29. marts 2019

Sýnisundirvísing við Svanhildur Hall

Bummarbeiði við rossum høllini hjá Føroya Ríðingarfelag
Verið vælkomin.
Vilt tú vita meir um ágóðan av at brúka bummar í venjingini av tínum rossið, so er møguleikin her. 
Sunnudagin 31. marts klokkan 16.30, fer Svanhildur Hall at hava eina sýnisundirvísning, har vit fara at síggja og hoyra um fyrimunir við bummarbeiði.

Kostnaður 100 kr

Føroya Ríðingarfelag

Skeið í høllini 29-31 marts

Vegna skeiðvirksemi, er høllin stongd hesar tíðir í vikuskiftinum 29-31 marts.

26. marts 2019

Ryssa til sølu

Ryssa til sølu

Ikki fult tilriðin, 5 gongd svørt ryssa frá 2013 til sølu fyri 45.000 kr,
hon er løtt at umgangast og hevur gott lindi.

Faðir: IS2002165311 Fróði frá Staðartungu ( Besti greðingur á LM2012 )
Móður: IS1997225045  Glíma frá Flekkudal

Møguliga kann ein, ikki ov gamal fjallahestur

25. marts 2019

Ríðihøllin stongd 25 marts 2019 kl.19.00-20.15

Av tí at ungdómsmenning verður í ríðihøllini í kvøld. er ríðihøllin stongd millum kl.19.00-20.15.

Nevndin

24. marts 2019

Disa og Michel vunnu Búrøkt Cup

Disa og Michel á veg gjøgnum slalombreytina

Árliga Búrøkt Cup var í gjár, í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag. Hetta er TREC líknandi kapping, har ross og reiðfólk skula klára seg sum skjótast um nakrar forðingar og ymiskar uppgávur. Tað er tó ikki bara tíðin sum telur, klárar tú ikki eina forðing ella uppgávu, far tú minus stig og ger tú onkra uppgávu eyka væl far tú plus stig.

TREC er kappingargrein ið er vælumtókt í evropa, men nú er líkt til at hon eisini hevur møguleika at vinna sær fótafestið í Føroyum. Tað er serliga tey ungu ið dáma væl at kappast á hendan hátt.

Hjá teimum ungu var kappingin sera spennandi, men endin var at Eva Louise Schiller Klemmentsen á Tátti vann. Eva Louise er ein av teimum ungu sum ger nógv við at venja ross sítt, so hetta var ein kanska ikki heilt óvæntaður sigur

Hjá teimum vaksnu vann Michel Nielsen á Disu, Michel hevur leingi gjørt nógv burturur at venja síni ross til líknandi uppgávur, so tað kom heldur ikki óvart á, at hon vann millum tey vaksnu.

Myndir: Rani í Dali

Vinnarar ung, f.v. Elma, Eva Louise og Sólrun

Vinnarar vaksin, f.v. Michel, Jakobina og Marner














15. marts 2019

Ríðihøllin opin aftur

So er ríðihøllin opin aftur.
Vit takka Føroyskt Íslandsrossafelag fyri vælvild, meðan ríðihøllin hevur verið stongd.

Nevndin

11. marts 2019

Ríðiskeið við Svanhildur Hall

Svanhildur Hall, kemur heim til Føroyar í døgunum 29-31 marts, at halda skeið.
Tilmelding fer fram hjá Gunrid Hansen, á tlf. 218132 ella umvegis teldupost: gunridh@gmail.com.

Sí lýsing niðanfyri.

8. marts 2019

Viðtøkurnar fyri Føroya Ríðingarfelag

So eru viðtøkurnar, fyri Føroya Ríðingarfelag tøkar á heimasíðuni.

Jóhan Simonsen, hevur gjøgnumgingið allar gerðabøkur felagsins, frá 1943

4. marts 2019

Ein áminning

Ein áminning til limirnar, um at fara væl um á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag og vísa virðing fyri øðrum á økinum🤠

1. marts 2019

Høllin

Góðu limir og brúkarir av ríðihøllini. Í kvøld kl.19.00 ætla vit í høllina, fyri at royna at turka/hjálpa tað síðsta, soleiðis at høllin kann brúkast aftur skjótast gjørligt.
Vónandi eru tað nógv, sum møta upp. Felagið bjóðar okkurt drekkandi afturvið.
Tit, sum hava mæguleika, kunna taka rívu, spaka ella trillubøru við.

Nevndin