt sjálvboði arbeiði.
11. juli 2018
10. juli 2018
Astrid 75 ár
Í dag er stórur dagur á Gráasteini - Astrid Poulsen fyllir 75 ár. Tey sum eru í hennara aldri kenna hana helst sum bóndadóttrina úr Norðradali sum giftist til Havnar. Vit ið eru eitt sindur yngri, kenna hana sum mamma at vinfólkum og húsmóður á Gráasteini. Men flest havnarfólk, kenna hana kanska best, sum altíð smílandi andlitið í læknaviðtaluni hjá Andór Ellefsen á Frúutrøð.
Astrid er dóttir Viggo og Ingigerd Lútzen, bóndahjún í Norðradali. Tey vóru seks systkin, Lútje, Randi, Gertrud, Ellen, Oyvind og so Astrid. Uppvaksin í Norðradali og partur av teirra uppaling var at ríða til Havnar í skúla og til annað.
Astrid giftist við Hjartvar Poulsen og børnini eru Laila, Bødvar, Edda, Brestir og Beinir. Heim teirra á Gráasteini var samlingsstað hjá bæði ungum og vaksnum, ein kann næstan siga at hetta var býlingshús áðrenn hugtakið býlingshús var uppfunnið. Hjartvar var í nógv ár formaður og nevndarlimur í Føroya Ríðingarfelag og áðrenn felagshúsið í Havnardali kom, var ikki óvanligt at reiðfólk aftaná loknan túr løgdu leiðina oman á Gráastein.
Hjartvar doyði fyri nøkrum árum síðani av sjúku og hevur Astrid eisini verið fyri tí vanlagnu at missa versonin Eirik, sum var nógv heima hjá teimum. Hetta hevur sjálvsagt verið tungt, men familjan hevur stuðla Astrid væl og seinastu árini hevur hon aftur líkst sær sjálvari. Tað er ikki meira enn tvær vikur síðani, at eg møtti henni í hópi umborð á Norrønu, tá var hon farin uttanlandaferð við pensjonistafelagnum í Fuglafirði.
Fyri okkum reiðfólk hevur Astrid havt ómetaligan týdning, hon hevur altíð verið har, altíð hjálpt til. Luttikið nógv í kappingum, tað er bara nøkur fá ár síðani hon kappaðist uppi í Marknagili. - Men serliga er tað hennara mongu smáu tøk ið hava gjørt mun. Ein kaka til eitt tiltak, eina hond til hjálpar til okkurt annað og so víðari. Astrid hevur mær kunnugt ongantíð sagt nei, tá felagið hevur heitt á hana um okkurt og tá felagið ikki hevur spurt, so hevur hon sjálv bjóða seg fram, soleiðis er hon og soleiðis hevur hon altíð verið.
Takk fyri tað Astrid, tú er nakað heilt serstakt !
Vegna Føroya Ríðingarfelag - Brandur í Dali
3. juli 2018
Nýggja útgerðin kom væl við
Einans ein hundrandapartur av einum sekundi var á muni millum rossini |
Undan hesum kappingarárinum, gjørdi Ríðisamband Føroya eina stóra íløgu í tíðtakingarútgerð. Gamla útgerðin ið var ogn hjá Føroya Ríðingarfelag hevði tænt fyri seg og hevði elvt til ávísar trupulleikar seinastu árini.
Nýggja útgerðin sum er av merkinum Omega, er altjóða góðkend og er hetta eitt stórt tekniskt frambrot innan føroyska ríðiítrótt.
Hvussu neyv útgerðin er, fekst sjón fyri søgn, tá riðið var kapp í Vágum leygardagin. Seinasti riðilin var so tættir at tað tyktiskt nærum vónleyst at síggja hvat var fremri av rossinum. Men við nýggja tólinum, gekk bert lítil løta, so var greitt hvør átti munin - Hetta hóast tað bert var ein hundrandapartur av einum sekundi millum múlarnar.
Umboð fyri Ríðisambandið siga at tað vilja altíð vera ymsar barnasjúkur og byrjunartrupulleikar, við einari nýggjari skipan, men at tey vænta at hetta fer at gera tað munandi lættari og meira ómaksleyst at taka tíð framyvir. Av tí at útgerðin er munandi neyvari enn tann gamla, skuldi tað eisini fyribyrgt at tað er neyðugt hjá rossinum at ríða umaftir, tey sokallaði "umryttini" sum vóru neyðug tá tvey ross høvdu somu tíð í ymiskum riðlum.
1. juli 2018
13 ára gamla Randarsól skjótari enn øll tey vaksnu
Randarsól Heinesen úr Bø á hestinum Spirit. |
Í góðveðrinum í gjár, var kappríðing á flúgvarabedingini í Vágum. Kappingin skuldi vera seinasta leygardag, men var útsett vegna veður. Orsakað av nógva regninum, var breytin tá hál og ikki nóg trygg at ríða kapp á.
Hetta var ein skilagóð avgerð, í gjár skein sólin og hóast tað var eitt fitt lot, so vóru umstøðurnar framúr at ríða kapp.
Ein sum aftaná kappingina, skein um kapp við sólina, var 13 ára gamla Randarsól Heinesen úr Bø. Hon og hesturin hjá henni Spirit, ið kappast í bólkinum Tvíspor ung, gjørdi tað tað stóra bragd, at ikki bara hava skjótasti tíð í Tvíspor ung, tey høvdu eisini betri tíð enn øll tey vaksnu.
So ikki løgið at lagið var gott á ungu bíggjargentuni, sum eisini liggur greitt á odda í FM kappingini hjá teimum ungu.
Hóast tey vaksnu ikki heilt kláraðu at kappast við Randarsól og Spirit, so var tað ein sera spennandi kapping. Seinasti riðilin var millum Marengo við Regin Johannesen á baki, móti føroyameistaranum Svannu við Hans Paula Poulsen á baki. Svanna fekk munandi betri start, men Marengo kom so sterkt aftur móti endanum, at um breytin hevði verð fimm metar longri, so hevði hann helst vunnið. Tað var bara ein hundradapartur av einum sekundi á muni. Svanna vann við tíðini 18,99 og Marengo gjørdist nummar tvey við tíðini 19,00.
Vinnarar í hinum flokkunum vóru hesi,
Skeið Regin Johannesen og Gylling - Tølt Bárður Johannessen og Syrpa - Trav Marna Anthonuissen og Oscar - Tvíspor ll flokkur Hervør Olsen og Fagra.
Allar tíðirnar síggjast á leinku við her Trýst her
29. juni 2018
Signabøgarður og Búnaðarstovan umrøðu í altjóða miðli
Lot av Signabøgarði er eitt rossinum ið Signabøgarður hevur alt. Hon er nú farin til nýggjar eigarar á Viðareiði. |
Nordgen ið er norðurlendskur stovnur við m.a. tí endamálið at verja hótt djórasløg, hevur vitja á Signabøgarði og havt áhugaverda samrøðu við bóndan Dortheu Joensen og eisini hava tey havt prát við stjóran á Búnaðarstovuni Trónd Leivsson.
Tey bæði greiða í greinini frá arbeiðinum, sum verður gjørt fyri at varðveita føroyska rossaslagið. Búnaðarstovan og Signabøgarður eru í samstarvið við Felagnum Føroysk Ross, partar av verkætlan ið vónandi fer at økja áhugan kring landið fyri føroyska rossinum.
Felagið Føroysk Ross er gamalt felag og forkvinnan Maria Bjørk stendur nú á odda fyri felagnum og arbeiðinum at fjølga um føroyska rossið, sum fyri ikki so nógvum árum síðani, stóð á tromini at vera oytt. Nevndin í felagnum fór fyri nøkrum árum síðani undir eina miðvísa roynd at skipa alingina neyvari, fyri at fáa fleiri fyl undan og at breiða rossini runt um í landinum.
Hetta var gjørt við verkætlani "Summer of Love" har roknað var væl út, hvørji ross vóru egnaði at seta saman, so innannøringin ikki varð ov høg. Samstundis vóru ryssur, ið áður ikki høvdi kvidnast, viðgjørdar fyri bruna í lívmóðrini. Undan hesum vóru nógv av rossinum samlaði í suðursteymoy, viðhvørt undir umstøðum ið helst ikki vóru nóg væl skipaðir. Hetta kundi viðhvørt skapa støður har fólk ilskaðust inn á føroys ross og eigarar. Hugaligt er tí at síggja at ætlanin hjá Felagnum Føroysk Ross, at fáa fleiri ross og at spreiða rossini kring oyggjarnar, ber ávøkstur og nú eisini far altjóða umrøðu.
Felagið Føroysk Ross er gamalt felag og forkvinnan Maria Bjørk stendur nú á odda fyri felagnum og arbeiðinum at fjølga um føroyska rossið, sum fyri ikki so nógvum árum síðani, stóð á tromini at vera oytt. Nevndin í felagnum fór fyri nøkrum árum síðani undir eina miðvísa roynd at skipa alingina neyvari, fyri at fáa fleiri fyl undan og at breiða rossini runt um í landinum.
Hetta var gjørt við verkætlani "Summer of Love" har roknað var væl út, hvørji ross vóru egnaði at seta saman, so innannøringin ikki varð ov høg. Samstundis vóru ryssur, ið áður ikki høvdi kvidnast, viðgjørdar fyri bruna í lívmóðrini. Undan hesum vóru nógv av rossinum samlaði í suðursteymoy, viðhvørt undir umstøðum ið helst ikki vóru nóg væl skipaðir. Hetta kundi viðhvørt skapa støður har fólk ilskaðust inn á føroys ross og eigarar. Hugaligt er tí at síggja at ætlanin hjá Felagnum Føroysk Ross, at fáa fleiri ross og at spreiða rossini kring oyggjarnar, ber ávøkstur og nú eisini far altjóða umrøðu.
Greinin hjá Nordgen kann lesast á leinkju við at trýsta her Nordgen grein
14. juni 2018
24 ross renna kapp við Leynavatn
Seinasti riðilin við Leynavatn 2017. |
Leygardagin kl 15 verður, um veðurguðarnir loyva tí, kappríðing við Leynavatn.
24 ross eru tilmeldaði, og er hetta ein lítil afturgongd í mun til í fjør, tá 29 ross tóku lut í kappingini.
Men reiðfólk kunna tó fegnast um eitt. Tað sær út til at miðvísa ungdómsarbeiði hjá Føroya Ríðingarfelag nú vísir seg aftur í luttakaratalinum hjá teimum ungu. Nú rossini skula dystast vera 6 ung við í tvíspor, hetta í mun til bara 2 í fjør.
Har sum minkingin er serliga sjónlig, er í skeiðkappingini, har er minkað úr 10 niður í 3 - Ógreitt er hvat orsøkin man vera til tað.
Í Tvíspor vaksin er bert ein bólkur í ár, 6 ross luttaka og har er møguleiki fyri nøkrum sera spennandi riðlum. Favoritleiklutin liggur helst á Svannu við Hans Paula Poulsen á baki, men bæði Freyr og Marengo, við ávíkavíst Bryndis Hjartardóttir og Regini Johannessen á baki, eiga at kunna geva Svonnu dyst til strikuna.
Paringin sæst við at trýsta á leinkju: trýst her fyri at koma til paring.
Abonner på:
Opslag (Atom)