27. juli 2021

Sera nógv ross við til 100 ára hald hjá kappríðingini

 


Kappríðingin í Føroyum fyllir 100 ár á ólavsøku

At kappríðingin er í stórari framgongd, ber tilmeldingin til ólavsøkukappríðingina boð um. Ikki færri enn 41 ross hava melda til, deilt út á 6 kappingargreinar. 

Hetta er sera nógv til eina ólavsøkukappríðing og tað mesta hesa øldina. Rossini eru deild soleiðis í greinar, 8 eru við í Tølt, 7 í Skeið, 4 í Trav, 10 í Tvíspor ung, 7 í Tvíspor ll flokkur og 5 í Tvíspor l flokkur. Serliga gleðiligt er at luttøkan í tvíspor ung er í stórum vøkstri. 

Kappríðingin sum er ólavsøkudag kl 15 á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag uppi við Marknagil, hevur eisini 100 ára hald hesuferð. Nakað eyka verður gjørt burturúr tí, m.a. verður livandi tónleikur, tá steðgir eru. 

Kappríðingarnar eru skipaðar í 5 FM kappingar, harav hetta er tann triðja í ár. Tí byrja stigini eisini at telja eyka, nú kappingin er hálvrunnin. Stórur spenningur er eisini í øllum greinum, tí aftaná 2 kappingar er einki ross ið hevur vunnið báðar. So ringt er at meta um hvør fer at vinna á ólavsøku.  

Nógv fólk hava sær sum fastan sið at byrja ólavsøkudag við kappríðing. Tá tað í ár eingin annar ítróttur er á skránni ólavsøkudag, man tað væntast at koma enn fleiri enn vanligt. 

Skráin til kappríðingina sæst her: http://kappingar.ross.fo/PublicResults.aspx?tID=52b17c3b-59e0-4db0-ab92-13713d4f2597

 

Ingen kommentarer: