11. december 2021

Ein varði í søgu felagsins

Sáttmálin verður undirskrivaður av formanninum og borgarstjóranum 
Mynd: Faroephoto

Tað var stór hending fyri Føroya Ríðingarfelag, tá felagið í gjár undirskrivaði sáttmála við Tórshavnar Kommunu um víðkan av økinum hjá felagnum í Havnardali. Økið hjá felagnum verður víðka við áleið 50.000 fermetrum.

Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen ið skrivaði undir fyri kommununa og fyri Føroya Ríðingarfelag, var tað formaðurin Brandur í Dali.

Felagið fekk heilt afturi í 1977, økið frá býráðnum í Havnardali at byggja fjós og til annað virksemið hjá felagnum, hetta var lutvíst gjørt fyri at fáa rossini út úr býnum, har tey stóðu í kjallarum og lítlum fjósum millum hús. Hetta eyðnaðist sera væl og nú eru eisini onnur feløg lagst afturat úti í Havnardali, bæði annað reiðfelag og skótar. 

Felagið hevur í nógv ár stríðst fyri at fáa víðari karmar, soleiðis at til ber hjá verandi og nýggjum limum at byggja sær fjós til rossini á økinum, eisini er ætlanin at bøta og útbyggja verandi ríðibreytir. 

Tískil kemur nýggji sáttmálin við Tórshavnar Kommunu sera væl við, felagið hevur sett bygginevnd sum bururav arbeiðir við at fremja verkaætlanina við nýggjum fjósum og ríðibreytum.  

Bíðilistin til at byggja nýggj fjós er langur og er vónin at hetta arbeiði kemur í gongd í 2022. 

Nevndin í felagnum vónar at hetta kemur at vera enn ein varði í søgu felagsins, ið var stovnað longu í 1943.




5. december 2021

Ríðiskeið 13-17 desembur


 

2. december 2021

Til minnis um merkismann


Gjørdist ikki sørt skakkur tá eg leygardagin, staddur á kajini í Hirtshals, í bíðirøðini til Norrønu fekk deyðsboðini um Petur Nolsø.

Ikki tað, Petur var eingin ársungi, og man visti, at hann seinnu árini ikki var heilt so birgur sum fyrr. Men Petur var ein maður, man lætt gjørdist góður við, tí vóru boðini tung.


Nógv kallaðu Petur fyri Føroya besta sølumann. Og teimum kann eg bara taka undir við ! Tær gávurnar vóru viðføddar, men tær vóru eisini nýttar á ein góðan og ofta stuttligan hátt. Tá Petur koyrdi runt og seldi, spurdi hann ikki kundarnar um teir skuldi hava okkurt. Hann spurdi hvussu nógv teir skuldi hava. Men hann gjørdi hetta á ein hátt, har eingin føldi seg snýttan, og øll gjørdist í góðum lag tá Petur kom at vitja.


Hendan sølan vaks ár um ár. Ikki tað, eg havi varhugan av, at hann arbeiddi ikki fyri at ríka seg upp, hetta var bara ein máti hjá honum at kunna gera tað honum dámdi. Hetta at ferðast og vitja fólk. Og so ikki minst, at kunna hava djórini og alt annað hann hevði uppi undir Ternuryggi, tað var hetta Petur livdi fyri. Hann var mitt í verðini, tá hann fekk vitjan og fekk høvið at vísa fólki djórini, stásiligu umstøðurnar og ikki minst savnið, sum er samanbygt við fjósið. Petur var søguglaður maður, serliga bar hann tokka til Napoleon Bonaparte og Nólsoyar Páll, viðhvørt hugsaði eg, at hann í savninum droymdi seg burtur í tíðina teir báðir livdu. 


Meini eg var við seinasta felagsríðitúrin Petur var - Hetta eru longu nøkur ár síðani. Poul Mohr var eisini sín seinasta felagstúr tann dagin. Leiðin gekk norður undir Stiðarkoppar, veðrið var frálíkt, kavi, stilli og sól. Og teir báðir garpanir hugnaðu sær óført - Hetta sjálvt um teir, hvør í sínum lagið, vóru argir um at teir skuldu hava hjálp at koma í saðilin. Tá teir vóru komnir upp á rossið, vóru teir tó sum tveir sprelskir unglingar. 


Petur var góður við ríðifelagið, sat eisini eitt skiftið í nevndini - Hann spurdi javnan hvussu gekk, og um hvat gekk fyri seg í Havnardali. Men tað kom tó ongantíð uppá tal hjá honum, at hansara ross skuldi út í Havnardal, tey vildi hann hava við hús. Tá felagshúsið kom upp á sinnið og fyrsta veitslan var hildin har, var Petur sjálvandi við. Felagið var tá spert fíggjarliga. Íløgan í húsini var stór, og til veitsluna var ikki ráð at keypa borðbúnað. So tað var brúkt plastikbestik - Hetta dámdi Peturi lítið, men heldur enn at gera nakað hóvasták, gav hann aftaná veitsluna, felagnum eitt komplett sett av Victorinox borðbúnaði. Soleiðis var Petur - Felagið brúkar enn hetta settið. Rímiligt er fylt uppá síðani, men tað fer altíð at vera gávan frá Peturi, sum vit brúka, tá vit fara til borðs í felagshúsinum.  


Petur var so nógv annað enn reið,- og sølumaður. Hann var vágbingur, mentanar,- vertskaps,- og tjóðveldismaður, umframt at vera vinar, familju, barnakærur, og so mangt annað, als ikki neyðturviliga í hasari raðfylgju.


Tað er nógv man kundi fortalt um Petur, men eg vil við hesum orðum, vegna Føroya Ríðingarfelag, takka Petur Nolsø fyri hansara tøk fyri felagið, og mangar góðar løtur, bæði í haga, í álvara og í vertskapið. Samstundis vísa vit við hesum, djúpastu samkenslu til døturnar Anniku, Tinu og Ruth við familju, Katrin og døturnar við familju og øðrum ið stóðu Peturi nær. 


Friður verið við minninum um merkismannin og vininum Petur Nolsø


Brandur 





29. august 2021

BRAGI TÓK ØLL Á BÓLIÐ

 

Bragi við Jónu Ólavsdóttir vann Tvíspor l flokk mynd: Brandur í Dali


Kappríðingarárið endaði í gjár við einum brakið av einari kapping í Marknagili. Gott veður, met nógv ross og gott lag eyðkendi kappingina. Tað vóru eisini nøkur óvæntað úrslit og sera tætt við at metið í 100 mtr. Skeið var tikið. 

Kappingin byrjaði við Tølt, her eyðnaðist tað ungu evnaríku Silju G. Eystberg at vinna á teimum meira garvaðu Johannessen brøðrunum. Silja G. Eystberg og Tango vunnu við tíðini 11:60, Regin Johannessen á Brynjar gjørdist nummar tvey við tíðini 11:80 og Bárður Johannessen á Stráki nummar trý við 12:81. Brynjar og Regin Johannessen vunnu FM í Tølt. 

Skeiðkappingin var sera áhugaverd, mest tí at Kór við Beintu P. Debes á baki hevur gjørt sera stór framstig hetta kappingarárið. Tey hava vant nógv og miðvíst og vóru á degnum bara 0:02 sekund frá at sláa metið í skeið 100 mtr. Metið er 8:00 og Kór og Beinta P. Debes vunnu á degnum við 8:02. Sera spell at tey ikki kundi krúna sigurin á degnum og FM heitið ið eisini var vunnið, við einum føroyskum metið. Beinta P. Debes fylti enntá sama dagin, so stórur dagur hjá ungu argjareiðkvinnuni. Bárður Johannessen og Syrpa gjørdist nummar tvey á degnum við tíðini 9:03, eisini ein sera góð tíð. Nummar trý gjørdist Orka við Ranju Halsdóttir Djurhuus. 

Travkappingina vunnu Klettur og Mogens Wraae Olsen, nummar tvey var Freyr við Biritu Lútzen og nummar trý føroyska ryssan Skessa við Siri S. Joensen. Freyr og Birita Lútzen vunnu føroyameistaraheitið í Trav 250 mtr. Tvíspor ll flokk á degnum vann Sirkill við Halli Hansen. 

Kappingin í Tvíspor ung var sera jøvn undan kappingina í gjár, bara eitt stig var á muni millum føroyameistaran frá í fjør, Silfu, við Ásu Bárðardóttir og Freyr við Birnu Jóanesarson. Hetta merkti at tann ið var kvikari á degnum vann FM. Sjálvt um riðilin var javnur, átti Freyr tó munin, hann og Birna vunnu við tíðini 17:21 og gjørdist sostatt føroyameistarir. Silfá kom á mál við tíðini 17:60 og gjørdist nummar tvey. Tindur og Ranja Halsdóttir Djurhuus gjørdist nummar trý. 

FM kappingin í Tvíspor vaksin, var so gott sum avgjørd frammanundan kappingina í gjár, men reiðfólkini leggja altíð nógva orku í at vinna hvørja kapping og soleiðis var eisini hesuferð. Úrslitið tók helst eisini tey flestu kønu á bólið, tí tað gjørdist Bragi av Eiði við Jónu Ólavsdóttir á baki í vann kappingina, tey hava onga kapping vunnið fyrr í ár, men hesaferð gjørdi tey bart og vunnu rímiliga trygt við tíðini 34:18 um teir 500 mtr. Nummar tvey gjørdist Marengo og Hallur Hansen, hetta var eisini heldur óvæntað. Nummar trý gjørdist nýggji føroyameistarin Ronja við Zacharias R. Jacobsen. 

Øll úrslitini síggjast á leinkju: http://kappingar.ross.fo/PublicResults.aspx?tID=1bf78118-b461-4939-a1ed-4c33279f481f




28. august 2021

FM finalur í kappríðing í dag


Enn einaferð sláa rossini met í luttøkutalið hesumegin aldarskiftið, tá FM steypini verða avgjørd í Marknagili, kl 14 í dag. 42 ross eru við og er hetta stór framgongd í mun til undanfarin ár.

Aftaná at kappríðingin í fleiri ár, var í einum aldudali, tykjast pílarnir í løtuni at peika beint uppeftir. Miðvísa ungdómsarbeiði hjá sýnist nú at bera ávøkstur, hetta sæst greiddliga við at til Heystkappríðingina í dag, er Tvíspor ung størsti bólkur. 11 ross  eru við í hesu grein. Tað er eisini tann eini bólkurin, har FM skal avgerast í dag. Tvey ross hava møguleika at vinna FM. Verandi føroyameistarin Silfá við Ásu Bárðardóttir er á odda við 25 stigum, men teimum á baki er Freyr við Birnu Jóannesarson, tey hava 24 stig. Hesi rossini eru í sama riðli, hetta merkir at tann í verður fremri á degnum vinnur FM. 

Eisini í Tølt er stórur spenningur, har er brøðrastíð millum Johannessen brøðrurnar, Regin og Bárð. Regin og hesturin Brynjar eru á odda við 23 stigum og Bárður og Syrpa hava 21 stig. 

Tvíspor vaksin er so gott sum avgjørt, har er Ronja við Zacharias R. Jacobsen á odda við 23 stigum, men spenningur er um annað plássið, her dystast verandi føroyameistarin Svanna við Barbaru Carlsen móti Spirit og Bergfríð Lassen, tey hava ávíkavíst 18 og 17 stig. Hesi trý rossini dystast í seinasta riðlinum. 

Skeiðkappingin er avgjørd, har er Kór føroyameistari, Beinta P. Debes ríðir á Kór. Somuleiðis er Travkappingin avgjørd har er tað Freyr og Birita Lútzen ið vinna FM. 


21. august 2021



 

20. august 2021

Ríðiball verður 28/8


Veitslan hjá felagnum er í felagshúsinum
tann 28/8 KL 19:30
Atgongumerki á kr. 300,- kunna keypast í felagshúsinum mánakvøldið tann 23/8 frá kl 19-21 - Avmarkað atgongd er, leypa atgongumerkir av, vera tey seld hjá Búrøkt í Hoyvík - Tað ber ikki til at leggja atgongumerki av.
3 rættað matskrá verður og Flemming og vinmenn spæla til dans

30. juli 2021

Nógv fólk til kappríðing á ólavsøku

 

Tvíspor ung hevði sera góða luttøku á ólavsøku

100 ára haldið hjá føroysku kappríðingini var sera væl vitjað, tá kappast var ólavsøkudag. Hóast mjørka, so man vera nógv ár síðani, at so nógv fólk hava verið til kappríðing í Føroyum. 

Kappingin gekk eisini sum heild bæði skjótt og væl. Byrjað var við tølt. Hesa kappingina vann Brynjar við Regin Johannssen á bakið. Teir báðir kiksaði í fyrsta riðlinum, men í seinna umfarinum gjørdu teir bart og vunnu við tíðini 11,53. Nr. 2 var Tango við Silju G. Eystberg og nr. 3 Strákur og Bárður Johannessen. 

Skeiðkappingin var merkt av sera góðum tíðum. Vinnari gjørdist Kór við Beintu P. Debes á bakið, tey komu heilt niður á 8,38 sek um teir 100 mtr. sum skeiðkappingin er. Hetta er ein sera flott tíð. Nummar 2 gjørdist Syrpa og Bárður Johannessen og nr. 3 Orka við Ranju K.H. Djurhuus. Trav var vunnið av Tango og Laila Christiansen, tey vóru tey einastu av fýra rossum sum megnaði at koma reint gjøggnum teir 250 metrarnar travkappingin er.

Tvíspor ung var størsti bólkurin og rossini har høvdu sera góðar tíðir. Hugaligt at síggja hvussu íðin og dugnalig tey ungu reiðfólkini eru. Vinnari á ólavsøku gjørdist Freyr við Birnu Jóannesarson, tey høvdu tíðina 17,85 sek um 250 mtr. nummar tvey var Sílfa við Ásu Bárðardóttir, teirra tíð var 17,93, so bara 8 hundrandapartar av einum sekundi skilti tær báðar. Nummar 3 gjørdist Tindur við Ranju K.H. Djurhuus. 

Tvíspor ll flokk vann Máttur og Oskar í Haraldstovu, nummar 2 var Gordon og Rebecka Jørgensen og nummar 3 Pegasus við Vár Joensen á bakið. Øll hesi trý rossini koma úr Vágum. 

Størsti spenningur er oftast um hvør vinnur Tvíspor l flokk, fimm ross vóru við í hesum flokkinum sum Ronja og Zacharias R. Jacobsen tó vunnu rímiliga trygt á degnum. Tey bøði høvdu tíðina 35,11 um 500 mtr. nummar 2 var verandi føroymeistarin Svanna við Barbaru Carlsen og nummar 3 Bragi og Jóna Ólavsdóttir.   

Allar tíðirnar síggjast á leinkju her: Tíðir ólavsøka

27. juli 2021

Sera nógv ross við til 100 ára hald hjá kappríðingini

 


Kappríðingin í Føroyum fyllir 100 ár á ólavsøku

At kappríðingin er í stórari framgongd, ber tilmeldingin til ólavsøkukappríðingina boð um. Ikki færri enn 41 ross hava melda til, deilt út á 6 kappingargreinar. 

Hetta er sera nógv til eina ólavsøkukappríðing og tað mesta hesa øldina. Rossini eru deild soleiðis í greinar, 8 eru við í Tølt, 7 í Skeið, 4 í Trav, 10 í Tvíspor ung, 7 í Tvíspor ll flokkur og 5 í Tvíspor l flokkur. Serliga gleðiligt er at luttøkan í tvíspor ung er í stórum vøkstri. 

Kappríðingin sum er ólavsøkudag kl 15 á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag uppi við Marknagil, hevur eisini 100 ára hald hesuferð. Nakað eyka verður gjørt burturúr tí, m.a. verður livandi tónleikur, tá steðgir eru. 

Kappríðingarnar eru skipaðar í 5 FM kappingar, harav hetta er tann triðja í ár. Tí byrja stigini eisini at telja eyka, nú kappingin er hálvrunnin. Stórur spenningur er eisini í øllum greinum, tí aftaná 2 kappingar er einki ross ið hevur vunnið báðar. So ringt er at meta um hvør fer at vinna á ólavsøku.  

Nógv fólk hava sær sum fastan sið at byrja ólavsøkudag við kappríðing. Tá tað í ár eingin annar ítróttur er á skránni ólavsøkudag, man tað væntast at koma enn fleiri enn vanligt. 

Skráin til kappríðingina sæst her: http://kappingar.ross.fo/PublicResults.aspx?tID=52b17c3b-59e0-4db0-ab92-13713d4f2597

 

25. juli 2021

Minst til at melda til !


 

Forseti og Barbara fremst í ólavsøkuskrúðgonguni

 

Forseti og Barbara Carlsen á ólavsøku 2020

Tá skrúðgongan við ítróttarfólki til setana á ólavsøku koma oman á vaglið, verður tað við einum nýggjum reiðfólkið á odda. Talan er um Barbaru Carlsen ið gjørdist føroyameistari í fjør. við ryssuni Svannu hjá Hans Paula Poulsen. Til skrúðgonguna hevur Barbara tó valt at fara við sínum egna hesti Forseta. 

Barbara hevur riðið frá barnsbeini av, uppvaksin við Marknagilsvegin var ringt ikki at luttaka í rossalívinum, ið var og er har um leiðina. At foreldrini eru grannar hjá Heðin Samuelsen sum átti ross, gjørdi ikki støðuna verri. Hon reið kapp longu á heilt ungum árum, eisini tá á rossum hjá Hans Paula Polsen, tá á gomlu Svonnu, mammu Svonnu núverandi føroyameistaranum. Barbara sigur seg eisini hava fingið gott í beinini frá Poulsen familjuni á Gráasteini.

Barbara hevur búð uttanlanda nøkur ár, men eisini tá var hon virkin innan ríðing, m.a. western ríðing í USA. 

Tá hon flutti heimaftur var heldur ikki leingi til hon fekk brell til rossalívið her aftur. Hon keypti sær hestin Forseta og boks til hestin i Havnardali hjá Føroya Ríðingarfelag. Hetta er ein avgerð hon ikki angrar, hon er eisini við í felagslívinum hjá felagnum og er m.a. virkin í nevndini.

Skrúðgongan er gamal ólavsøkusiður, reiðfólkini byrjaði skrúðgonguna longu í 1942. Í nógv ár var Sverri Trónd sjálv ímyndin av ólavsøkuna, tá hann reið á odda fyri skrúðgonguni. Tá hann gavst, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at flaggberi skuldi vera tann ið var føroyameistari í Tvíspor vaksin árið fyri. Um hesin ber seg undan, velur nevndin flaggberan. 

  





Kunning um ólavsøkusetana


 

Kunning í samband við ólavsøkuskrúðgonguna

Aftur í ár er avmarkað luttøka til setana, tí fylgja vit sama leisti sum í fjør.
Nevndin hevur avgjørt at, tey sum skulu ríða kapp hava framíhjárætt til at verða við í skrúðgonguni. Aftaná tey, fáa børn upp til 16 ára aldur møguleika at verða við og síðani øll onnur. 

Tit sum ynskja at verða við, kunnu skriva ella ringja á tlf. 511618.

GG - Limir í øðrum reiðfeløgum eru eisini vælkomin, men av tí at Føroya Ríðingarfelag varar av rossunum í setani, er umráðandi at meldað verður til hjá okkum. 

18. juli 2021

Kappríðingin 100 ár á ólavsøku

 

Kappast var fyrstu árini á Sundsvegnum

Fyrsta kappríðing í Føroyum var á ólavsøku í 1921. Soljóðandi lýsing var í Dimmalætting 20/7-1921. 
"Ætlanin er, um nóg nógvir melda seg, at fáa í lag eina kappríðing á ólavsøku. Teir ið hava hug at vera við, kunna venda sær til ein av okkum undirteknaðu seinast týsdagin 26. Juli. Edvard Samuelsen, Gustav A. Reinert, Kjartan Mohr."
16 mans vóru við og kappríðingin var uppi á Sundsvegnum, vinnarin hesa søguligu kappríðing var Edvard í Horni.

Kappast var í nøkur ár á Sundsvegnum, men í 1928 flutti menn kappingina út á Velbastaðvegin. Samstundis var teinurin øktir frá 300 mtr. ið vóru á Sundsvegnum til 500 mtr. Hetta er enn teinurin ið riðin verður á ólavsøku. Hesu fyrstu árini, datt okkurt ár burturímillum har eingin kapping var, men síðani 1936 hevur kappríðing verið á hvørjari ólavsøku. 




Sum sæst á myndini vóru heilt nógv fólk til kappríðing hesi árini, myndin er tikin í 1957 á Velbastaðvegnum. Tað er Vilhjálmur Patursson á hestinum Fúsa, ið eisini vann kappingina hetta árið.


Føroya Ríðingarfelag var stovnað í 1943 og var endamálið millum annað at fyriskipað hesar kappríðingar. Felagið gjørdi í 1970 stásiliga nýggja ríðibreyt uppi í Marknagili, nú skuldi ikki longur ríðast á alfaravegi men á breyt ið var gjørd til endamálið. Fyrsta ólavsøkukappríðingin í Marknagil var í 1971 og hevur hon verið har hvørt ár síðani tá. 

Síðani 1971 hevur ólavsøkukappríðingin verið á breytini við Marknagil 


- Sum skilst hevur Tórshavnar Kommuna nú ætlanir um at vegur skal gerast har ríðibreytin er. Felagið vildi helst hildið fram at kappast í Marknagili, men væntar tó at kommunan endurrindar felagnum fult fyri breytina. Hendan breytin er frá tíðini áðrenn kommunan byrjaði at rinda fyri ítróttaranlegg, so hon er 100% goldin og gjørd av Føroya Ríðingarfelag.  

Ólavsøkuskrúðgongan byrjaði í 1941, tað vóru reiðfólk ið skipaðu fyri, og hetta árið gingu skotskir sekkjapípublásarar á odda. Skrúðgongan fór frá Vaglinum út á Velbastaðvegin har riðið var kapp. 
Seinni bleiv hetta afturvendani tiltak har øll ítróttarfólk luttaka og hetta fer nú fram ólavsøkuaftan tá ólavsøkan verður sett.    

Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag kl. 15, og eru tað nógv sum hava tað sum fastan tátt, at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak.


4. juli 2021

Zacharias og Ronja átti munin í Vágum



Mynd: Rani í Dali

Sjáldan um nakrantíð man tað hava verið so tætt millum rossini í Tvíspor l flokki. Einans 0,8 sek var á muni millum nummar eitt og nummar seks, tá tey kappaðust í Vágum. Men tað endaði við at Zacharias R. Jacobsen og Ronja vunnu. 

Tað kann ikki hava verið nøkur løtt uppgáva hjá tíðtakarunum, til hesa kappingina og hevði útgerðin ikki verið skift út fyri nøkrum árum síðani, hevði tað verið neyðugt við fleiri umryttum, men nýggja útgerðin er so neyv, at nú kemur hetta næstan ikki fyri longur. 

Tað var tó líka við, tí munurin millum Ronju hjá Zacharias R. Jacobsen og Svonnu við Barbara Chaparro á baki var einans tveyogtjúgu hundrandapartar av einum sekundi, tað er ikki nógv, tey brúkti ávíkavíst 18:32 og 18:54 sek um teir 250 metrarnar og munurin til nummar trý, vinnarin við Leynavatn, Spirit við Bergfríð Lassen, var eisini lítil, Spirit hevði tíðina 18:70. Hini rossini í l flokki vóru eisini sera tøtt og øll kundu vunnið á degnum. At tað er so tætt millum rossini boðar frá góðum. Nú verður spennandi at síggja hvat tey orka, tá tey skula renna 500 metrar á ólavsøku. 

Hinar kappingarnar vóru eisini spennandi og sum í Tvíspor l flokki vóru eisini aðrir fleiri nýggjir vinnarar. Serliga var tað skeiðkappingin ið var spennandi, heili fimm ross megnaðu at koma undir 10 sek um teir 100 metrarnar. Hetta kemur ikki ofta fyri. Endin var at Jóna Ólavsdóttir á Laxa vann, ein hundrandapart frammanfyri Randarsól Heinesen á Stígur. Tølt vann Silja G. Eystberg á Tango, Trav Birita Lútzen á Freyr, Tvíspor ung vann Ása Bárðardóttir á Silfu og Tvíspor ll flokk vaksin vann Rebecka Jørgensen á Gordon.  

17:37 - Redigerað av tí at feilur var í einari tíð. Tíðin hjá Ronju var lisin sum 18:52, men tað rætta var 18:32

Úrslitini síggjast her: Úrslit Várkappríðing

Vinnarar Tvíspor l flokkur f.v. Nr. 2 Barbara Chaparro (Svanna) Nr. 1 Zacharias R. Jacobseb (Ronja) og Nr. 3 Bergfríð Lassen (Spirit) Mynd: Osvald S. Johansson





21. juni 2021

Bergfríð og Spirit tóku øll á bólið við Leynavatn

Bergfríð Lassen og Spirit eiga munin á Bryndis Hjartardóttir og Thor

Hóast sirm og ælaveður vóru fitt av fólkið komin á Leynavatn, tá kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin. Tey sum vóru komin, fingu eisini ein góðan dag við nógvum spennandi riðlum. 

Mesti spenningurin var helst um Tvíspor l flokk, har mett var tey flestu rossini høvdu møguleika at vinna. Tað skuldi tó vísa seg at vinnarin var helst tann sum man hevði minstar vónir til undan kappingina. Spirit hjá Jónleif Sólsker kappaðist í næstseinasta riðlinum móti Thor hjá Syðradalsbóndanum Sigtóri Lútzen. Bergfríð Lassen sat á Spirit og Bryndis Hjartardóttir á Thor. 

Riðilin gjørdist sera sepnnandi og runnu bæði rossini sera væl, tað eyðnaðist tó Spirit at halda múlan frammanfyri Thor. Tey høvdu ávíkasvist 20,28 og 20,44 sek um 250 mtr. So var spenningurin um Marengo ið vann við Leynavatn í fjør ella Svanna ið vann FM í fjør kundi betra tað tíðina. Tey hittust í seinasta riðlinum og sat Hallur Hansen á Marengo og Barbara Chaparro á Svannu. 

Men hóast tey bæði runnu ein góðan riðil megnaði tey einki at gera við tíðirnar hjá Spirit og Thor. Svanna var fremri við tíðini 20,60 og Marengo hevði 20,71 sek. 

Hetta var nakað óvæntað men man kann ikki siga annað enn at hetta var ein væluppiborin sigur hjá Spirit og Bergfríð Lassen. Ein kundi tó ikki lata vera við at hugsa um fyrrverandi eigarin hjá Spirit, Emil Sólsker sum andaðist ið einari arbeiðvanlukku nakað herfyri, man hevði væl unt honum at verið við Leynavatn hendan dagin.

Hinar greinarnar vunnu hesi, Tølt, Strákur við Bárði Johannessen, Skeið, Kór og Beinta P. Debes, Trav, Sirkill og Hallur Hansen, Tvíspor ung, Freyr og Birna Jóannesarson, Tvíspor ll flokk, Gordon og Rebecca Jørgensen og stuttleikakappingina, Framherji og Beinta Niclasen

    

 


 

18. juni 2021

Hægsta luttakaratalið hesa øldina


Tað eru vælnøgd reiðfólk ið hetta vikuskiftið, rigga til, at fara til Leynavatn at halda Leynavatnstevnu. 

Samstundis sum koronafarsóttin aftur tykist at hava mist fastatøkur, er tað gleðisboð at rossatalið til kappríðingina, er tað hægsta alla hesa øldina. 

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag fegnast um hetta, serliga tað at Tvíspor ung er størsti bólkur, er gott tekin. Mett verður at hetta, er úrslit av miðvísum arbeiði við ungdóminum seinastu árini. Kappingin í tvíspor ung er eisini sera hørð, har eru eini fýra ross, ið hava realistiskan møguleika at vinna.

Eisini í Tvíspor l flokkur eru fleiri jøvn ross. Føroyameistarin 2020, Svanna hevur helst allar møguleikar at vinna. Men vinnarin á Leynavatn í fjør, Marengo man helst royna at taka dystin upp og onnur boð eru eisini um at at sleppa á heiðurspallin. 

Kappríðingin er við leynavatn leygardagin kl 15 og paringin kann síggjast á leinku niðanfyri. 

leinkja Leynavatn 2021


13. juni 2021

Leynavatnstevna verður sum ætlað

 

Frá kappríðingini við Leynavatn 2015, f.v. Svenning Reinert, Jonita á Plógv og Hans P. Poulsen

Nógv reiðfólk og fólk við áhuga fyri rossum munna hava hildið ondina, tá koronafarsóttin herfyri aftur fór at herja um oyggjarnar. Tí Leynavatn er er á skrá næsta vikuskiftið og fyri nógv reiðfólk er hetta hæddarpunktið á árinum. 

Tí var tað helst stórur lætti fyri hesi, tá nevndin í Føroya Ríðingarfelag í vikuni kundi boða frá, at tað eftir samráð við Koronuvegleiðingina og Pál Veihe var avgjørt at Leynavatn kundi haldast sum vanligt er, og hevur verið líka síðani 1970. 

Tað sum bjargar Leynavatnstevnuni, er at øll tiltøk eru úti og at óv mikið av plássið er til fólk. Byrjað verður eftir siði, fríggjakvøld, tá reiðfólk hittast í Havnardali og saman á rosabakið halda leiðini norður til Leynavatn, leygardagin verður so kappríðing og endar tað sum vant við bálið um kvøldið.

 


9. juni 2021

So byrjar tað..... 🏆


Um Várharra og Pál Weihe vilja (Pál hevur sagt ja) so verður kappríðingin við Leynavatn 19 Juni.



4. juni 2021

Koronakunning

 So var aftur galið og hesuferð ávirkar tað okkum...

Sum flestum kunnugt, so er støðan viðvíkjandi Covid-19 ikki heilt undir kontrol í løtuni. Vit hava tí verið í samráð við koronuráðgevingina og fingið greitt frámælt at hava nakað tiltak komandi vikuna.
Hetta merkir at Postaríðingin hjá ungdómsnevndini ið skuldi vera í morgin 5/6 og fyrilesturin hjá Beintu Jógvansdóttir ið skuldi vera týsdagin 8/6 eru fyribils útsettir.
Vit kunna aftur tá vit vita meira.



1. juni 2021

26. maj 2021

Ruddingardagur 29/5 kl 10

Ársins ruddingardagur verður nú leygardagin í Havnardali. Vit byrja við felags morgunmati kl. 10 og síðani fara vit at rudda, snøgga og fríðka um á okkara felags øki. Møtið fjølment og havið góða hýrin við!



 

20. maj 2021

Hallur Hansen verður kappingarleiðari í 2021



Nevndin í Føroya Ríðingarfelag hevur heitt á Hall Hansen um at taka sær av kappingum felagsins í ár. Hetta hevur hann játtað og tað eru vit í nevndini takksom fyri.

Hallur Hansen hevur nógvar royndir at fyriskipa kappingar og hevur hetta eyðnast sera væl, tí eru vit spent til kappingar okkara í summar.

13. maj 2021

6. maj 2021

Djóradagar eisini avlýstir í ár

 

Mynd frá Djóradøgum í 2018

Nývalda nevndin í Føroya Ríðingarfelag hevur á fundi í vikuni, staðfest avgerð hjá gomlu nevndini um at eingir Djóradagar verða í ár. Nevndin er komin til tí avgerð, at nú tað bert eru tríggjar vikur til Djóradagar skuldi verið, er ógjørligt at halda tiltakið vegna Korona. 

Sjálvt um leiðreglarnar møguliga vera linkaðar nakað áðrenn, so skal havast í huga at tað vanliga eru áleið 5000 fólk í Havnardali tað vikuskiftið tiltakið er. Nógv av tiltøkunum eru eisini innandurða, har tað ikki er gjørligt at halda frástøðu. Tí hevur nevndin avgjørt at taka atlit til fólkaheilsuna, heldur enn at vinna sær ein løtuvinning við at halda tiltakið. 

Djóradagar er so nógv tann størsta inntøkan hjá felagnum, tí kemur tað illa við at tað er neyðugt at avlýsa, Føroya Ríðingarfelag vónar tó at landið leingir koronapakkarnar, soleiðis at tað ikki fer at svíða alt óv illa at tiltakið er avlýst aftur í ár.

4. maj 2021

FORMANSSKIFTI Í FØROYA RÍÐINGARFELAG



f.v. Hallur Hansen, fráfarandi formaður. Brandur í Dali, formaður. Elspa Petersen, fráfarandi næstforkvinna
f.v. Hallur Hansen, fráfarandi formaður. Brandur í Dali, formaður. Elspa Petersen, fráfarandi næstforkvinna.

Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag í seinastu viku, var nýggj nevnd vald og samstundis valdi formaðurin seinasti trý árini, Hallur Hansen at takka fyri seg. Aðalfundurin valdi Brand í Dali sum nýggjan formann. Elspa Petersen sum hevur verið næstforkvinna takkaði eisini fyri seg. 

Á fundi í gjár skipaði nýggja nevndin seg soleiðis. Formaður, Brandur í Dali, Næstformaður Osvald S. Johansson, nevndarlimir, Mortan Hansen, Barbara Chaparro og Tummas P. av Reyni. Tiltakslimir eru Dina Splidt og Alberg Lútzen. Sum kassameistara valdi nevndin Bjørn Patursson.


f.v. Alberg Lútzen, Mortan Hansen, Barbara Chaparro, Brandur í Dali, Osvald S. Johansson og Tummas P. av Reyni.

 

28. april 2021

Ungdómsmenning hóskvøldið


 

15. april 2021

Aðalfundurin útsettur til 26. apríl

 Aðalfundurin, sum skuldi verða í kvøld er útsettur til mánakvøldið 26 apríl kl.19.00.


Av misgávum, er aðalfundurin ikki lýstur bløðunum og er tí ikki viðtøkuførur.


Nevndin

13. april 2021

Fundur hjá Rossahúsanevndi hósdagin 15/4 kl 18.00

Árligi fundurin hjá Rossahúsanevndini verður í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag hósdagin 15/4 kl 18.00. Allir básaeigarar eru vælkomnir.

 

Vinaliga

Rossahúsanevndin