30. juli 2021

Nógv fólk til kappríðing á ólavsøku

 

Tvíspor ung hevði sera góða luttøku á ólavsøku

100 ára haldið hjá føroysku kappríðingini var sera væl vitjað, tá kappast var ólavsøkudag. Hóast mjørka, so man vera nógv ár síðani, at so nógv fólk hava verið til kappríðing í Føroyum. 

Kappingin gekk eisini sum heild bæði skjótt og væl. Byrjað var við tølt. Hesa kappingina vann Brynjar við Regin Johannssen á bakið. Teir báðir kiksaði í fyrsta riðlinum, men í seinna umfarinum gjørdu teir bart og vunnu við tíðini 11,53. Nr. 2 var Tango við Silju G. Eystberg og nr. 3 Strákur og Bárður Johannessen. 

Skeiðkappingin var merkt av sera góðum tíðum. Vinnari gjørdist Kór við Beintu P. Debes á bakið, tey komu heilt niður á 8,38 sek um teir 100 mtr. sum skeiðkappingin er. Hetta er ein sera flott tíð. Nummar 2 gjørdist Syrpa og Bárður Johannessen og nr. 3 Orka við Ranju K.H. Djurhuus. Trav var vunnið av Tango og Laila Christiansen, tey vóru tey einastu av fýra rossum sum megnaði at koma reint gjøggnum teir 250 metrarnar travkappingin er.

Tvíspor ung var størsti bólkurin og rossini har høvdu sera góðar tíðir. Hugaligt at síggja hvussu íðin og dugnalig tey ungu reiðfólkini eru. Vinnari á ólavsøku gjørdist Freyr við Birnu Jóannesarson, tey høvdu tíðina 17,85 sek um 250 mtr. nummar tvey var Sílfa við Ásu Bárðardóttir, teirra tíð var 17,93, so bara 8 hundrandapartar av einum sekundi skilti tær báðar. Nummar 3 gjørdist Tindur við Ranju K.H. Djurhuus. 

Tvíspor ll flokk vann Máttur og Oskar í Haraldstovu, nummar 2 var Gordon og Rebecka Jørgensen og nummar 3 Pegasus við Vár Joensen á bakið. Øll hesi trý rossini koma úr Vágum. 

Størsti spenningur er oftast um hvør vinnur Tvíspor l flokk, fimm ross vóru við í hesum flokkinum sum Ronja og Zacharias R. Jacobsen tó vunnu rímiliga trygt á degnum. Tey bøði høvdu tíðina 35,11 um 500 mtr. nummar 2 var verandi føroymeistarin Svanna við Barbaru Carlsen og nummar 3 Bragi og Jóna Ólavsdóttir.   

Allar tíðirnar síggjast á leinkju her: Tíðir ólavsøka

Ingen kommentarer: